Skip to main content

Posts

Mentanarnáttin og lívið á bygd

Mentanarnáttin hevur í ár so drúgva skrá, at hon er mest sum ein ólavsøka. Frá Norðurlandahúsinum og oman í býin eru standmyndir hjá íslendsku Steinunn Thórarinnsdóttir av androgynum persónum, sum stillisliga undrast yvir almenna rúmið. Hinumegin grafisku strípurnar við Havnará gongur ein maður við stavi og førarahundi. Frikki, íslendski filmsleikstjórin, plagdi at siga 'A Blind Man Is A Walking Cinema', tá hann leigaði frá Blindaheiminum við Tjørnina í Reykjavík. Hugvekjandi at fáa høvið at seta seg í stað teirra blindu eina løtu. Nátt á middegi er nakað heilt sjáldsamt, bæði fyri lunda og fólk. Í døgurðatímanum, Mentanarnáttina, ringir Jóhan Mortensen, at siga mær frá um lívið á Vestaru bryggju. Har eru søguligu bygningarnir hjá Bacalao, Saltsøluni og Tunnuvirkinum. Í fundarfrágreiðing, sum er á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, kunn vit lesa at á fundi í Tórshavnar býráð 28. juni 2012, er staðfest at: “Tórshavnar havn keypti Saltsølubygningin á matr. nr. 970e í

Mentanarnátt frá morgunstundini

Nú dagar fyri Mentanarnáttini í høvuðsstaðnum. Men eingin hátið uttan fløgg. Her er tað Birgar Johannessen, sum akkurát hevur verið úti á Tinganesi, eins og allar hinar dagarnar í árinum. Hann hevur vundið Merkið í stong og hann forvissar meg um, at tað bara eru bara eini tveir, tríggir dagar á árinum, har ikki ber til at flagga fyri óveðri. Birgar vísir mær fløggini, hann hevur á baksetrinum í bilunum. Tað er nógv lættari at hava fløggini við hondina, tá tú hevur átikið tær hesa uppgávuna, sigur hann í góðun morgunlag á Bursatanga, meðan marinarar av báðum kynum rógva út frá Georg Stage. Einki er sum fyrr. Ein góður dagur breddar.

Ole hevur Street Credibility

So er greitt, hvør er upphavsmaður til nýggju gøtuskeltini, sum hava verið frammi í Havnini í seinastuni. Tað er Ole Wich, sum við heitinum Street Credibilty sýnir fram ein heilan vegg av skeltum, 60 í tali, á Várframsýningini, sum letur upp í Listaskálanum fríggjakvøldið kl 19:00, eftir at Summarframsýningin er latin upp í Norðurlandahusinum kl 17:00. Trý fólk vóru eins skjót at senda svar inn í kappingini um at vinna eitt signerað skelti. Spurt varð um upphav og ætlan við hesum loyniliga átaki. Her eru tey trý svarini, sum deila fyrstaplássið: 1) Hatta er Ole Wich, sum vil gera vart við tey havnarfólkini, sum veruliga hava sett sær spor í býnum, og ikki bara onkur hissini løgmaður av bygd. (Gunnar Onghamar) 2) Var gitum ein, ið kundi hugsast at verði aftan fyri slíkt tiltak, at laga til slíkt gangsta-rap, stórbýar fyribrygdi til føroysk viðurskifti. Tann einasti, ið kemur mær til hugs, er Ole Wich. Sum eg skilji tað, verður staðið, har listafólk koma frá, kallað upp eftir hes

Mentanarnátt í Listaskálanum

Unn Joensen og Ludvík á Brekku gera klárt til Várframsýningina 2013 í Listaskálanum. Longst burturi, til vinstru í speglinum omanfyri, sæst Jón Sonni Jensen. Umframt tey bæði, Unn og Ludvík, hevur Jóhan Martin Christiansen samskipað framsýningina, sum letur upp við nítjan listafólkum í Listaskálanum fríggjakvøldið 7. juni kl 19:00. Ein hálvan tíma seinni heldur formaðurin í felagnum Føroysk Myndlistafólk , Ole Wich, setanarrøðu og kl 20:00 syngur kórið Sólarmagn . Upplatingardagin er opið í Listaskálanum til klokkan 22:00 og Várframsýningin heldur á til 23. juni. Tey, sum sýna fram á Várframsýningini 2013 eru Dennis Agerblad, Marianna Bjørgheim, Ludvík á Brekku, Ann-Mari Dam, Edward Fuglø, Annika Arge Gregoriussen, Anna Kathrina Højgaard, Jón Sonni Jensen, Ingi Joensen, Saga Kapnas, Simen Engen Larsen, Astri Luhin, Rannvá Holm Mortensen, Marita Nattestad, Vígdis Petersen, Jóna Rasmussen, Eli Smith, Kári Svensson og Ole Wich. Várframsýningin í ár ber heitið Pall: - Vit,

