Skip to main content

Posts

Tá Flati Stanley kom til Føroya

Í morgun lendi eitt bræv úr Oregon á mínum borði. Tað er lítli Will, sum gongur í skúla í Beaverton, ið skrivar. Í skúlanum hava tey lisið søguna um Flat Stanley , sum Jeff Brown skrivaði í 1964. Eina náttina dettur talvan oman yvir Stanley, ið verður flatur sum ein pannukøka. Í staðin fyri at blíva ein ræðusøga, eru øll fegin, serliga foreldrini, ið nú kunnu senda lílta flata høvuðspersónin í brævi um allan heim. So kann hann síggja fremmand støð og venda aftur til heimliga skúlan. Í dag kom hann til Havnar. Dear Will, Thank you for Flat Stanley. My first picture is of him on my working desk this Monday morning. My Google coffecup is to the left. Then I took my car and drove up the hill, overlooking Tórshavn, where I am living and working. It is misty this morning, a drizzle, and we saw some gees in the wet autumn grass right by the roadside. In the distance you can see the harbour, the sea and a bright light from the sun. Driving down again towards Tórshavn, we saw

Limabræv frá Steinbrá

- Vit kunnu fegnast um, at STEINPRENT er vorðin tann týdningarmikli mentanarstovnur, vit sóu fyri okkum, tá ið farið varð undir virksemið fyri fjúrtan árum síðan. Verkstaðurin hevur verið mennandi fyri føroyska myndlist, men av ikki minni týdningi er, at higar koma listafólk úr øllum ættum at arbeiða stytri ella longri tíðarskeið. STEINPRENT ger sítt til, at Føroyar fáa ein leiklut í eini mennandi altjóðagerð á høgum listarligum stigi. Takkað verði dugnaligu fyristøðufólkunum, Jan Andersson og Fríðu Brekku, er verkstaðurin vorðin gitin víða um, serstakliga í Norðurlondum. Ein grundstuðul, ið STEINPRENT ikki kann vera fyri uttan, er felagsskapurin STEINBRÁ, sum við stuðli sínum gevur eitt gott íkast, soleiðis at verkstaðurin kann húsast í tí sera góða umhvørvinum hjá Østrøm á Skálatrøð. STEINBRÁ hevur nú stívliga 150 limir. Vit takka fyri stuðul tygara, men loyva okkum at minna á, at onkur hevur enn ikki goldið árliga limagjaldið – 500 kr. Sum kunnugt fáa limirnir, afturat árlig

Bárður framvegis fremstur

Á føroyska bókabásinum í Frankfurt er Bárður Oskarsson framvegis fremstur, tá fólk steðga á, skifta orð og endaliga gera avtalur um útgávu í teirra londum. - Higartil er Bárður týddur og seldur til seks lond, sigur Niels Jákup Thomsen á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið bøkurnar hjá Bárði út á føroyskum. -Nýtt á hesari messuni er stórur áhugi úr Eysturevropa at geva Bárð út í teirra londum. Fyrispurningar hava eisini verið úr Bretlandi um Jógvan Isaksen, og frá Brasil er áhugi at geva út tónleikaævintýrið Veiða vind . Júst hetta er serliga áhugavert, tí Brasil er heiðursgestur á Bókamessuni í Frankfurt í ár, sigur Jenny Johnannessen, ið samskipar bókarættindaliga partin í FarLit átakinum. Á myndini omanfyri tosar hon við Will Evans, sum er forleggjari í Texas. - Mikudagin høvdu vit móttøku fyri øllum okkara professionellu sambondum, altjóða og serliga norðurlendskum, har vit borðreiddu við føroyskum mati, laksi og brotbreyði, og drekka, vatni, øli og snapsi, sum t

Hvussu fáa vit bøkur kendar úti í Heimi?

