Skip to main content

Posts

Bókamessa í Göteborg

Bjørn Kalsø og fleiri norðurlendskir mentamálaráðharrar eru millum innbodnu gestirnar, tá Bok- och Biblioteksm ä ssan letur upp við pallborðspráti og fýrverki á pallinum. Við hansara lið síggjast niðanfyri Katrin Jakobsdottir úr Íslandi og Lena Adelsohn Liljeroth úr Svøríki, og Manu Sareen, sum er norðurlendskur samstarvsmálaráðharri í Danmark.   Eftir pallborðsorðaskiftið, sum finnlandssvenski Robert Levengood stóð fyri í gyltum klædningi, var fýrverkið tendrað og bókamessan 2012 formliga sett.   Eftir formellu politisku upplagtingina, læs norski prísvinnarin Merethe Lindstrøm eina yrking. Hon fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2012 fyri skaldsøguna Dager i stillhetens historie við hesi grundgeving: "I en stillferdig, presis og ettertenksom prosa beretter Lindstrøm om hvordan en dramatisk fortid langsomt bryter inn i en eldre kvinnes liv og bevissthet." Eftir upplesturin eydnaðist mær av avmynda Merethe.   So er blái føroyski bókabásurin lat

Non fiction bøkur

Á bókafundi fyri ritstjórar byrjaði dagurin í Göteborg við at Helge Rønning, professari á Universitetinum í Oslo, spurdi, hvat non fiction er fyri nakað, og um tað løgna at seta orða á nakað, sum ikki er. Alt samalt á enskum. Frá blekki til hyperlink lýsti hann á undirhaldandi hátt ognarviðurskifti, tá umræður bøkur og tøkni kring bøkur úti í stóru verð. Rønning lendi á teirri gleðiligu sannkenning, at størstu bókaforløg eru ikki anglo-amerikansk, soleiðis sum flestu hava spátt, men evropeisk. Og spádómurin um at fjølmiðlar skuldu taka yvir øll bókaforløg, er heldur ikki gingin út. Tað var hann fegin um, eins og hann talaði heitt fyri eini skipan, sum sentralt ger av, hvør prísurin skal vera á hvørji einstakari bók, eini fastprísskipan, sum í Noregi og Fraklandi. Hesum vóru ikki øll samd í. Teirra millum var Marianne Alenius frá danska forlagnum Tusculanum, sum gevur út bøkur á mongum málum, eisini á tuareg máli, og beint nú hevur eina føroyska útgávu um donsk-føroysku viðurskift