Skip to main content

Posts

Karl Marx rular

Í dag byrjar Marxistiskur festivalur í London og eingin hevur grett orð um tað. Hvørki miðlar ella Atlantsflog. The Guardian hevur hugvekjandi tíðargrein um gamla Marx og nútíðar Kina, har arbeiðarin tryggjar at kapitalisman kann halda sær á floti og reiðiliga tað: Today, 164 years after Marx and Engels wrote about grave-diggers, the truth is almost the exact opposite. The proletariat, far from burying capitalism, are keeping it on life support. Overworked, underpaid workers ostensibly liberated by the largest socialist revolution in history (China's) are driven to the brink of suicide to keep those in the west playing with their iPads. Chinese money bankrolls an otherwise bankrupt America. The irony is scarcely wasted on leading Marxist thinkers. "The domination of capitalism globally depends today on the existence of a Chinese Communist party that gives de-localised capitalist enterprises cheap labour to lower prices and deprive workers of the rights of self-organi

Pennavinir í tykisheimi

Hetta er mín nýggi pennavinur í tykisheimi. Hon eitir Gitte Møller og vil bøta um henda bloggin, tú nú lesur. Hon skrivaði í farnu viku soleiðis: Hej. Mit navn er Gitte Møller og jeg vil med glæde fortælle dig hvordan birkblog.blogspot.com kan rangere endnu højere i Google. Jeg er ekspert inden for søgemaskineoptimering og arbejder på Danish SEO. I forbindelse med research for en af mine kollegaer fandt jeg din e-mail-adresse og besluttede mig for at kontakte dig med det samme. Hvis du er interesseret vil jeg med glæde sende dig yderligere information samt alle de nødvendige oplysninger, der skal bruges for at forbedre din rangering online. Mange venlige hilsner fra Gitte DanishSEO.com Fyritøkan, hon nevnir, kennist ikki við navnið Gitte Møller. - Men hon skal vera vælkomin inn á gólvið til kaffi og kanska onkra uppgávu eisini, nú hon so djørv hevur boðið sær til, sigur danski stjórin. Í dag skrivar ein svenskur pennavinur, Johan Svensson, úr sama króki í tykisheimi, soleið

Vandin úr erva

Í døgurðatímanum tók eg hesa mynd í Útvarpshúsunum hjá Kringvarpinum í Sortudíki. Nú tey skifta gjøgnumskygdu tekjuna yvir útvarpsgongini, er opið upp í loft, har húsasmiðir ganga í regninum og leggja nýggja glastekju á. Ein hugvekjandi tekstur, sum ikki kemur frá Kristiligum Síggjara- og Lurtarafelag, men frá Kringvarpinum sjálvum: Ansa eftir tí, ið koma kann úr erva :-) Tað er peran til vinstru og tekjan uppi til høgru.

Rót Tripp

Mest lisni føroyski rithøvundi í skúlunum er Marjun Syderbø Kjelnæs. Í Posthúskjallaranum hjá Tórshavnar kommunu leggur hon fríggjakvøldið kl 21:00 fram yrkingasavnið Rót Tripp . Forlagið Sprotin boðar frá, at tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip , 'sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar.' Sambært pensumlistunum í lærugreinini føroyskum í 9. og 10. flokki er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum nýliga hevur fingið trý ára starvsløn, millum mest lisnu rithøvundarnar. Í flestu førum er talan um stuttsøguringin "Skriva í sandin" (2010) og stuttsøguna "Kópakonan" (2001). Stuttsøguringurin "Skriva í sandin" er uppgivin sum bókmentaverk í flestu pensumlistum í 10. flokki og er eisini vælumboðaður í 9. flokki. Hetta samsvarar eisini væl við, at "Skriva í sandin" eisini er mest útlænta flokssett til

