Sunnkvøldið bjóðaði formaðurin í Kirkjuráðnum í Kvívík, Heini Holm, og presturin, Theodor Olsen, aftur til konsert við sangum eftir Leonard Cohen. Fyrra konsertin við somu skrá og tónleikarum var fríggjakvøldið. Longu ein tíma undan konsertini var kirkjan aftur fullsett og eyka stólar settir inn. Klokkutíman fekk eg at ganga við at telja minst seytjan mikrofonir og hyggja at altartalvum.
Hetta er eitt frálíkt hugskot at lata kirkjuna upp fyri alternativum tónleiki við einum ávísum tema, sum til dømis tá Hamferð sluppu at spæla hart í Dómkirkjuni í Havn. Í Kvívík í dag var tónleikurin ikki so ágangandi og elektriskur, men heldur undirspældur við nógvum ríkum akustiskum frábrigdum, sum alla tíðina byggja á orðini. Lagaliga fylgispælið og væltrimmaðu røddirnar stuðlaðu so væl undir skránna við Cohen sangum, at ofta varnaðist tú ikki, hvør sangur tað var akkurát nú. Tað fleyt, sum eftir ánni.
Edvard Nyholm Debes byrjaði ljósur og lættur, Kim Hansen førdi okkum inn í eina tónleikaverð, sum snaraði um Billy Joel og eitt sindur av Elton og kanska Garth Hudson eisini, Hanus G Johansen var allan vegin hin karismatiski høvuðspresturin, sum bæði í sangi og kroppi megnaði at knýta alt saman, har hann við tyngstu boðum sat mitt fyri altarinum í Kvívíkar kirkju.
Men so vóru tað Anna Maria Olsen og Petra Iversen. Við undurfullum røddum lyftu tær sangskránna til himmals. Einu løtuna var Anna Maria ein heilur sangleikur, musical, ikki bara í røddini, men eisini í rørslum og handalagi, einsamøll kvinna. Hallelujah. Og í eina sanginum, If it be your will, sungu tey trý, Edvard, Anna Maria og Petra, so væl saman, at tað var sum at hoyra Peter, Paul and Mary ljóslivandi, mitt í Kvívík. Puff, the Magic Dragon. Fullkomið samljóð. Hetta er ein nýggj trio, ið hevur framtíðina fyri sær.
Theodor leiddi kvøldið við frágreiðingum um Cohen og teir sangir, vit hoyrdu. Kann vera, at ikki allir sangir eru yrktir beinleiðis til at verða sungnir í kirkju, men saman við inn- og útgangsbøn og góðu frágreiðingunum, skapa teir tilsamans eina vælveru í kirkjuliga rúminum, sum er so framúr til konsertir av hesum slag. Tú ert í góðum selskapi við Cohen í Kvívíkar kirkju.
Hanus spældi gittar, Edvard spældi kontrabass og klokkuspæl, Kim spældi á klaver og munnharmoniku, Petra spældi á tamburin og kazoo og Annu Maria spældi á trummu og kazoo. Og øll sungu tey sum einglar.
Sangirnir vóru Suzanne, One of us cannot be wrong, So long Marianne, If it be your will, Famous blue raincoat, It seems so long ago Nancy, The story of Isaac, Bird on a wire, Undertow, Hallelujah og at enda Dance me to the end of love.
Eins og tú ert í góðum selskapi við Cohen í Kvívíkar kirkju, vóru vit tað eisini við Hamferð í Dómkirkjuni. Og sangir hjá írsku U2 høvdu eisini staðið seg væl frammfyri altarinum í eini føroyskari kirkju. Sum til dømis Gloria, I still haven't found what I'm looking for, Until the End of the World, The First Time, Wake up Dead Man og Peace on Earth. Og ikki at gloyma eingilin úr Gamla testamenti, Nick Cave. Møguleikarnir eru nógvir at finna gudaborið tilfar at bera fram í kirkjuni í føstu. Flott, at prestar og kirkjuráð lata kirkjuna upp fyri megnartiltøkum, sum hesum. Tøkk fyri, at tit á henda hátt hava økt um landsins mentapallar.