Bjørn Kalsø og fleiri norðurlendskir mentamálaráðharrar eru millum innbodnu gestirnar, tá Bok- och Biblioteksmässan letur upp við pallborðspráti og fýrverki á pallinum. Við hansara lið síggjast niðanfyri Katrin Jakobsdottir úr Íslandi og Lena Adelsohn Liljeroth úr Svøríki, og Manu Sareen, sum er norðurlendskur samstarvsmálaráðharri í Danmark.
Eftir pallborðsorðaskiftið, sum finnlandssvenski Robert Levengood stóð fyri í gyltum klædningi, var fýrverkið tendrað og bókamessan 2012 formliga sett.
Eftir formellu politisku upplagtingina, læs norski prísvinnarin Merethe Lindstrøm eina yrking. Hon fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2012 fyri skaldsøguna Dager i stillhetens historie við hesi grundgeving: "I en stillferdig, presis og ettertenksom prosa beretter Lindstrøm om hvordan en dramatisk fortid langsomt bryter inn i en eldre kvinnes liv og bevissthet." Eftir upplesturin eydnaðist mær av avmynda Merethe.
So er blái føroyski bókabásurin latin upp og fyrsti dagur á stóru bókamessuni í Göteborg er farin í gongd. Á mittastu myndini niðanfyri sæst Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, millum Hugin Eide og Katrin Ottarsdóttir frá forlagnum Torgard, sum gevur út føroyskar bøkur á donskum.
Birna Jacobsen frá Norðurlandahúsinum skipar á bókamessuni fyri øllum praktiskum á básinum, ferðum og uppihaldi hjá rithøvundum, og ikki minst tá móttøkur eru, og borðreitt verður við føroyskum laksi og breyði.
Í International Rights Cetre stendur Jenny Johannessen fyri agentsamrøðum, sum undir navnin Farlit skulu fáa føroyskar bókmentir út í heim. Á mittastu myndini niðanfyri tosar hon við Tórodd Poulsen og niðasta myndini vísir, hvussu nógv feløg eru í International Rights Centre í Göteborg í ár.
Ídnasti á bláa føroyska bókabásinum er állar dagarnar Hugin Eide við forlagnum Torgard, sum er blivið rættuliga sjónligt á danska marknaðinum. Umframt føroysku rithøvundarnar, sum upprunaliga hava skrivað týddu bøkurnar, vitja eisini føroyskir og útlendskir politikarar básin.
Eisini føroyingar, sum búgva í Svøríki vitja føroyska básin og fáa eitt heimligt prát. Her er tað sjónvarpsfotografurin Jóhannes Danielsen, sum býr í Trollhättan og ger free lance upptøkur á bókamessuni fyri svenskt sjónvarp.
Svenska Britta Nygård, sum starvast í svenska Norrøna Felagnum í Stockholm, er ein gamal norðurlendskur vinur. Á norðurlendska pallinum helt hon fyrilestur um finnlandssvenskar rithøvundar. Eisini hon kom á føroyska básin at hoyra um føroyskar bókmentir og tiltøk. Umframt Brittu komu eisini svensku feðgarnir Inge og Esbjørn Knutsson til básin. Inge, ið kanska er besti týðari, ið nakrantíð hevur arbeitt við føroyskum teksti, hevur flutt fleiri føroyskar yrkjarar í svenskt mál.
Tað var Bertil Falk, sum í 1985 fór undir bókamessuna í Göteborg, fyrst og fremst fyri lærarar og bókavørðar. Síðani er messan vaksin og er í dag stórsta bókmentatiltak í Norðanlondum og næststórsta bókamessa í Evropa. Bara bókamessan í Frankfurt er størri. Niðanfyri sæst Bertil Falk saman við Bjørn Kalsø, Tóroddi Poulsen og Guðruni Gaard á føroyska básinum.
At hava vællýsta móttøku er týdningarmikið fyri føroyska básin og øll tey, sum her eru. Tá koma fólk framvið og fáa nærri at vita um alt tað, tey hava hug at spyrja um, føroyskum bókmentum viðvíkjandi.
So eru stundir at lesa fyri svenskum stevnugestum. Carl Johan og Tórddur skulu báðir lesa yrkingar í Seminarhøllini. Carl Johan lesur á donskum og føroyskum úr savninum September í bjørkum sum kanska eru bláar, sum forlagið Torgard hevur givið út á donskum undir heitinum September i birke som måske er blå. Tóroddur lesur á raffineraðum svenskum, mestsum finnlandssvenskum, úr søvnunum Utsyn og Eygnaholur, haðani vit eisini hoyra eina føroyska.
Stundir eru eisini at ganga í stóru bókmentahallunum í Göteborg og forvitnast. Mest áhugaverdur er norski Per Øystein Roland, sum er fakbókaráðgevi í Norla. Hann hevur til uppágvu at svara øllum spurningum hjá norskum rithøvundum, sum vilja út í heim, og hinvegin eisini teim spurningum, vit sum føroyingar kunnu seta, antin tað snýr seg um at finna fram til eina bók, sum er verd at týða til føroyskt, ella at fáa samband við norsk forløg, sum hava huga at geva út føroyskar bókmentir á norskum.
Hóast bókastevnan er norðurlendsk í allar mátar, eru ikki øll so fegin um norðurlendska tankan. Nakrir skúlanæmingar er sannførdir um at fólksligi norðurlendski tankin, so sum vit kenna hann úr norrønu feløgunum, langt síðani er deyður og grivin.
Men lív er á hvørjum bási í Göteborg. Serliga lívligt er kring kókibøkurnar. Har spruttar úr hvørjari grýtu og tú ivast, um tú ert í eini sjónvarpssending, til tú sært at fremst á kókioynni, har stendur ein bók, ein nýggj kókibók. Sama er hjá smílandi svenska skerðgarðskokkinum.
Meðan kókibøkur standa sterkar í øllum londum - fyrsta dagin kemur ein nýggj føroysk í altjóða klassa - so standa journalistiskar bøkur eisini sterkar í Norðurlondum. Her eru tveir journalistar frá Dagens Nyheter, sum tosa um eina nýggja narrativa non fiction bók um Utøya, sum starvsfelagin til vinstru júst hevur skrivað. - Norðurlendsk viðurskifti hava lítlan áhuga í grannalandabókmentum. Tú skalt upp á tað stigið, sum Utøya hevur, sigur ein eygleiðari.
Ferðandi rithøvundarnir Görrel Espelund og Andreas Karlsson vísa mær bókina Kap till Kairo - anteckningar längs vägen. Bókin lýsir ferðina, tey gjørdu við Land Rover bilinum aftanfyri á myndini. Í dag stendur hann á bókamessuni sum ein kveiki hjá teimum, ið hava hug at ferðast.
So er bara at ganga runt og lata seg kveikja av ferðum og bókum á øllum básum í hesum larmandi melduri. Tóroddur vísir mær á eitt navn, eg ikki kendi áður. Tað er eysturríkski yrkjarin Friederike Mayröcker.
So ganga vit heim á hotellið á Odingatan, framvið Hasselbladsavninum og nøkrum kendum bilmerkjun, Ferrari og Porsche, og so einum ljósabláum lunnavagni, sum helst er hálva øld til aldurs.