Skip to main content

Agurkutíð(indi) í hundadøgum


So fór flaggskipið í summarfrí, Dagur og Vika, nú íslendski álmanakkin rakti hundadagar, sum har í landinum eru 25. juni til 22. august. Fekk hug at tríva í skúlabókina Fjølmiðlar (2007), har blaðsíða 25 er soljóðandi:

Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram.

Tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season. Í báðum førum er talan um hásummartíð, sum vit kanska kundu knýtt aftur at hundadøgum.

Eru stór tíðindi at bera, tá vit raka agurkutíðina, velja vit at goyma tíðindini til samfelagið aftur er í gongd. Tá kunnu vit leggja røttu lunnar undur kjakið. Dømi um hetta er kanningin hjá Mentamálaráðnum um happing í skúlunum. Hóast kanningin er liðug og úrslitið er greitt, so velur myndugleikin at goyma tíðindini til agurkutíðin er av:

Skúlablaðið 29.6.2007:

Skúlablaðið er besta brand, tá umræður tíðindi um skúla og undirvísing

Vit kunnu siga, at tíðindi eru ein vøra, ið verður send á marknaðin, tá umstøðurnar eru bestar. Ikki fyrr enn tíðindi eru framleidd og kunngjørd, gerast fólk varug við tey. Skúlatíðindi blivu til tá Lærarafelagið fór undir egna tíðindatænastu og valutatíðindi blivu til, tá Eik, táverandi Føroya Sparikassi, fór undir egna tíðindatænastu. Tey tíðindi vit aldri verða varug við, eru ikki tíðindi og skapa einki kjak.

Kjakevni: Kanna eftir, um tíðindaflutningurin í bløðunum broytist um summarið

Kjakevni: Kanna eftir, hvørjar sendingar verða tiknar av skránni í Kringvarpinum, tá summar er

Kjakevni: Hvussu leingi eru sendingarnar í Kringvarpinum í summarfrí?

Kjakevni: Er summarskráin eitt fíggjarligt, heldur enn journalistiskt inntriv?

Kjakevni: Er happing tíðindi?

Kjakevni: Er valuta tíðindi?

Jørundur Hundadagakongur (1780-1841) var danskur urmakarasonur, sjómaður, kapari, journalistur, rannsóknarmaður, Íslands kongur og, meðan hann sat í fangahúsi, íðin rithøvundur. Jörgen Jörgensen, ella Jørgen Jürgensen, sum hann eisini kallaðist, var ein allahandamaður. C.W. Eckersberg hevur málað Hundadagakongin í 1808-09

(úr: Fjølmiðlar, fyrsta útgáva 2007, bls. 25)