Í dag verður Jóanes Nielsen 60 ár. 25 ára gamal gava hann í 1978 út fyrstu bókina, sum var yrkingasavnið Trettandi mánaðin . Nýggjasta bókin er skaldsøgan Brahmadellarnir . Umframt mongu yrkingasøvnini, hevur hann givið út fýra skaldsøgur, stuttsøgusavn, greinasøvn og skrivað sjónleikir. Jóanes fekk Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1984 fyri Pinnabrenni til sosialismuna og í 2012 fyri Brahmadellarnar . Fyri leikin Eitir nakað land Week-End fekk hann norðurlendsku leikritaskaldavirðislønina í 2001. Mentanarvirðisløn landsins fekk hann í 2011. Jóanes hevur fleiri ferðir verið skotin upp at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Eg ynski honum til lukku við níggju myndum, sum eru tiknar við ymisk høvi, har vit hava møtst. Í Meiarínum, tá filmurin Sporini vaksa úr orðum varð frumsýndur í 2009, úr Skeivapakkhúsi, tá Jóanes fekk M.A. Jacobsen virðislønina og á bókamessu í Gøteborg í fjør, og tá Mentanarvirðislønir Landsins vórðu handaðar fyrrárið. Hjartalig til lukku við 60 ára