Í fyrrárið var Ísland heiðursgestur á bókamessuni í Frankfurt. 25 ára gamla Elisabeth Böker, sum hevur lisið bókmentir við lærda Johannes Gutenberg Háskúlan í Mainz, valdi at skriva um íslandska átakið, Sagenhaftes Island , í endaligu magistarauppgávuni. Heitið á uppgávuni er Sagenhaftes Island. Erfolgsfaktoren des isländisches Ehrengastauftritts auf der Frankfurter Buchmesse 2013 . - Í uppgávuni setti eg mær fyri at lýsa, hví og hussu íslendska átakið var so væleydnað, og eg vildi close an academic void , fylla út eitt akademiskt tómrúm, ið eingin visti nakað um, sum mínir professarar skrivaðu, tá eg fekk endaliga prógvið, sigur Elisabeth. Í uppgávuni hevði hon samrøður við 17 fólk í Íslandi, teirra millum verkætlanarleiðarar og bókaforleggjarar, og hon spurdi 15 týsk bókaforløg og fimm týðarar um teirra fatan av átakinum. - Eg gjørdi eisini eina marknaðarkanning, at finna fram til, hvat týska pressan, bæði hin almenna og hin bókafakliga, hildu um íslendska átakið á bókamessu

Føroyskar lýsingar fanga tíðarandan

Í kvøld bjóðaði Ingi Rasmussen vegna Háskúlan og Fróðskaparfelagið einum fullsettum lofti á Føroyamálsdeildini á Debesartrøð vælkomnum til fyrilestur. Eiler Fagraklett, lýsingarserfrøðingur, marknaðarfólk í TF Holding og formaður í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, helt fyrilestur undir heitinum Føroyskar lýsingar fanga tíðarandan.  Eiler er útbúgvin innan Advertising & Marketing á Lancaster University, og hevur arbeiðsroyndir frá J. Walter Thompson, SMS, Gallup Føroyar, Hús & Heim, Dimmalætting, Vinnuvitan og Vikublaðnum. Undan fundinum var sagt, at "Einki fangar tíðarandan í einum samfelag betur enn lýsingar. Vilt tú læra eitt nýtt land ella eitt nýtt samfelag skjótt at kenna, hygg so at lokalu lýsingunum, og tú verður skjótt klókari. Hvat siga so gamlar føroyskar lýsingar um, hvussu okkara hugburður, lívsstílur, brúkaravanar og samfelagsnormar eru broyttir síðstu øldina?" Allar lýsingar, sum Eiler brúkti og vísti á veggin, høvdu verið alment frammi í Føroyum

Eyðun í Focus fríggjadagin

Í tíðindaskrivi frá Galerie Focus , sigur Marianna Norðoy, at Eyðun av Reyni letur upp framsýning í Lambagerði 1 í Havn fríggjadagin 11. oktober kl. 16:00-18:00. Í bókini Eyðun av Reyni (2008) sigur Aðalsteinn Ingólfsson, at "Listamaðurin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum - eins og dansarin, sum hevur vant og vant í óteljandi tímar á bumminum - at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli, gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um hendan miðdepilin, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øðiligum slettum og skvettum av ljósi

Ferðin móti deyðanum

Sosialurin, Vikuskiftið í dag: Størsta norðurlendska bókamessan, Bok & Bibliotek, hevur júst verið í Gøteborg. Vit hava biðið Birgir Kruse, sum var á messuni, viðmæla tríggjar norðurlendskar bøkur frá messuni: Ilt er at velja bara tríggjar bøkur burturúr, men at ein djúpt persónligur bloggur hjá einum deyðasjúkum manni fyrst kann fáa fastatøkur á milliónum av lesarum, og síðani kann blíva til eina bók, sum eitt av stóru forløgunum í Svøríki vil geva út, er allan vegin hugtakandi. Talan er um Kristian Gidlund, sum spældi trummur í bólkinum Sugarplum Fary og doyði 29 ára gamal av krabbameini, 17. september í ár. Henda dag skrivaði hann á bloggin: “Vid vägens slut. Så föll ett långsamt regn genom trädgården. Och jag gick ut för att stilla en oövervinnerlig törst”. Nú er allur bloggurin komin út í bók við sama heitinum, sum bloggurin: “I kroppen min - resan mot livets slut och altings borjan.” Ein onnur svensk bók er á forlagnum Bonnier, sum í skakandi stillføri setur spurnar

Spískamarið er fantastiskt!

