Skip to main content

Posts

BBC á vitjan

Tað er ikki á hvørjum degi at bretska sjónvarpsstøðin BBC vitjar í Føroyum, og ein sjálvur sleppur til orðanna við kvittan og øllum. Eitt skotskt sjónvarpslið, sum telur fýra, hevur fylgt Evi Tausen úr Írlandi til Føroya. Vitjanin er partur av arbeiðinum hjá Ferðaráðnum at bjóða útlendskum fjølmiðlum til Føroya, sigur Súsanna Sørensen. Á myndini omanfyri og niðanfyri gera tey upptøkur til eina fýra tímar langa sending í heyst, tá tey fara at senda um countrytónleik í Thurso og Føroyum. Starvsfelagin, Rói Joensen, tók myndirnar á gongini í Námi, har skotski sjónvarpsverturin, Michael Douglas, eftir at hava prátað við Jákup Zachariassen og Kristian Blak, vildi hava at vita, hví og hvussu countrytónleikur kom til Føroya og bleiv so væl umtóktur, sum hann er, bæði á bygd og í bý. Her er mín grundgeving: In the fifties young people started to work and earn their own money. They listened to Radio Luxembourg and soon got to know every star of the day, and invested in turntables and recor

Fylking neyðug?

Í 1973 kom út ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Tað var singleplátan "Nei til EEC", sum øðrumegin hevði sangin Fylking neyðug og hinumegin Kapitalurin . Tað er á hesi plátu, at vit hoyra ein fyrrverandi fiskasølustjóra sláa á trummu - móti EEC! Um tvey ár verður Føroya elsta arbeiðsmannafelag, Enigheden frá 1915, sum í 1932 skifti navn til Fylking , hundrað ár. Arbeiðsmannafelagið hevur sambært nummarleitaranum enn adressu í Valarabrekkuni, har sosialdemokratiska javnaðarvøggan stóð. Seinastu fáu dagarnar hava vit verið vitni til, at á Tvøroyri verður fólkaræðið stigbent í støðugt nýggjar ættir. Fyrsta er, at kapitalurin vil sleppa at byggja út í loyndum. Næsta er, at ein lógligur, skilagóður og fakliga konstruktivur kærari verður hongdur út av myndugleikanum. “Nú vita vit, hvør kærarin er” sigur lokali myndugleikin um hann. Borgarstjórin, sum bara væntaði sær eina nøs, verður flogin heim úr útlondum í leiguflogafari at fundast við Varðan, tá støðan er grei

Estetiskar loysnir á Tvøroyri

Omanfyri er útsiktin av søguliga seglihúsloftinum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Og niðanfyri síggjast hølini uttan, soleiðis sum tey eru endurgivin á heimasíðuni hjá Thomsen og teimum. Í gjár varnaðist eg at ein býráðslimur á Tvøroyri, Malla Dam, skrivar um støðuna har í býnum, sum býráðsformaðurin, Kristin Michelsen, kallar nýggja Klaksvíksstríðið. Í drúgvu greinini gevur býráðslimurin, Malla, eitt estetiskt boð uppá, hvussu støðan kann bjargast, soleiðis at báðir partar, gamalt og nýtt, kunnu liva lið um lið, sum yvirskriftin í greinini sigur. Loysnin er at: "Fasadan á frystigoymsluni kundi verið myndprýdd ella málað sum neystatekjur, sum vit hava sæð aðrastaðni í landinum, og kundi eisini skapa lívd og býarrúm fyri hugnaligum bryggjudansi, regattum, jóansøkutiltøkum og øðrum trivnaðarskapandi virksemi." Hetta var ein óvæntað pragmatisk og ikki sørt skemtilig vend at geva málinum. Eitt sindur paff, fór eg at leita í blogginum eftir Thomsen á Tvøroyri. Jú, fy

