Skip to main content

Posts

Til lukku, Jóanes

Í dag verður Jóanes Nielsen 60 ár. 25 ára gamal gava hann í 1978 út fyrstu bókina, sum var yrkingasavnið Trettandi mánaðin . Nýggjasta bókin er skaldsøgan Brahmadellarnir . Umframt mongu yrkingasøvnini, hevur hann givið út fýra skaldsøgur, stuttsøgusavn, greinasøvn og skrivað sjónleikir. Jóanes fekk Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1984 fyri Pinnabrenni til sosialismuna og í 2012 fyri Brahmadellarnar . Fyri leikin Eitir nakað land Week-End fekk hann norðurlendsku leikritaskaldavirðislønina í 2001. Mentanarvirðisløn landsins fekk hann í 2011. Jóanes hevur fleiri ferðir verið skotin upp at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Eg ynski honum til lukku við níggju myndum, sum eru tiknar við ymisk høvi, har vit hava møtst. Í Meiarínum, tá filmurin Sporini vaksa úr orðum varð frumsýndur í 2009, úr Skeivapakkhúsi, tá Jóanes fekk M.A. Jacobsen virðislønina og á bókamessu í Gøteborg í fjør, og tá Mentanarvirðislønir Landsins vórðu handaðar fyrrárið. Hjartalig til lukku við 60 ára

Thomas Arge til keyps

Fríggjadagin 5. apríl kl 17:00 letur upp framsýning í hølunum hjá Steinprenti á Skáltrøð í Havn við blýantstekningum, tussjtekningum, litkritatekningum og vatnlitatekningum eftir Thomas Arge (1942-1978). Allar tær stívliga hálvthundrað myndirnar eru til sølu. Sum myndlistamaður gekk Tummas Arge sínar egnu leiðir og grundaði sín egna sera persónliga stíl. Hóast hann doyði ungur, einans 35 ára gamal, náddi hann at skapa eina røð av stórfingnum oljumálningum, ið umboða eitt nýtt frambrot, áður ósæð í føroyskari list. Tummas leitaði inn í bjørgini og skorarnar og upp á tindarnar. Hann vísti eitt áður ósætt dirvi, og kom at gera myndlist okkara ríkari og fjølbroyttari.

Eingin vegur í Tingið

Í dag ber ikki til at koyra inn á Tinghúsvegin. Øll hugsandi skelti forða fyri koyring av Vaglinum ella Áarvegnum og inn á representativu fólkagøtuna til landsins Ting, sum klokkan tíggju í dag fer at viðgera uppskot til samtyktar frá Fíggjarmálaráðnum um játtanarkarmar fyri fíggjarlógina. Hóast allar vegforðingarnar, tekur Kringvarpið samanum málið við júst eini orðing úr ferðsluni, tá lagt verður afturum, ella yvirhálað: 'Samanumtikið ætlar landsstýrið, at inntøkurnar skulu fáa útreiðslurnar aftur og fara fram um tær.' Spyrst, so livst.

Jóna og Guðrið í Focus

Listakvinnurnar Jóna Rasmussen, ovast, og Guðrið Poulsen fara fríggjadagin 5. apríl kl 16:00 at sýna fram í Galerie Focus . Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðra staðni við. Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki. Elementið er ofta vatn og hon ger eisini abstraktar myndir. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum. Guðrið Poulsen er keramikari og hevur síðan 1986 sýnt fram í Føroyum, Týsklandi, Norðurlondum, USA og aðra staðni. Hon er tann fyrsti føroyingurin sum arbeiðir professionelt við keramikk. Hennara verk fevna um gagnlist til listaverk á høgum støði. Hennara skulpturar eru, í formi og liti, hugmyndir av náttúruni. Framsýningin hjá Jónu og Guðrið er opin til 18. apríl, týsdag til

Gerandisfilmur í Havnar Bio: Stories We Tell

Havnar Bio er við í røðini DOXBIO , sum eru heimildarfilmar í biograflongd. Fleiri enn hálvthundrað biografar í danska ríkinum, íroknað Føroyar og Grønland, eru við í DOXBIO. Í annaðkvøld, mikukvøldið 3. apríl kl 20:00, sýna allir biografarnir, eisini Havnar Bio, enn ein nýggjan heimildarfilm. Tað er kanadiski Stories We Tell . Søgur, sum vit siga. Og tað skal takast fyri áljóðandi. Hetta eru søgur, sum fólk í sama húski, ella somu familju, siga um húskið og næstrafólkini. Hvør frá sínum sjónarmiðið. Stories We Tell. Danski filmsummælarin Per Jul Carlsen , sum fyrr plagdi at skriva í Levende Billeder, sigur at hetta er ein filmur, sum hann sjálvur kundi gjørt. Og tað meinar hann ikki negativt, men avgjørt positivt. Ein søga um at siga somu søgur innan sama karm, men við hvør sínum sjónarmiði. Tá filmurin varð vístur á Sundance Film Festival í Utah í januar, skrivaði ein ummælari á blogginum við stuttliga heitinum  Off To See The Elephant eins positivt um filmin. Hetta er triði film