Skil á skeltum

Eitt er at sita á Kjørbreyt, annað er at sita á Gablasteini í Portugálinum. Hóast staðurin í Tinganesi við áskriftini hjá Gabel í dag eru almenn skrivstova, hava mong Havnahúski búð í hesum húsum. Men hvat skal hetta nýggja bláa gøtuskelti á Gablasteini ? Er Gøtunavnanevndini sett á Spískastein, ella er tað bara farið at rabla fyri nýføroyskum Gablafólki? Git mær tað. Um hornið stendur tónleikalærarin Bjarni Berg við enn einum bláum gøtuskelti  Blaks Boulevard . Við gittarfylgispæli spyrja vit uppaftur: Hvat er hetta? Hvat er uppavsfólkið og hvat er endamálið? Git mær tað! Uppi á Tingusvegnum halda vit fram fyri okkum hetta gøtunavnið Sloansvegurin . Gamaní eru tað Sloanshús, vit síggja til høgru. Men hvør er meiningin og hvør er upphavið til alt hetta við nýggjum gøtuskeltum í Havn? Git mær tað! Og so enda vit í sólskininum uppi í Steinatúni, har kokkurin og tónleikarin Jákup Pauli Gaard Olsen heldur gøtuskeltið við áskriftini Moulditorgið fram fyri sær. Undir heiti

Georg Stage á makrelveiðu í mjørka

Úr mjørkanum í Nólsoyarfirði hoyrdist tokulúður afturvið kaffinum á middegi. Tá tríggjar mastrar so sigldu út úr mjørkanum, tyktist tað, sum um Havnanevndin varslaði Mentanarnáttina við siglandi ballettuppseting av The Flying Dutchman , søguni um skiparan, ið varð dømdur at sigla um heimshøvini til dómadags. Tað var írski lummatjóvurin George Barrington (1755-1804), ið varð sendur til Avstralia sum fangi, sum í 1795 skrivaði søguna A Voyage to New South Wales , har eydnuleysi skiparin fyrstu ferð er nevndur. Niðurlendingar siga soleiðis um søguna á Wikipedia: 'De Vliegende Hollander (Volkskunde) is een spookschip dat volgens de overlevering voor eeuwig in de omgeving van Kaap de Goede Hoop rondvaart. Ook de kapitein wordt De Vliegende Hollander genoemd.' Stuttligt at lesa, hvussu nederlands líkist føroyskum. Men skipið, sum nú er komið úr mjørkanum, er danski Georg Stage , ein fullriggari, við ráseglum á øllum trimum mastrum, bygt í Frederikshavn í 1934. Fullrig

Tíðartekin í Tórshavn

Meinigheitir tosa um tekin í tíðini, jartekin, ið sigast benda á heimsins undirgang, heilt skjótt. Tekin í Tórshavn hava leingi bent á lodrættan arkitektoniskan undirgang, ja kring landið alt, tá umræður býarplanlegging. Í so máta er gott grundarlag fyri eini nýggjari meinigheit, Tórshavnar-Tekin-í-Tíðini-Meinigheit-Fyri-Endadagsarkitektar. Nú nýggi Listanevndarformaðurin er arkitektur, vóni eg at almenna rúmið verður endavent og sett til kjak, so tað ikki heldur fram at vera ein ónevndur avgreiðsluspurningurin millum arkitekar og tilvildarligar býráðslimir uttan andstøðu ella aðra barlast, tíansheldur estetiskt dannilsi. Tað eri eg sannførdur um, hvørja ferð eg gangi gjøgnum Tróndargøtu við gomlu katólsku kirkjuni við hevjaða hvíta krossinum fyri endanum. Tá var býarplanlegging. Ein gøta við byrjan og enda. Nú er tað sum grafitti-meistarin, Búgvi, Tórshavnar Banksy, hevur staðfest í parafrasuni yvir Nowhere Man hjá Beatles á Mimirshurðini: 'Nowhere Plans for Nobody' og s