Borað verður eftir olju í Norra. Ikki Noregi, tí tað er kvæðamál, segði ein privatur vinnulívsmaður um dagarnar. Kanska hevur hann rakt tað rætta oktantalið. At tað er eitt skisma millum alment og privat, ið ger av, um tú frá barnsbeini, sum í sanginum niðanfyri, verður disponeraður fyri Norra- ella Noregssmittuni. Arbeiðsmenn í hópatali fara til Norra, ja Norra, at vinna sær til lívsins upphald í Førjun, ja Førjun, har tey snakka førist. Sådan er tæ. Ikki bara í privata vinnulívinum, men eisini í framherjandi privatu ítróttini, dribla tey í dag við Norra. Í talu verða nógv orð og heiti brúkt, uttan at hin talandi gevur sær stórvegis far um, hvat er rætt, ella bara borðbart til givna høvið. Og soleiðis hevur verið og fer ivaleyst framhaldandi at vera í øllum heimsins málum. Høgur og lágur stílur, og natúrligt ósamsvar millum talaða og skrivaða orðið. Á Læraraskúlanum í fýrsunum, sum onkur rópar áttitárini, segði føroysktlærarin, at tað var blaðstjórin á Tíðindablaðnum