Skip to main content

Myndir og tekstur


Í áratíggju hevur verið sagt, at vit liva í eini alt meir ágangandi myndamentan. Í sama tíðarskeið hevur verið spátt, at tekstur og lesnaður fer at vikna, líða og víkja, so bara blinkstrandi myndametan, video og telduspøl, standa eftir og skapa eina ómentaða menniskju, serliga dreingir. Kalt vatn í blóðið. Einki stendur sterkari enn bókin og heiðurskrýndi teksturin, sum har býr. Í gjár vóru fýra linjur hjá Tom Kristensen funnar í Danmark og straks kundi ein tekstagranskari við ærufrykt staðfesta virði til 10.000 krónur. Meðan tað ikki kemur uppá tal at stjala tílíkan tekst, so er annarleiðis við myndum. Tær hava litla hevd, um nakra. Tær hava so frítt at fara, at myndina deila vit, sum var hon kollektiv ogn. Bara ikki tekstin, tí hann eiga Yvirføroyar. So kunnu Undirføroyar deilast um fotomyndirnar, sum ónevndar og óforpliktandi verða sendar í umfar sum hjáputur í miðlunum og eisini á almennum heimasíðum. Respektin fyri myndum er eingin. Persónliga gangi eg inn fyri einum kollektivum samfelag við borgaraløn til øll, tekstahøvundar og fotografar, har øll eiga alt. Um tað var so, hevði eg eisini borið mínar myndir fram á sama kollektiva torg. Alt til øll fyri einki. Information wants to be free. Men so langt eru tey bara komin á Vaglinum. Haldi meg kenna hasa myndina aftur, sum er longst til vinstru. Tú sært hana við at blaða niður eftir hesum bloggi. Tíanverri er tað ikki eindømi, at fólk uttan at spyrja og kreditera nápa myndir at brúka her og nú. Men á Vaglinum er dømið so stuttligt, at tað skal vera landsins elsta bókahandili fyrigivið. Bókin er hóast alt okkara mentunarligi hornasteinur.