Onkuntíð rakar ein sending Kringvarpsskránna við serligari kraft, eini tílíkari kraft, sum eingin veðurmaður kundi vita um, og enn minni siga frá um í nakrari forsøgn. Henda kraft er sett saman av sjáldsamum innliti, sum ikki bara er fakligt, men eisini livandi, og hartil borið av einum tíðaranda, sum letur upp fyri anarkistiskum Pippi stíli, har einki er heilagt, uttan hyggjarin. Alt er gjørt honum til heiðurs og hann, hyggjarin, er einasta orsøkin til at hesi fólk eru savnað at siga frá. Alt er gjørt við hyggjaranum fyri eyga, hyggjarin er alla tíðina har, beint framman fyri pallkantinum. Hesa fatan fekk eg eftir at hava sæð Spískamarið í Kringvarpinum. Frá fyrsta setningi og fyrstu mynd er tað brúkarin - hin tvørligi public service kundin, hann, ið rindar alt gildið - sum er í fokus og setur karmin um øll ørindi hjá vertinum og teimum, sum ganga honum til handa. Hetta er ikki nakað abstrakt snikk snakk um okkurt, sum eingin sær. Nei, longu í byrjanini síggja vit, hvør situr