Skip to main content

Posts

Smittandi sjónvarp

Onkuntíð rakar ein sending Kringvarpsskránna við serligari kraft, eini tílíkari kraft, sum eingin veðurmaður kundi vita um, og enn minni siga frá um í nakrari forsøgn. Henda kraft er sett saman av sjáldsamum innliti, sum ikki bara er fakligt, men eisini livandi, og hartil borið av einum tíðaranda, sum letur upp fyri anarkistiskum Pippi stíli, har einki er heilagt, uttan hyggjarin. Alt er gjørt honum til heiðurs og hann, hyggjarin, er einasta orsøkin til at hesi fólk eru savnað at siga frá. Alt er gjørt við hyggjaranum fyri eyga, hyggjarin er alla tíðina har, beint framman fyri pallkantinum. Hesa fatan fekk eg eftir at hava sæð Spískamarið í Kringvarpinum. Frá fyrsta setningi og fyrstu mynd er tað brúkarin - hin tvørligi public service kundin, hann, ið rindar alt gildið - sum er í fokus og setur karmin um øll ørindi hjá vertinum og teimum, sum ganga honum til handa. Hetta er ikki nakað abstrakt snikk snakk um okkurt, sum eingin sær. Nei, longu í byrjanini síggja vit, hvør situr

Toskur ella Obama?

Morgunin eftir at allur heimurin hevur konstaterað at fyrsti amerikanski litti forsetin, Barack Obama, er valdur aftur, er høvuðssøgan á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya at toskaaling í Hvalba fer á húsagang. Lesið omanfyri. Søgan er løgd út fyri klokkan fimm í gjár. Sku eru tíðindavirði í toski, bæði aldum og hvalbianskum, men eg helt at heimasíðan var triðja beinið, almenni public service miðilin, hin einasti vit eiga, skuldi standa á. Tað stóð í hvussu er í starvslýsingini, tá henda tænasta í fyrndini var leys at søkja. Hetta er ikki nóg gott. So langt í frá. Men eisini á hesum øki er mentanarligi sjálvstýrarin settur til og hvør einstakur føroyingur finnur øll úrslit á netinum frá New York Times ella Huffington Post, ella á CNN og BBC. Allar hesar tænastur eru ókeypis beint í telduna. Kringvarpsgjaldið, sum í hesum føri ikki leverar vøruna, er ikki ókeypis fyri føroyingin. Eg sigi sum óðu blaðstjórarnir á Dimmu og Sosialinum hava sagt so hart og so ofta í seinastuni: føroyska m

Kathrina dugir

Smílandi norska Kathrine Haugen (f.1970) hevur verið gestalærari hjá Sakarisi Stórá, tá hann gekk á filmskúla i Norðurnoregi. - Besti næmingur, eg havi havt, sigur Kathrina og smílist enn meir. Hon hevur útbúgving sum handritahøvundur frá Filmskúlanum í Lillehammer í Noregi. Myndin er tikin í biografinum CineStar í týska býnum Lübeck beint fyri at hon skal vísa einum fullsettum sali nýggja norska ungdómsfilmin Skvis , sum hon hevur leikstjórnað. Filmurin er framhald av Til siste hinder , sum hon framleiddi og skrivaði, men sum Anders Øvergaard leikstjórnaði. Anders var myndamaður, tá Sakaris gjørdi stuttfilmin Passasjeren . Kathrine upplýsir at báðir spælifilmar eru gjørdir við somu ungu leikarum í Brønnøysund, har 5000 fólk búgva. - Høvdu vit átt alla útgerð og ikki verið bundin av lønaravtalum, so kundi hesin nýggi spælifilmurin, Skvis, helst verið gjørdur fyri 200.000 krónur, sum høvdu verið brúktar til ferðing og gisting. Men vit eru bundin av lønaravtalum, so leikararnir

Tveir høvuðsvinnarar í Lübeck

  Tveir norðurlendskir filmar vunnu høvuðsvirðislønina, NDR virðislønina, sum Norddeutsche Rundfunk letur, á filmsstevnuni í Lübeck í ár. Teir vóru danski Jagten , sum 43 ára gamli Thomas Vinterberg leikstjórnaði og svenski Äta sova dö, sum 32 ára gamla Gabriela Pichler leikstjórnaði. Jagten vann eisini tvær aðrar virðislønir. Thomas Vinterberg, sum eg avmyndaði saman við dóttrini á jarnbreytarstøðini í Lübeck í morgun, hevur fyrr vunnið stórar virðislønir fyri filmarnar Festen (1998) og Submarino (2010). Filmurin hjá Gabriele Pchler,  Äta sova dö, vann eisini áskoðaravirðislønina í Venezia í september í ár. Í enskum tíðindaskrivi sigur leiðslan fyri Nordische Filmtage í Lübeck soleiðis um filmsvirðislønirnar í ár: The Danish director Thomas Vinterberg received a total of three prizes at the 54. Nordic Film Days Lübeck. His film “The Hunt” was awarded the NDR Film Prize (ex aequo) as well as the popular Audience Prize of the Lübecker Nachrichten, endowed with 5,000 euros

