15. og 16. mars bjóðar Leikarafelag Føroya til fyrsta READING festival á Tjóðpallinum. Í hesum sambandi skriva fyrireikararnir, Gunnvá Zachariasen og Kjartan Hansen, soleiðis í innbjóðandi tíðindaskrivi: Meðan dagarnir í 2013 gerast ljósari, fær nýggjur norðurlendskur READING-festivalur lív í hjartanum í Tórshavn. Festivalurin ber heitið LeikREAD og er úrslit av einum norðurlendskum samtaki, sum Leikarafelagið ger saman við grannalondum okkara. Fimm nýskrivað leikrit úr Norðurlondum eru vald út, týdd til føroyskt og verða pallsett sum Reading á Tjóðpalli Føroya vikuskiftið 15. og 16. mars 2013. Setanin er fríggjakvøldið kl 19:30 og skráin fyri leikritini er henda: Eingin møtir onkrum eftir Peter Asmussen (DK) fríggjakvøldið kl 20:00. Leikstjórn: Simon Boberg (DK). Leikarar: Páll Danielsen og Annika Johannessen Høsnarungarnir eftir Bragi Ólafsson (IS) fríggjakvøldið kl 21:30. Leikstjórn Leiv Arne Kjøllmoen (NO). Leikarar: Eyðun Johannesen, Súsanna Tórgarð, Erling Eysturoy