LeikREAD á Tjóðpallinum

15. og 16. mars bjóðar Leikarafelag Føroya til fyrsta READING festival á Tjóðpallinum. Í hesum sambandi skriva fyrireikararnir, Gunnvá Zachariasen og Kjartan Hansen, soleiðis í innbjóðandi tíðindaskrivi: Meðan dagarnir í 2013 gerast ljósari, fær nýggjur norðurlendskur READING-festivalur lív í hjartanum í Tórshavn. Festivalurin ber heitið LeikREAD og er úrslit av einum norðurlendskum samtaki, sum Leikarafelagið ger saman við grannalondum okkara. Fimm nýskrivað leikrit úr Norðurlondum eru vald út, týdd til føroyskt og verða pallsett sum Reading á Tjóðpalli Føroya vikuskiftið 15. og 16. mars 2013. Setanin er fríggjakvøldið kl 19:30 og skráin fyri leikritini er henda: Eingin møtir onkrum eftir Peter Asmussen (DK) fríggjakvøldið kl 20:00. Leikstjórn: Simon Boberg (DK). Leikarar: Páll Danielsen og Annika Johannessen Høsnarungarnir eftir Bragi Ólafsson (IS) fríggjakvøldið kl 21:30. Leikstjórn Leiv Arne Kjøllmoen (NO). Leikarar: Eyðun Johannesen, Súsanna Tórgarð, Erling Eysturoy

Søren Ulrik Thomsen

  Í dag las danski yrkjarin Søren Ulrik Thomsen úr egnum verkum í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Tað var himmalskt. Teksturin, stevið, røddin og nýyrðini, ið smakka - ja, av orðum. Orð og aftur orð. Størsti tilbiðjari av gyltum orðum er Søren Ulrik Thomsen. Í hansara umhvørvi smakka orðini væl, hvussu tey so verða vend og snarað, jarða og grivin upp aftur, sum í Hjemfalden (1991), eitt margtýtt heiti, sum eisini kann verða úr kirkjugarðinum og sipa til gamla grøv, ið aftur verður kirkjugarðsogn. Søren Ulrik Thomsen er føddur í Kalundborg í 1956 og kom fram við yrkingasavninum City Slang í 1981, tá so nógv spennandi hendi í donskum skaldskapi og rokktónleiki á móðurmálinum, at danska Móðurmálslærarafelagið, Dansklærerforeningin, mátti grípa í egnan barm og geva út  Vinyllyrik (1984). Søren Ulrik er ein av teim heilt fáu donskum yrkjarum, sum í nýggjari tíð hava fínkað, fagurgjørt, yrkingina og lyft yrkingasøvn fram í ljósið og ikki minst um handilsdiskarnar. Nýggja

Kirkjan sum mentapallur

Í dag varpar Sosialurin ljós á tær kirkjukonsertir, sum hava verið í seinastuni. Orsøkin er, at næsta vikuskifti halda kirkjuráðslimir ársaðalfund. Aftur við Sosialinum havi eg tikið upp í lógvan av teim ovurhonds mongu bókum, sum á føroyskum siga frá um kirkju og gudstrúgv, frá teim yngstu til tey elstu, saman við tí, sum eg sjálvur havi skrivað um tvær av umrøddu konsertunum Hóast kirkjan í mong ár hevur verið fastur pallur hjá Føroya elsta festivali, Summartónum, so hava vit hetta seinasta árið upplivað, at kirkjan verður brúkt til film, sjónleik og tónleik, sum varpar eitt nýtt andligt ljós á tilveruna, uttan tó at verða evangeliserandi Gamla trettanda kundi kirkjugangarin, ið ikki visti betur, fáa ta fatan at tey sótu á kjørbreyt í Dómkirkjuni. Tungmálmsbólkurin Hamferð hvesti sær amboðini á altarinum og fólk fingu proppar at seta í oyruni. Kirkjan var fulsett og tey, ið høvdu hug, kundu lata eitt oyra í bússuna. Áhoyrararnir vóru so disiplineraðir at konsertin kundi byrja

