Skip to main content

Posts

Listasambandið gevur ljóð

LISA, Listafólkasamband Føroya, er flutt í nýggj høli á Lützenstrøð 4, har fyrrverandi Føroya Skúlabókagrunnur, núverandi Nám, var fyrr. LISA er meginfelag hjá listafólkafeløgnunum í landinum, sum varð stovnað í 1982 til tess at styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi, og at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna og í triðja lagi at umboða limirnar í almennum málum, sum hava felags áhuga. Eisini er endamálið hjá LISA at umboða føroysk listafólk í norðurlendskum og altjóða høpi. LISA er til dømis limur í Nordisk Kunstnerråd og í European Council og Artists. Ovasti mynduleiki í LISA er umboðsráðið, sum hvørt limafelag velur eitt umboð til. Umboðini verða vald á aðalfundi í feløgunum. Dagligu fyrisitingina hevur starvsnevndin, sum verður vald á aðalfundi úr umboðsráðnum. Í starvsnevndini sita trý fólk og teirra arbeiði er at skipa fyri dagliga virkseminum í LISA. Tað umfatar millum annað samskifti við limir og felagsskapir og at virka fyri samstarvi við mynduleik

Altjóða yrkingadagur

Í dag er altjóða yrkingadagur. Omanfyri er mín afturvendandi yndisyrking, ótýdd, stutt og kontant. Henrik Nordbrandt eigur hana og hon er úr savninum Håndens skælven i november (1986). Oddfríður Marni Rasmussen sigur á heimasíðuni hjá Vencili í dag, at "tá ið tú lesur eina yrking, og hon letur seg upp sum ein margháttlig blóma fyri eygunum á tær, tá er tú komin inn í títt djúpasta stað, og tað er har, tú lærir hvør, tú er." Niðanfyri er mítt egna útkast til altjóða yrkingadagin Vektloysi , við tannlæknarokning, dagfest 12. juli 2012. Klikk á myndina so sæst teksturin. Góðan yrkingadag.

Bræv til aðalskrivaran í Norðurlendska Ráðharraráðnum

Jógvan Hugo Gardar journalistur, sum arbeiðir við at lýsa norðurlendska samleikan, hevur lisið nýggju bókina Talar Norden med KLUVEN tunga? Undirheitið er Drottningen, ministern och alla vi andra om den nordiska språkgemenskapen. Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, ið gevur út bókina við polemiska heitinum og undirheitinum, og høvundurin er ikki hvør sum helst. Tað er fyrrverandi pressu- og samskiftisráðgevin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, Karin Arvidsson. Bókin er í Norden-røðini, sum øll Norðurlond vara av og eiga at kenna seg aftur í. Men so er ikki í hesum føri. Norðurlendska bókin, sum hevur sett sær fyri at lýsa norðurlendsk mál beint nú, nevnir ikki føroyskt og her er eingin føroyingur at finna í allari útgávuni. Sama er galdandi fyri sámiskt, móðirmáli hjá kendasta norðbúgva úti í heimi, Mari Boine. Her er tungan veruliga klovin, fyri at grípa í illa umhugsaða heitið á bókini sjálvari. Sentralistiska bókútgávan hevur fingið fólk við áhuga fyri norðurlendskari men

Ein hundrað ára gomul seljurønn

Í morgun fall ein hundrað ára gomul býarmynd í Sverrisgøtu. Tað var ein seljurønn, sum hevur staðið millum klædnahandilin hjá Kissa og matstovuna Marco Polo, sum fyrr var bommfabrikk, niðanfyri Kondittaríið, sum í dag er klædnahandilin Noa-Noa. Miðbýurin broytist við tíðini, tað er klárt. Gomul trø, sum vaksa seg stór og standa í vegin, mugu flytast ella skerast niður og kanska takast heilt burtur. Tá er eisini spennandi, hvat kann fáast úr bulinum og restini av gamla trænum, sum hevur upplivað Havnarsøgu í hundrað ár. Kanska eitt prýðiligt listarverk, ella eitt nýtt gólv, eins og í Listaskálanum? Nú vit nema við broytiliga miðbýin í Havn, so er vert at lesa tað, sum stendur um henda býarpart á heimasíðuni hjá kommununi: Uppskot til heildarætlan fyri miðbýin Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur nú í eitt tíðarskeið arbeitt við eini heildarætlan fyri miðbýin, har handilslív, parkeringsviðurskifti, trivnaður, grønt umhvørvi og býarlív fella saman. Dr. Jakobsen

Seinasta søgan úr Göteborg

Í dag var dagurin, tá Jóanes Nielsen skuldi lesa og práta á norðurlendska pallinum undir heitinum Färöarna genom två århundraden. Vertur, ella moderator, var svenska Bodil Tingsby, sum væluppløgd legði fyri við setninginum úr skaldsøguni Brahmadellarnir : "Det kom ein soldat frå Hordaland til Tórshavn i 1837. Det fekk fatale følger." Prátið teirra millum var livandi og passionerað. Fólk sótu í øllum stólum, sum vóru settir fram og tey, sum gingu framvið steðgaðu, hugtikin. Væleydnað tiltak, sum vendi sær til áhoyraran. Norski Lars Moa var eisini við á pallinum. Hann hevur týtt Jóanes til nýnorskt, eins og hann hevur týtt nógvan annan føroyskan tekst í sama mál. Lars greiddi frá, hvussu hann hevði lært seg føroyskt og um týðingararbeiðið, ið hann segði verða sum einki, sammett við trupulleikarnar at fáa týðingarnar givnar út í Noregi. Har í landinum eru nógvar forðingar og tvørleikar, innan týdda skaldsøgan kemur í handlarnar og til lesaran. Í Noregi verða tvey mál

Bókamessa í Göteborg

Bjørn Kalsø og fleiri norðurlendskir mentamálaráðharrar eru millum innbodnu gestirnar, tá Bok- och Biblioteksm ä ssan letur upp við pallborðspráti og fýrverki á pallinum. Við hansara lið síggjast niðanfyri Katrin Jakobsdottir úr Íslandi og Lena Adelsohn Liljeroth úr Svøríki, og Manu Sareen, sum er norðurlendskur samstarvsmálaráðharri í Danmark.   Eftir pallborðsorðaskiftið, sum finnlandssvenski Robert Levengood stóð fyri í gyltum klædningi, var fýrverkið tendrað og bókamessan 2012 formliga sett.   Eftir formellu politisku upplagtingina, læs norski prísvinnarin Merethe Lindstrøm eina yrking. Hon fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2012 fyri skaldsøguna Dager i stillhetens historie við hesi grundgeving: "I en stillferdig, presis og ettertenksom prosa beretter Lindstrøm om hvordan en dramatisk fortid langsomt bryter inn i en eldre kvinnes liv og bevissthet." Eftir upplesturin eydnaðist mær av avmynda Merethe.   So er blái føroyski bókabásurin lat