Skuldi koyra frá Malpensaflogvøllinum í Milano gjøgnum Liktinstein og norður um markið til München í Týsklandi. Steðgaði við Comovatnið at fáa eina kalda limone, tá ein gulur skúlabussur rullar inn á plássið. Ein riðil av garterandi børnum, sum øll tosa italskt, stíga úr bussinum. Í bíðiraðnum við kioskina spyrja tey, hvaðani eg eri og hvar eg fari. - Eg skal til München, sigi eg og geri meg týðuligan. Tey ivast, so eg sigi á enskum Mjúnik, Olympics you know, Oktoberfest und alles, og eri um at gera eina óhøviska rørslu við fyltum lógvum framm fyri bringuna, men aftri meg, tá italska skúlafrøkunin hyggur upp úr protokollini, har hon hevur sett seg við kampingborðið, meðan Comovatnið blinkstrar í baksýni. Frøkunin blaðar upp í skúlaferðaætlanini og peikar við uppsettum hári og svørtum hornbrillum á triðstørsta týska býin, sum er beint fyri norðan, og sigur forloysandi italsku orðini: Monaco di Baviera! Børnini, sum eisini skulu hagar, tí heimbýur teirra, Verona, og Monaco