Skip to main content

Göteborg í bókum og myndum


So fer bókamessan í Göteborg at lakka móti endanum. Í dag klokkan tvey varð latið upp fyri almenninginum og udirtøkan var eins stór og undanfarin ár. Bíðirøðirnar vóri langt út á gøtuna, og innkomin vilja øll hava fatur á bókum, svenskum og útlendskum. Á føroyska básinum er stórur áhugi fyri bókini um matstovuna Koks, sum í kvøld er kosin árins átak.



Norski Per Øystein Roland frá Norla, sum hevur til uppgávu at gera norskar bøkur kendar í útheiminum, og er fremsta drívmegin í NorLit, ið vil fáa øll Norðurlond at gera tað sama, vitjar føroyska básin.


Sama ger nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, Max Dager, sum er sinnaður at gera rithøvundatiltøk, ið veruliga gera mun, millum londini Føroyar og Ísland.


Jógvan Isaksen er katalysator og ein brandur at tosa við miðlar, sum koma framvið. Her er tað ein mentablaðmaður á Politiken, sum vil hava nærri at vita um Jóanes Nielsen og aðrar aktuellar føroyskar rithøvundar og teirra bókaútgávur. Her hava teir báðir funnið eitt stuttligt brot úr Brahmadellunum.


Og her er tað enn ein Gøtumaður, sum hin Gøtumaðurin, Jógvan, møtir í Göteborg, Búi Tyril úr Norðragøtu, sum býr her í býnum og rekur tíðindatænastuna Nordixis og nýkomna tíðarritið Front Seat.



Búi Tyril fær til gávus eitt eintak av virðisløntu bókini hjá Pól Jespersen um Rúmdina, sum Nám gav út. Leggið til merkist áskriftina Award Winner 2013.


Umframt bókina um Koks, og allar samlar bøkurnar hjá Jóannesi Nielsen, sum beint nú hevur verið í svenskum sjónvarpi, er stórur áhugi fyri barnabókini hjá Oddvør Johansen við tekningum hjá Janusi á Húsagarði um hina Klóku æðuna. Fólk vilja hava at vitja hvussu æða og blikur eita á føroyskum.



Við grannabásin er finska Tiia Strandén, sum leggur til rættis finsku luttøkuna á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt næsta ár.


So er móttøka á føroyska básinum í stóru bókahøllini við føroyskum laksi frá Hiddenfjord, brotbreyði frá Jórun, snapsi frá Dism, øli frá Føroya Bjór og Okkara og vatni frá Faroe Water.







Millum tey, sum vitja føroyska básin, eru eitt svenskt par, sum bæði hava gingið á norðurlendska háskúlanum í Kungälv og har hava hitt føroyingar, og av hesi orsøk javnan vitja í Føroyum. Tey vórðu so ovurfegin, tá tey sóu tjúgu ára gamla føroyska atlasið hjá Námi og kundu peika á Gásadal, Trælanipuna og Trøllkonufingur, sum tey sóu í summar.


Eisini Britta Nygård vitjaði føroyska básin. Hon hevði júst verið á fundi í svensk-danska mentanarrunninum og minti varisliga á, at Føroyar jú eru ein partur av Danmark. Samstundis hevði Turið Sigurðardóttir verið á fundi í norðurlendsku nevndini, sum skal lata barnabókavirðislønina.


So komu tíggju ungfólk úr Grønlandi á vitjan. Undir heitinum Inuusuttut - nunatsinni nunarsuarmilu / Ung i Grønland - ung i verden hevur Lene Therkildsen á forlagnum Malik givið út eitt stuttøgusavn við 10 ungum grønlendskum rithøvundum, sum á grønlendskum og donskum máli skriva um viðkomandi og eisini burturtagd evni í Grønlandi í dag.




