Skip to main content

Posts

Karl Marx rular

Í dag byrjar Marxistiskur festivalur í London og eingin hevur grett orð um tað. Hvørki miðlar ella Atlantsflog. The Guardian hevur hugvekjandi tíðargrein um gamla Marx og nútíðar Kina, har arbeiðarin tryggjar at kapitalisman kann halda sær á floti og reiðiliga tað: Today, 164 years after Marx and Engels wrote about grave-diggers, the truth is almost the exact opposite. The proletariat, far from burying capitalism, are keeping it on life support. Overworked, underpaid workers ostensibly liberated by the largest socialist revolution in history (China's) are driven to the brink of suicide to keep those in the west playing with their iPads. Chinese money bankrolls an otherwise bankrupt America. The irony is scarcely wasted on leading Marxist thinkers. "The domination of capitalism globally depends today on the existence of a Chinese Communist party that gives de-localised capitalist enterprises cheap labour to lower prices and deprive workers of the rights of self-organi

Pennavinir í tykisheimi

Hetta er mín nýggi pennavinur í tykisheimi. Hon eitir Gitte Møller og vil bøta um henda bloggin, tú nú lesur. Hon skrivaði í farnu viku soleiðis: Hej. Mit navn er Gitte Møller og jeg vil med glæde fortælle dig hvordan birkblog.blogspot.com kan rangere endnu højere i Google. Jeg er ekspert inden for søgemaskineoptimering og arbejder på Danish SEO. I forbindelse med research for en af mine kollegaer fandt jeg din e-mail-adresse og besluttede mig for at kontakte dig med det samme. Hvis du er interesseret vil jeg med glæde sende dig yderligere information samt alle de nødvendige oplysninger, der skal bruges for at forbedre din rangering online. Mange venlige hilsner fra Gitte DanishSEO.com Fyritøkan, hon nevnir, kennist ikki við navnið Gitte Møller. - Men hon skal vera vælkomin inn á gólvið til kaffi og kanska onkra uppgávu eisini, nú hon so djørv hevur boðið sær til, sigur danski stjórin. Í dag skrivar ein svenskur pennavinur, Johan Svensson, úr sama króki í tykisheimi, soleið

Vandin úr erva

Í døgurðatímanum tók eg hesa mynd í Útvarpshúsunum hjá Kringvarpinum í Sortudíki. Nú tey skifta gjøgnumskygdu tekjuna yvir útvarpsgongini, er opið upp í loft, har húsasmiðir ganga í regninum og leggja nýggja glastekju á. Ein hugvekjandi tekstur, sum ikki kemur frá Kristiligum Síggjara- og Lurtarafelag, men frá Kringvarpinum sjálvum: Ansa eftir tí, ið koma kann úr erva :-) Tað er peran til vinstru og tekjan uppi til høgru.

Rót Tripp

Mest lisni føroyski rithøvundi í skúlunum er Marjun Syderbø Kjelnæs. Í Posthúskjallaranum hjá Tórshavnar kommunu leggur hon fríggjakvøldið kl 21:00 fram yrkingasavnið Rót Tripp . Forlagið Sprotin boðar frá, at tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip , 'sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.' Sambært pensumlistunum í lærugreinini føroyskum í 9. og 10. flokki er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum nýliga hevur fingið trý ára starvsløn, millum mest lisnu rithøvundarnar. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin "Skriva í sandin" (2010) og stuttsøguna "Kópakonan" (2001). Stuttsøguringurin "Skriva í sandin" er uppgivin sum bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðaður í 9. flokki. Hetta samsvarar eisini væl við, at "Skriva í sandin" eisini er mest útlænta flokssett til

Tonight I’m Coming Home

Eg giti, at hesi bæði, Hallur Joensen og Kristina Bærendsen, verða nýggju føroysku sangstjørnurnar úti í heimi. Tað eri eg sannførdur um eftir stórbæra konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, har nakrir av bestu tónleikarum úr Nashville spældu undir, meðan tey bæði loystu sangaran Randy Moore av eina løtu. Tað var Jákup Zachariasen, ið bjóðaði til konsertina, nú allar hesar góðu kreftir kortini vóru í býnum, í sambandi við at frálandaskipið Tórsborg hjá Supply Service var komið á Havnina fyrr um dagin. Í so máta hevur Supply Service skapt nýggja siðvenju, tá skip koma í flotan. Umframt Randy Moore vóru tónleikararnir teir somu, sum høvdu skeið í Sjónleikarhúsinum og konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í august 2009. Bara Bryan Sutton, annar í røðini frá vinstru, var ikki við hesaferð. Á myndini eru teir frá vinstru David Hungate, Paul Franklin, Brent Mason, Paul Leim og John Hobbs, sum situr fremst fyri. Myndin er tikin aftanfyri pallin í Sjónleikarhúsinum í 2009.