- Hetta er ungdómurin í Skúgvoy, siga tey trý á bakkanum, sum í miðal munnu vera um tey trýss ella meir. Turt konstaterandi. Soleiðis er tað, og longri er tann søgan ikki. Henda turra sannkenning var eitt av eyðkennunum við fyrstu sendingini, Spískamarinum , sum í hesum fyrsta umfari er tikin í Skúgvoy, har høvuðspersónurin, Gutti Winther, fer í bjørgini eftir havhestaeggum og eisini fær líra (Puffinus puffinus) og urtir frá bygdafólkinum, fyrr í summar. Hann kavar niður í gerandisdagin í kulørtu bygdini, har traktorar koyra og veggir eru bláir og gulir, eins og turriklæði. Kamera er á høvdinum, so vit kunnu fylgja við, tá hann hongur í bláum lofti og trýhundrað metrar eru undir honum. Eitt skakandi ævintýr úr okkara egna veruleika. Júst hesin karmur, úr okkara egna veruleika, er kjarnin í einføldu søguni, sum eins og danska Bonderøven og líknandi sendingar úr øllum heimsins londum, leita aftur til náttúruna við teim grundleggjandi ørindum at fáa mat á borðið, beint úr túninum. Sum

Ríkisligar veðurlagsbroytingar

Í hesum døgum, meðan tosað verður um veðurlagsbroytingar og nýggjar siglingarleiðir framvið Føroyum og víðari gjøgnum Arktis, sum Minik Rosing fortelur um á Louisiana , fekk eg eitt væl innpakkað bræv úr Nuuk í Grønlandi. Skriftina kendi eg beinanvegin. Hetta er Ole Wich, sum er har í landinum í lestrarørindum. - Men hví er innihaldið á innskrivaða smápakkanum eitt frímerki við 150 krónu tollingarvirði? Eg bretti upp og finni eitt listaverk hjá Inuk Silis Høegh og Asmund Havsteen-Mikkelsen, sum er eitt frímerki við virðinum 38.50, ið straks fær meg at hugsa um ta tíðina, tá Havnini hevði postnummarið 3800. Klárt at seta á veggin millum hini heimskortini. “Meelting Barricades” er enska heitið á grønlendska listaverkinum, sum føroyska postverkið bar mær inn um gáttina og fekk meg at hugsa um donsku postnumrini. Danmark er fjalt av kava og ísi, so tað er meinlíkt Grønlandi, og alt Danmark er avtakið við grønlendskum nøvnum. Upprunin til verkið er at finna tann 21. juni 200

Göteborg í bókum og myndum

So fer bókamessan í Göteborg at lakka móti endanum. Í dag klokkan tvey varð latið upp fyri almenninginum og udirtøkan var eins stór og undanfarin ár. Bíðirøðirnar vóri langt út á gøtuna, og innkomin vilja øll hava fatur á bókum, svenskum og útlendskum. Á føroyska básinum er stórur áhugi fyri bókini um matstovuna Koks , sum í kvøld er kosin árins átak. Norski Per Øystein Roland frá Norla, sum hevur til uppgávu at gera norskar bøkur kendar í útheiminum, og er fremsta drívmegin í NorLit, ið vil fáa øll Norðurlond at gera tað sama, vitjar føroyska básin. Sama ger nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, Max Dager, sum er sinnaður at gera rithøvundatiltøk, ið veruliga gera mun, millum londini Føroyar og Ísland. Jógvan Isaksen er katalysator og ein brandur at tosa við miðlar, sum koma framvið. Her er tað ein mentablaðmaður á Politiken, sum vil hava nærri at vita um Jóanes Nielsen og aðrar aktuellar føroyskar rithøvundar og teirra bókaútgávur. Her hava teir báðir f