Norðurlendskir ritstjórar, sum fáast við fakbøkur, ella nonfiction, møttust fyri fyrstu ferð í fjør á bókamessuni í Göteborg. Tey, sum vóru á sama staði í ár, settu sær fyri at møtast púra óformelt og siga frá um bøkur á teirra máli og forlagi. Stigtakarar eru finska Tiia Strandén, sum samskipar finsku luttøkuna á bókamessuni í Frankfurt í 2014, Susanna Bergström Larsson frá svenska mentamálaráðnum og norski Per Øysten Roland frá Norla.



Í hesum óformella selskapi verða fleiri spennandi non fiction, tað er fakbøkur, lagdar fram á ein persónligan og livandi hátt. Eg havi hug at nevna tríggjar av bókunum, sum allar eru nýggjar. Martin Kaunitz frá Bonnier forlagnum legði fram eina bergtakandi søgu hjá einum 70 ára gomlum manni úr Täby í Svøríki, Julian Better, sum er ættaður úr Pólandi, og fyri fyrstu ferð sigur frá um barnaárini í Gulag, eini russiskari fangalegu, har hann varð borin í heim og foreldrini dripin. 

Adam Dahlin frá forlagnum Forum legði fram eina ikki minni hugtakandi bók um Kristian Gidlund, sum doyði 29 ára gamal av krabbameini fyri 10 døgum síðani. Hann spældi trummur í bólkinum Sugarplum Fary og skrivaði ein blogg, sum milliónir vitjaðu og kommenteraðu, um tað at verða sjúkur og raktur av krabba. Bloggurin kallaðist I kroppen min - resan mot livets slut och altings borjan. Nú er bloggurin givin út í bók.


Triðja bókin, eg havi huga at nevna, er norska bókin um Jesus, sum Hanne Line Solem frá forlagnum Spartacus legði fram. Tor Åge Bringsværd hevur skrivað um ein Jesus, sum ikki er hann, ið vit kenna úr Nýggja Testamenti. Í røðini eru fleiri bøkur um kendar persónar, millum annað ein um Robin Hood.

Bøkur um mat og matgerð eru størsta evni á Bókamessuni, og kanska bókamessum í øllum heiminum við. Her savnast fólk sum onga aðra staðni og bøkurnar liggja á plattum, og verða rivnar burtur eftir stuttari løtu. Eini journalisturin, sum hevur samrøðu við høvundan í køkinum, sigur, at orsøkin er, at við skeribrettið eru øll líka. Tí eru kókibøkur so væl dámdar. Tær raka ikki bara beint í hjartað, men bæði í køkin og búkin.


Her eru eisini tríggir jólamenn, ella jólakvinnur, ið sýna fram ársins svenska jólakalendara á iPad. Eftir troyggjuni hjá jólamanninun longst til høgru, er ikki vist at tey eru so politiskt korrekt.

Og nú vit nema við tað politiskt ókorrekta, renna vit okkum í eina dansk-enska pornobók, Danish Porn, har Føroyar eisini skriva seg inn i søguna. Tað er í kapitlinum hjá Torben Andersen um Bodil Joensen úr Sumba, kalla ornepigen, ið sambært bókini andaðist í 1984.

Um hornið er ein rúgva av myndabókum um bretska street art myndlistamannin Banksy. Flest allar eru metsølubøkur í bókahandlum, og Banksy er serstakliga nógv umrøddur í bløðum um hús og heim.

Í næsta bási verður ávarað um at vera til fals og at selja skrivaða orðið ov bíliga. Sel ikki tekstin ov bíliga, eru ávarndi orðini um rættindi á svenska bókamarknaðinum, nú talgild tøkni ger innrás.

Felagsskapurin ELIB sigur seg vera hin størsta í øllum Norðurlondum, sum umboðar og umsitur talgild rættind hjá øll høvundum, ið skriva. Livst, so spyrst.

Og tað er kanska í tøkum tima at skipa rættindini hjá teimum, ið skriva, tí nú er ein bók ikki altíð úr pappíri. Umframt talgildu e-bøkurnar er her ein tónleikabók við sangum hjá Evert Taube. Tað er bara at trýsta á play.

Okkara samstarvsfelagi, Natur och Kultur, vísir fram eina skúlabók í svenskari móðurmálsundirvísing við heitinum Svenska i dag - från Gilgamesh till Guillou.

