Onkuntíð rakar ein sending Kringvarpsskránna við serligari kraft, eini tílíkari kraft, sum eingin veðurmaður kundi vita um, og enn minni siga frá um í nakrari forsøgn. Henda kraft er sett saman av sjáldsamum innliti, sum ikki bara er fakligt, men eisini livandi, og hartil borið av einum tíðaranda, sum letur upp fyri anarkistiskum Pippi stíli, har einki er heilagt, uttan hyggjarin. Alt er gjørt honum til heiðurs og hann, hyggjarin, er einasta orsøkin til at hesi fólk eru savnað at siga frá. Alt er gjørt við hyggjaranum fyri eyga, hyggjarin er alla tíðina har, beint framman fyri pallkantinum.
Hesa fatan fekk eg eftir at hava sæð Spískamarið í Kringvarpinum. Frá fyrsta setningi og fyrstu mynd er tað brúkarin - hin tvørligi public service kundin, hann, ið rindar alt gildið - sum er í fokus og setur karmin um øll ørindi hjá vertinum og teimum, sum ganga honum til handa.
Hetta er ikki nakað abstrakt snikk snakk um okkurt, sum eingin sær. Nei, longu í byrjanini síggja vit, hvør situr við rattið í Kringvarpsbilinum, sum er fangaður í einum livandi Kringvarpskamera, miðvíst í fokus og altíð avtalað við vertin eftir handritinum hjá framleiðaranum. Eitt søguligt frábrot troðkar seg framat við svørt hvítum myndum og jarðfrøðingurin, sum svarar bæði ja og nei, gerst kanska ein karikaturur, sum tó verður forvitnisligur, eins og persónarnir í leikandi søgunum hjá Ole Lund Kirkegaard. Men tempo fellir í skjóta frásagnarstílinum, eisini tá bóndin fer at greiða frá. Tilsamans verður tað nakað drúgt og tey hava bæði trupult við at halda fokus í frásøgnini í hesum skjóta og ótolna stílinum, sum verturin tykist leggja upp til. Kom til evnið, kokkurin! Og tá tað hendir, so dugir kokkurin framúr væl at siga frá um smakk. So væl at onkur bending og okkurt orð, sum kemur skeivt fyri, ger als ongan mun. Hetta er frásagnargleði og gleði um mat, ein javnt smittandi matgleði. Og so leypa vit til Kristian Blak í Havn, sum dregur fram eina plátu við Kræklingum úti á Reyni. Aftur ein góður anarkistiskur vinkul, sum livir sítt egna sannførandi lív. Meðan Norrøna leggur at fer kokkurin at krydda summarsnaps á Tinganes. Aftur ein so anarkistisk scena at eg eri málleysur. Hetta er so hugtakandi, at nú er loyvt at siga alt. Eisini at ofra snaps til einglarnar undir vindeyganum hjá løgmanni. Tað var neyvan gamalt. So er aftur klipp til Saksunar, har kokkurin er úti á Lónni og finnur eitt rekatræ, sum hann høggur til pinnabrenni og koyrir í ítróttartaskuna, sum rúmar øllum konseptinum, eisini “sjógv av Lógv”. Taskan er aftur ein ítøkilig sjónvarpsgerð og -hugsan, sum bara riggar og sigur tað, ið sigast skal beint á staðnum. Og tá liðugt er, taka vit taskuna upp á økslina og ganga víðari afturvið einum fantastiskum myndaarbeiði. Men enn er ikki liðugt. Nú fer kokkurin í kavaradrakt eftir kræklingi, og aftur við tónunum frá Stórhvalagildinum fylgir kamera við, oman og undir vatnskorpuni, samstundis sum vit fáa týdningarmikil lívfrøðilig og eisini vinnulig viðurskifti at vita. So verður bálið kynt millum steinar úti í Saksun, ein grúgva við koli og sprekum av rekanum av Lónni. Alt kemur til høldar, sum vertur sigur í skiftandi ljósi og veðri, sum ger upptøkuna trupla, umaftur og umaftur, so sum filmsupptøkur altíð eru í Føroyum. Gutti er framúr leikari sum kokkur og skemtari við smittandi láturi. Framúr livandi og nærverandi, faktiskt á so høgum støði, at her er einki at finnast at. Sjálvt ikki upplýsingin um at eina kryddið var úr havanum hjá mammu. Her verða allir knagar brúktir at hanga ymsu lutirnar og søgurnar á. Frálíkt. Her er eingin tilvild, sum ikki gevur meining, hyggjarans vegna, í allari heildini. Alt gongur út í eini livandi søgu, sum er ein stórur pottur, ið surrar væl í hondunum hjá kokkinum Gutta, framleiðaranum Pæturi og myndamanninum Jónfinni, úti í náttúruni, sjálvsagt og líkatil. Men aldri uttan teir góðu smálutir og tey krydd, sum skapa góðu søguna, ið elvur til smittandi sjónvarp. Hóast rátt og natúrligt, var hetta well done. Bravissimo!