Flott framleiðsla

Hugtakið framleiðsla hevur altíð verið undirmett, ikki bara í stuttu søgu Kringvarpsins, men eisini í drúgvu søgu Útvarpsins. Nú tilsjoflaða sendingin Dagur og Vika er send í ófrívilliga útlegd í sjey vikur, er sendingin Fríggjakvøld sett á skránna eina ferð um vikuna, fyrstu ferð í kvøld. Fjøruti minuttir við tíðarbærum tilfari, sum vertirnir dugdu væl at bera fram. Tað er nevniliga ikki ein sjálvfylgja at vælskrivaður journalistikkur verður borin fram so væl, at vit yvirhøvur skilja hann. Tíanverri er tað so í Kringvarpinum. Í hesum royndartíðum kunnu vit dagliga staðfesta, at upplesturin av skrivaðum journalistikki í talaða kringvarpinum greitt kann metast sum ikki staðin. Og tá vit koma til ta niðurstøðu, kann allur hin gravandi journalistikkurin aftanfyri innslagið ella sendingina vera fullkomuliga líkamikið. Eingin keta er sterkari enn veikasti liðurin. Heldur ikki í journalistikki. Í kvøld var alt borðið væl fram. Virðiligir vertir við góðum framburi og innsløg, sum

Rínur og hvínur

Í morgun rínur og hvínur í hvørjari sprekku. Hásummar er, men ikki er hugsingur um at lata vindeygað upp og taka eina líkinda mynd yvir fjørðin og av kampingplássinum. Neyðars summarkampistar, sum mugu brynja seg við saltráka og ongum útsýni. Nólsoyggin er mest sum burtur í sjórokinum. Tvey telt, eitt grønt og eitt gult, eru at hóma og í morgin skal Medina syngja summarhits fyri tannáringapisum í Vágsbotni. Danska veðurstovan DMI boðar frá í minsta lagi Hård vind , strúkur í vindi, sum er vindstyrki 6, ella 11-14 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum og heilt upp í Kuling , skrið, sum er vindstyrki 7 til 9, ella 14-24 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum. Norska veðurstovan Storm, sum Portalurin brúkar og Tryggingin stuðlar, sigur í mesta lagi 15 metrar um sekundið. Men afturvið regni er tað meir enn flestu brýggja seg um. Nú sær út sum at tey bæði í grøna teltinum pakka saman og rýma.

Agurkutíð(indi) í hundadøgum

So fór flaggskipið í summarfrí, Dagur og Vika, nú íslendski álmanakkin rakti hundadagar, sum har í landinum eru 25. juni til 22. august. Fekk hug at tríva í skúlabókina Fjølmiðlar (2007), har blaðsíða 25 er soljóðandi: Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram. Tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season. Í báðum førum er talan um hásummartíð, sum vit kanska kundu knýtt aftur at hundadøgum. Eru stór tíðindi at bera, tá vit rak

Lívið handan skíggjan

Danski rithøvundurin Carsten Jensen hevur í dag eina tíðargrein í Politiken um tær ónevniligu hendingarnar á Utøya í Noregi 22. juli í fjør. Greinin er so skakandi góð, at eftir at hava sodnað tey djúpsøkk, sum er í hvørjum broti, eri eg farin at sakna teir eins góðu greinaskrivarar, vit eiga, men sum eingin sær á prenti longur. Hvørki lærarar ella sálarfrøðingar makta einsamøll at eygleiða og skráseta tey uppælingarligu viðurskifti, sum Carsten Jensen nevnir. Tí hava skrivandi fólk eina stóra ábyrgd at seta orð á hesi viðurskifti í almenna rúminum, skal ómegdin ikki gerst ein permanent støða í teldufongda vesturheiminum, serliga innan skúlagátt. Sagt hevur verið, hvussu góð telduspøl eru at menna strategiska hugsan og rúmliga sansin hjá serliga dreingjum í postmodernistiska samfelagnum. Sjálvur skrivaði eg tíðargreinina Heimleys vitan (2008) eftir umbøn frá Sosialinum um sama evni. Um námsfrøðiligu uppgávuna í dagsins samfelag, sigur Carsten Jensen lutvíst beint øvut, at her