Fríggjadagur í Lübeck

Í Lübeck krossast bestu norðurlendsku filmsvegir. Norðurlendska filmsmentanin stendur rættuliga stinn á øllum økjum, frá heimildarfilmum sum Testamentet  (Christian Sønderby Jepsen, Danmark 2011) og  Palme (Maud Nycander og Kristina Lindstrøm, Svøríki 2012) til spælifilmar sum  Jagten (Thomas Vinterberg Danmark 2012) og A lady in Paris , (Ilmar Raag, Estland 2012), sum er úr Estlandi, hevur estiska og franska talu og verður vístur við enskum undirteksti. Og ikki minst nýggi stuttfilmurin Summarnátt (Sakaris Stórá, Føroyar 2012), sum eg fyri fyrstu ferð havi sæð á privatsýning í dag. Og sí, tað var sera gott, sum skrivað stendur. Sandra Anne Jung, á myndini niðanfyri, skipar fyri koyring í Mercedesbilum, atgongumerkjum til biografarnar og vísir okkum á vitjunarverd støð í søguliga býnum. Og tá uppdaga vit at Lübeck er annað enn bara filmur Lübeck er eitt bland av suðurlendskum og norðurlendskum, russiskum og amerikanskum. Kanska er tað bara so, at allir býir, tú kemur til, e

Filmur í Lübeck

Í norðurtýska hansabýnum Lübeck skipa tey í hesum døgum fyri norðurlendskari filmsstevnu, Nordische Filmtage. Tað hava tey gjørt í 54 ár. Tilsamans 149 norðurlendskir filmar verða sýndir hesar dagar, spælifilmar, heimildarfilmar og stuttfilmar. Programmleiðari er Linde Frölich, sum danski verturin, Steen Bille, tosar við. Fleiri dómsnevndir við fólkum úr miðlum og filmfakligum umhvørvi eru á filmstevnuni at taka dagar ímillum teir mongu filmarnar, sum verða sýndir til sunnudagin. Eftir hátíðarligu setanina, sum tó kennist heimlig, verður norski filmurin Kon-Tiki (Rønning, Sandberg 2012) sýndur innbodnum áskoðarum. Høvuðsleiklutin sum Thor Heyerdahl hevur Pål Sverre Valheim Hagen (f.1980), sum vit kenna úr Buzz Aldrin , sum varð tikin í Føroyum. Hann vildi hava at vita, um vit høvdu funnið olju. Sjálvur er hann úr Stavanger, norska oljubýnum. Eftir sýningina vóru høvuðsleikararnir í Kon-Tiki bodnir upp á pallin at fáa rósur og siga nøkur orð um filmsætlanina, sum e

Frídagur í Keypmannahavn

So er seinasta vika av summarferiuni í ár. Hana fari eg at brúka í Keypmannahavn og Týsklandi. Meir um tað seinni. Møti Jógvani á Oyrasundi og vit fara út til systrina, Elisabeth, í Brønshøj og gera pannukøkur. Sum forrætt hava vit etið reyðrøtur við gularótum, súreplum, leyki, skýr og lime. Høvuðsrætturin er frikadellur úr høsnarunga og omaná ger Sigurd ársins fyrsta glas við heitum gløggi. Morgunin eftir fer Jógvan fyrst í skúla, KEA, og Elisabeth og eg fara at vitjað hina ungu Camillu Tuborgh, sum er journalistur, íverksetari og høvundur at bókini Fri og Rig, sum hon heldur fram fyri okkum á myndini niðanfyri. Saman við mammuni, Helle Tuborgh, rekur hon netfyritøkuna Cahetu , sum úr garsjuni selir spennandi lutir til innrætting, millum annað mjúk íslendsk garvað skinn frá Organic Sheep , sum føroyska Steinvør rekur. Somu garvaðu skinn frá Steinvør og The Organic Sheep, finna vit í sølubúðini á stóra listasavninum Louisiana í Humlebæk, har vit fyrsta fáa okkum e