Skip to main content

Hummaraheimferð


Í kvøld kom Matthew Workman á gátt við 50 hummarum, sum hann hevði fingið frá vinfólki. Í morgin, hósdag, flýgur hann heim aftur til Oregon, umvegis Keypmannahavn og Chicago. Kløurnar eru tiknar av og bollin við hummarahalunum verður sett beint á borðið við lime og sitrón.


Fesku hummararnir, sum eru úr Tangafirði, dygst við Flesjarnar, eru kókaðir spilllivandi í Himalaiasalti í ein minutt og seytjan sekund.


So verða teir skornir og kryddaðir við pesto og hvítleykssmøri, og settir í ovnin, sum er 170 stig, í sjey og ein hálvan minutt.



Tá umræður føroyskan hummara eru avtakaralondini fyrst og fremst Russland, Las Vegas í USA og Monako. Ein delikatessa afturvið góðum breyði og vatni. Manga takk, Matthew og vinfólk, og góða heimferð í morgin!