Tonight I’m Coming Home

Eg giti, at hesi bæði, Hallur Joensen og Kristina Bærendsen, verða nýggju føroysku sangstjørnurnar úti í heimi. Tað eri eg sannførdur um eftir stórbæra konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, har nakrir av bestu tónleikarum úr Nashville spældu undir, meðan tey bæði loystu sangaran Randy Moore av eina løtu. Tað var Jákup Zachariasen, ið bjóðaði til konsertina, nú allar hesar góðu kreftir kortini vóru í býnum, í sambandi við at frálandaskipið Tórsborg hjá Supply Service var komið á Havnina fyrr um dagin. Í so máta hevur Supply Service skapt nýggja siðvenju, tá skip koma í flotan. Umframt Randy Moore vóru tónleikararnir teir somu, sum høvdu skeið í Sjónleikarhúsinum og konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í august 2009. Bara Bryan Sutton, annar í røðini frá vinstru, var ikki við hesaferð. Á myndini eru teir frá vinstru David Hungate, Paul Franklin, Brent Mason, Paul Leim og John Hobbs, sum situr fremst fyri. Myndin er tikin aftanfyri pallin í Sjónleikarhúsinum í 2009.

Flott framleiðsla

Hugtakið framleiðsla hevur altíð verið undirmett, ikki bara í stuttu søgu Kringvarpsins, men eisini í drúgvu søgu Útvarpsins. Nú tilsjoflaða sendingin Dagur og Vika er send í ófrívilliga útlegd í sjey vikur, er sendingin Fríggjakvøld sett á skránna eina ferð um vikuna, fyrstu ferð í kvøld. Fjøruti minuttir við tíðarbærum tilfari, sum vertirnir dugdu væl at bera fram. Tað er nevniliga ikki ein sjálvfylgja at vælskrivaður journalistikkur verður borin fram so væl, at vit yvirhøvur skilja hann. Tíanverri er tað so í Kringvarpinum. Í hesum royndartíðum kunnu vit dagliga staðfesta, at upplesturin av skrivaðum journalistikki í talaða kringvarpinum greitt kann metast sum ikki staðin. Og tá vit koma til ta niðurstøðu, kann allur hin gravandi journalistikkurin aftanfyri innslagið ella sendingina vera fullkomuliga líkamikið. Eingin keta er sterkari enn veikasti liðurin. Heldur ikki í journalistikki. Í kvøld var alt borðið væl fram. Virðiligir vertir við góðum framburi og innsløg, sum

Rínur og hvínur

Í morgun rínur og hvínur í hvørjari sprekku. Hásummar er, men ikki er hugsingur um at lata vindeygað upp og taka eina líkinda mynd yvir fjørðin og av kampingplássinum. Neyðars summarkampistar, sum mugu brynja seg við saltráka og ongum útsýni. Nólsoyggin er mest sum burtur í sjórokinum. Tvey telt, eitt grønt og eitt gult, eru at hóma og í morgin skal Medina syngja summarhits fyri tannáringapisum í Vágsbotni. Danska veðurstovan DMI boðar frá í minsta lagi Hård vind , strúkur í vindi, sum er vindstyrki 6, ella 11-14 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum og heilt upp í Kuling , skrið, sum er vindstyrki 7 til 9, ella 14-24 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum. Norska veðurstovan Storm, sum Portalurin brúkar og Tryggingin stuðlar, sigur í mesta lagi 15 metrar um sekundið. Men afturvið regni er tað meir enn flestu brýggja seg um. Nú sær út sum at tey bæði í grøna teltinum pakka saman og rýma.

Agurkutíð(indi) í hundadøgum

So fór flaggskipið í summarfrí, Dagur og Vika, nú íslendski álmanakkin rakti hundadagar, sum har í landinum eru 25. juni til 22. august. Fekk hug at tríva í skúlabókina Fjølmiðlar (2007), har blaðsíða 25 er soljóðandi: Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram. Tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season. Í báðum førum er talan um hásummartíð, sum vit kanska kundu knýtt aftur at hundadøgum. Eru stór tíðindi at bera, tá vit rak