Sunnudagur í Havn

So er summarið komið til Havnar. Tey grilla í túninum og Útvarpið gongur. Prát, møti og fótbóltur, hvørt um annað, og so donsk tv avís. Möger er enn ikki koyrdur frá og verður tað helst ikki. Niels Krause-Kjær sigur, at danskir veljarar er vorðnir kundar, heldur enn veljarar. Teir shoppa frá flokki til flokk, alt eftir, hvat hvør einstakur hevur tørv á her og nú. Veljarar eru vorðnir kundar, sum ikki eru flokstrúgvir. Men tað var danska tv avísin heima í stovuni. Á Skálatrøð verið eg tikin av einum øðrum og meiri jarðbundnum veruleika. Í Vikuskiftissosialinum síggi eg at vinir úr Javnaðarflokkinum skriva, at Hanus Kamban altið hevur staðið fyri tí demokratisku javnaðarhugsjónini. Eg leggi blaðið frá mær og lurti heldur eftir Bergi D. Hansen, sum í Steinprenti hugleiðir um ópolitiska politikaran , Hanus Kamban, sum nú fyllir 70. Altíð hevur mær dámt hann, nærlagda útvarpsmannin, kjakaran, týðaran og rithøvundan, Hanus Kamban. Og so hoyrdi eg fyri fyrstu ferð í mong ár Kára P syngja

Hanus Kamban 70 ár

Mánadagin 25. juni 2012 verður rithøvundurin og samfelagsrevsarin, Hanus Kamban sjeyti. Í hesum sambandi skipar Rithøvundafelag Føroya fyri hátíðarhaldi sunnudagin 24. juni kl 16:00 í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð, har Hanus leggur fram eitt nýtt savn av týðingum. Møguleiki verður at ogna sær bókina á staðnum. Í tíðindaskrivinum frá Rithøvundafelag Føroya verður greitt frá, at tá ið Hanus Kamban í 1978 gav út fyrsta stuttsøgusavnið, “Dóttir av Proteus”, var hann longu langt síðani roknaður millum fremstu mentafólk okkara sum týðari, ummælari og viðmerkjari í bløðum og tíðarritum. Víðari verður sagt, at hesi seinastu rúmliga tretivu árini eru fleiri stuttsøgusøvn komin frá hansara hond, umframt greinar, ritroyndir og týðingar og ikki at gloyma ævisøguna um J.H.O. Djurhuus. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í loftmiðlunum. Fyri sjónvarpið gjørdi hann tær minniligu heimildarsendingarnar um Áarstovubrøðurnar báðar, Janus og Hans Andrias. Fyri útvarpið gjørdi hann m.a.

Kom og fest í summarið

Mentanarnáttina 2012 tók Ó.J.Rólantsson hesa mynd av fabrikkini hjá Öström Meðan festi á bygd fara í órøkt, er Festi í Havn við sítt fasta lív, og tað væl innan fyri Stóragarð. Ummast tað er burturi í óbygdum í Famará, ella í miðbýnum, úti á Skálatrøð, so skulu privatfestir havnarmenn til at blása lív í tað, sum fyrr var deytt. Tað er so vist og satt, men eisini festligt. Við inngongd í Sigmundargøtu, boðar Festi í dag frá, at nú eru 125 ár liðin síðani fabrikkin hjá Öström varð tikin í nýtslu á Skálatrøð. Í Tórshavnar Býaratlasi  (2007), verður sagt soleiðis um søguligu fabrikkina, sum nú er spírandi karmur um mentunarligt virksemi í høvuðsstaðnum: Fyrsta ídnaðarvirkið í Føroyum var fabrikkin hjá Öström og skuldi virka tøð, albumin og lím. Fabrikkin varð bygd úti í Rættará í 1886-87. Hon stendur enn prýðilig við síni eyðkendu sagtentu framsíðu móti vágni, av laðaðum gróti og málað hvít. 125 ára dagin er opið hús og føðingardagstiltakið byrjar kl 20:00 í kvøld. Tá fer famil