Og sum kallaður trýnir Jan Guillou fram á pallinum hjá Piratforlagnum, sum hann sjálvur eigur, og savnar hópin av fólki um heimlig viðurskifti og altjóða samansvørjingar.

Tvær hugtakandi kvinnur eru á rumenska básinum, beint aftanfyri hin føroyska. Men bara onnur er rumensk. Tað er Iona Nicolaie, sum er gift landsmanninum og høvundanum Mircea Cartarescu og er aktuell við svensku týðingini Himlen i magen.

Hin kvinnan á rumenska pallinum, er finska Virpi Pahkinen, sum er úr Jyvaskyla, men býr í Stockholm. Hon er av kendastu dansarum og koreografum í Norðurlondum, og gevur nú á fyrsta sinni út eina bók. Tað er hin sjálvævisøguliga skaldsøgan Ormbäraren.

Men her eru ikki bara etableraði listafólk og rithøvundar. Í eina básinum eru børn, sum vilja siga eina søgu um at vera barn, verða happa, ella at líða av ovurviðkvæmi av øllum handa slag, sum hesin framfýsni drongur, ið mælir øllum børnum til at skriva og bliva høvundar. Tað er bara at tora, Våga.

Og barnahøvundar, teir vaksnu, møtast til prát fyri opnari mikrofon. Her eru tað svensku Jessica Schiefauer og Sara Lundberg, sum umframt Marjuna S. Kjelnæs og Rakel Helmsdal og tíggju onnur, eru í uppskoti at fáa fyrstu norðurlendsku barnabókavirðislønina. Turið Sigurðardóttir var eisini i býnum at fundast um júst hesa virðisløn.

Svenski Bengt Berg hevur eisini nøkur hugvekjandi orða at bera fram fyri fólki, sum eru møtt við Varmlands básin við malningum av útróðarmonnum, ið kundu havt verið føroyingar. Bengt Berg er rithøvundur, útgevari og politikari við visjónum.

So renni eg meg í skrivimaskinuna hjá Stig Dagerman, sum doyði bara 31 ára gamal í 1954. Hann hevur skrivað mest filmiska tekst eg veit um. Tað er náðileysa stuttsøgan Att döda ett barn, sum stendur í nógvum donskum lesibókum. Søgan snýr seg um ein mann, sum ein sunnudag koyrir ein blankan bil, og eitt barn, sum mamman samstundis sendir yvir um vegin at lána sukur. Sjálvur doyði Dagerman í egnum bili inni í garasjuni. Hetta er sterkasta skriviamboð eg kann hugsa mær. Skrivimaskinan hjá Stig Dagerman.

Og beint sum eg eri fallin í egnar tankar er tað, sum ein fluga surrar fyri oyrunum. Yrking, yrking, sigur hon. Men tað er ikki ein fluga. Tað er Annika Selmewall, sum vil sleppa at siga mær eina yrking. Livet är livet. Ikki lesa. Bara siga. Intenst og beint í oyra. Livet är livet.

Nú fai eg trongd at skriva sjálvur. Kveiktur, taki eg ein tusjpenn, sum liggur frammi til øll at skriva orð, sum ikki eru til. Nýfunnin orð, nýgjørd orð.

Og so fara Búi Tyril og eg at finna minnismerki, ein obelisk, yvir blaðstjóran Torgny Segerstedt (1876-1945), sum var hin einasti, ið tordi at siga Hitler og Nazitýsklandi ímóti, meðan týskurin hevði stór vinnulig áhugamál, serliga í jarni og málmi, har norðuri í Svøriki. Í nýggja filminum Dom över död man (Jan Troell 2012), sum filmsfelagið Klipp vísur í Norðurlandahúsinum 9. oktober, verður Segerstedt lýstur. Og tað er punktum fyri Göteborg á hesum sinni. Kanska síggjast vit aftur næsta ár. Ímeðan lata vit minnismerki yvir Torgny Segerstedt standa.