Páskabloggarin í Christiansfeld, har fólk verða grivin standandi, upp og niður
Páskir venda aftur á hvørjum ári. Í hvussu er øll tey ár, ið eru okkum unt. Páskamorgun fann eg henda gamla blogg, sum eg langt síðani hevði gloymt. Vónandi hevur lesarin eisini gjørt tað. Gloymt hann. Tí nú fari eg at endirprenta hann í tykisheimi, ein gamlan Skírisblogg við enn eldri myndum:
Eftir fjøruti kjøtleysar dagar í oyðu og niðu er kristna hátíðin aftur yvir okkum. Hátíðin, tá vit í hástemtari tungulist og prangandi myndum minnast krossfesting og uppreisn, við íbygdum gleðiboðskapi. Gleðiboðskapi um at deyðin er ikki endin, men at lívið sigrar á seinasta fíggindanum, broddleysa deyðanum.
Fyrr í dybildagavikuni sá eg filmin Defamation (Yoav Shamir 2009) um antisemitismu. Í dag, skírhósdag, sá eg filmin Blandt brødre og søstre (Halfdan Muurholm 2007) um brøðrasamkomuna í Christiansfeld, haðani myndirnar eru.
Áhugavert við religiøsum forsamlingum og hvussu tær verða sæddar og síggja seg sjálvar.
Eitt er persónliga gudstrúgvin, sum til dømis í Christiansfeld, har Kristus er aðalelsti, øll eta eina kærleiksmáltíð í gomlum klæðum og at enda verða grivin í Guds akuri standandi, upp og niður, klár at møta hinum almáttuga.
Annað er sosiala atferðin at taka seg burtur úr heimsins melduri og liva í einum parallelsamfelagi, har markið er trúgv og vantrúgv. Tey, ið savna skattir í himni og tey, ið bara rulla páskaregg.
Í filminum Defamation verður greitt frá um antisemitismu í dag. Greiða niðurstøðan er, at tey, ið eru innanfyri, hava stóran áhuga í at halda lív í hesum ytra og hóttandi hugtaki, sum heldur lív í innvenda mentanarliga tulkingarfelagsskapinum. Tað gevur eitt gott samanhald og eina greiða sannføring um ikki at vera av hesi verð. Kanska kann trúgvin ikki liva uttan ytri hóttan, tykist filmurin at siga og manar fram fyri mær søguna um, hvørt hønan ella eggið kom fyrst.
Hesa ársins tíð renna átrúnarligu páskatilboðini saman við verðsligum fyriskipanum sum konfirmatión. Ferming, sum tannáringur at játta barnadópin, sum gumman og gubbin í fyrra umfari svaraðu fyri, tína vegna. Ein gleðihátíð við búgvið borð saman við familju og vinfólki. Strálandi frálíkt, ikki minst at verða boðin við, uttan at eiga lut í hesum siði.
Minnist, tá eg sjálvur var í fermingaraldri. Tá var ikki mark fyri, hvussu kirkjufólk kundu happa baptistar, tey, ið hoyrdu til brøðrasamkomuna, tí tey dyrkaðu ikki barnadóp, faðirvár og konfirmatión. Hitt við kortum, biografi og dansi lata vit liggja á hesum sinni.
Minnist lívligar og sannførandi søgur frá vaksnum kirkjufólki í høvuðsstaðnum, hvussu baptistarnir dusaðu sær í veitslum og gávum tá teirra børn fyltu fjúrtan og fóru ropandi frá borðinum. Tað var ikki endi á vælferð og veitslurómi. Ja, nærmast tann reina mammondyrkandi korrupsjón ella okkurt, sum eg slettis ikki dugdi at seta orð á tá.
Klaktur í hesi mentan, brøðrasamkomuni, minnist eg einki til slíkan vællevnað. Ikki skuggan av hesum søgum upplivdi eg, tíansheldur onnur. Men tolin máttu vit lýða á mytomaniskt kirkjuskrøgg og ómælandi hyggja niður í gólvið.
Men komin til mans er hugvekjandi at bróta ís og breyð til hugnaligar konfirmatiónir við búgvið páskaborð. Serliga tá tú trýnir eitt stig aftur, tí ein prædikumaður í fyrndini bjóðaði tær andaliga konsultatión, tá tú fyri tretivu árum síðani gjørdi eina rokksending í Útvarpinum. Tað setir tingini í perspektiv.
Forfylging hevur altíð verið ein partur av gudstrúgv og átrúnaði av øllum handa slag. Hvat kom fyrr, trúgvin ella forfylgingin, er ilt at siga. Men tey treyta hvørt annað, eins og hønan og eggið.
Helst bróti ein halgisið, tá eg longu nú, skírhósdag, ynski tykkum einar góðar páskir. Tær eru ikki fyrr enn páskadag, páskirnar. Men latið eggini rulla og gravirnar rivna, nú fari eg at lurta eftir Aufersteh’n hjá Mahler. Í morgin eru tað fjøllini.
Góðar páskir!