Nýtt sýni

Í kvøld læt Nils Ohrt upp nýggja framsýning í Listasavninum. Ikki tí, nýggj er hon ikki, men tikin úr gamla savninum, og so hongd upp á ein nýggjan hátt, ein nýggj uppheinging , sum tey siga á snedigum savnsmáli. Leiðslan í Listasavni Føroya sigur, at nýggja uppheinging meira enn áður tekur søguna upp í sýningina. Frágreiðandi tekstir eru í trimum førum settir við verkini á føroyskum, donskum og enskum og fleiri tílíkir tekstir fara at koma, sigur Nils. Av somu orsøk hava tey nevnt upplatingina Væl byrjað, við einum spurnartekni í endanum. - Um tað er so, kunnu bara gestir okkara gera av, sigur Savnið, lítillátið, í innbjóðingini til tiltakið, har Åse Bømler Olsen borðreiddi við leskiligari leyksúpan. Í nýggju deildini á Listasavninum verða eyðkend føroysk myndevni hjá Sámal Joensen-Mikines og hansara eftirmonnum, so sum bygdin, strondin, fjallið, havið og gerandisdagurin. Úttrykkið er oftast í tí ekspressionismu, sum hevur vunnið sær hevd sum nakað serstakt í føroyskari

Cohen í kirkju

Sunnkvøldið bjóðaði formaðurin í Kirkjuráðnum í Kvívík, Heini Holm, og presturin, Theodor Olsen, aftur til konsert við sangum eftir Leonard Cohen. Fyrra konsertin við somu skrá og tónleikarum var fríggjakvøldið. Longu ein tíma undan konsertini var kirkjan aftur fullsett og eyka stólar settir inn. Klokkutíman fekk eg at ganga við at telja minst seytjan mikrofonir og hyggja at altartalvum. Hetta er eitt frálíkt hugskot at lata kirkjuna upp fyri alternativum tónleiki við einum ávísum tema, sum til dømis tá Hamferð sluppu at spæla hart í Dómkirkjuni í Havn. Í Kvívík í dag var tónleikurin ikki so ágangandi og elektriskur, men heldur undirspældur við nógvum ríkum akustiskum frábrigdum, sum alla tíðina byggja á orðini. Lagaliga fylgispælið og væltrimmaðu røddirnar stuðlaðu so væl undir skránna við Cohen sangum, at ofta varnaðist tú ikki, hvør sangur tað var akkurát nú. Tað fleyt, sum eftir ánni. Edvard Nyholm Debes byrjaði ljósur og lættur, Kim Hansen førdi okkum inn í eina tó

Snið og ósnið í Havn

Várið kemur fyrr og fyrr. Fólk hava sæð tjøldur um alt landið, hóast fleiri vikur eru til Grækarismessu. Einki er sum fyrr. Í miðbýnum síggjast nýggir viklar, sum omanfyri, úr Perludurinum yvir á Sjómansheimið, og nýggj teknisk inntrív í tey vakrastu hús, sum til dømis Reinsaríið, niðanfyri, ið listinlærdir arkitektar hava bjargað undan miðbýaroyðileggilsi, men so hevur okkurt vælútbúgvið tekniskt høvd kloynt eitt apparát, ella tvey, upp á veggin, Guð viti til hvat. So bara í eina miðbýarskotinum síggjast ikki minni enn tveir Mitsubishivarðar fyri ósnið í Havn. Longur úti, í nýggja mentanarkrókinum í Havn, sýnir Jórun Høgnesen fram stólar og leysakast í ull við føroyskum liti og mynstri. Handilskvinnan sigur, at Jórun er av Norðoyri og er útbúgvin á University of Brighton nettupp í 3D sniðgávu. Hyggasíggj. Enn ein hugvekjandi uppliving í hølunum hjá Öström á Skálatrøð mitt í Havn. Eg fari beint at biðja hana lata mín stól í eina myrkamóreyða troyggju við silvurknappum. Ein ólav