Páskasøga um egg og hønur

Páskabloggarin í Christiansfeld, har fólk verða grivin standandi, upp og niður Páskir venda aftur á hvørjum ári. Í hvussu er øll tey ár, ið eru okkum unt. Páskamorgun fann eg henda gamla blogg, sum eg langt síðani hevði gloymt. Vónandi hevur lesarin eisini gjørt tað. Gloymt hann. Tí nú fari eg at endirprenta hann í tykisheimi, ein gamlan Skírisblogg við enn eldri myndum: Eftir fjøruti kjøtleysar dagar í oyðu og niðu er kristna hátíðin aftur yvir okkum. Hátíðin, tá vit í hástemtari tungulist og prangandi myndum minnast krossfesting og uppreisn, við íbygdum gleðiboðskapi. Gleðiboðskapi um at deyðin er ikki endin, men at lívið sigrar á seinasta fíggindanum, broddleysa deyðanum. Fyrr í dybildagavikuni sá eg filmin Defamation (Yoav Shamir 2009) um antisemitismu. Í dag, skírhósdag, sá eg filmin Blandt brødre og søstre (Halfdan Muurholm 2007) um brøðrasamkomuna í Christiansfeld, haðani myndirnar eru. Áhugavert við religiøsum forsamlingum og hvussu tær verða sæddar og síggja s

Klippfisk til øll

Í døgunum 1. til 10. apríl fáa føroyingar ein forkunnugan møguleika at vera vitni til føroyska filmslist, soleiðis, sum hon skal njótast. Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen, sum dagliga starvast á filmsverksmiðjuni Klippfisk, hava tikið stig til at savna saman 8 føroyskar filmsframleiðslur, allar framleiddar innan seinasta árið. Í tíðindaskrivi frá Klipfisk verður sagt, at føroyska filmslistin virkar innan sera avmarkaðar karmar, og hjá evnaríku og eldhugaðu framleiðarunum er tað flest altíð hugurin, ið drívur verkið. Hetta viðførir, at tað sjáldan er fíggjarligt grundarlag fyri at sýna tað, ið verður framleitt, í biografum ella tí, sum líkist. Maria og Rógvi hava tískil gjørt av, at tíðin er búgvin at sýna fram tað, sum kreftirnar innan fakið hava at bjóða. Tey fara at ferðast kring landið at seta karmarnar til eitt biografkvøld upp, har fólk kunnu keypa atgongumerki til at síggja hesar 8 filmarnar, sum eru ymiskir í longd, tema og framleiðsluhátti. Ferðaætlanin sær sol

Skírhósdagur á fjøllum

Hesa ársins tíð er tað sum amen í kirkjuni, at Jón Kragesteen bjóðar til gongutúr í Suðurstreymoy at fagna várinum. Hetta er trettandi túrurin og eitt brot úr innbjóðingin ljóðar soleiðis: "Nú munnu fá støð vera eftir í Suðurstreymoy, har vit ikki hava verið. Men tó so, onkur hevur skotið upp, at ganga av Norðradalsskarði suðureftir niðan á Stiðjafjall, har nøkur áhugaverd støð eru. Vit møtast tí á Neytaskarði (Norðradalsskarði) kl. 10 skírisdag 28. mars 2013" Úr øllum ættum koma fólk í bili, bæði børn og vaksin. Ætlanin er at ganga runt og koma aftur á Neytaskarð, har bilarnir standa. Her møtast gamlir kenningar, sum eitt nú Sigurd Poulsen og Dan Lamhauge, sum helst tosa um gamlar dagar á Argjum og har um leiðir.   So fara vit øll niðan brekkuna móti Stiðjafalli, sum sæst longst burturi. Í ryggsekkinum hava summi træsprek til bálið, tá vit fara at steðga at eta.   Í byrjanini ganga vit eftir rossagøtuni, og tí møta vit rímiligvís reiðfólk