Morten Kirkskov (f.1963), ið vit kenna sum skrivstovustjóra í Borgen , hevur skrivað søguna Kapgang , sum fer fram í lítla Suðurjútska býnum Sdr. Omme, har hann vaks upp, akkurát sum Martin, ið ikki bara er sonur elektrikaran, men eisini er 14 ára gamal í 1976. Villads Bøye úr Aalborg, har Kirkskov nú er sjónleikarastjóri, fekk høvuðsleiklutin, sum hann megnar perfekt. Harafturat hefti eg meg við, hvussu nógv hann í øllum vinklum líkist Roman Polanski. Hann sæst til høgru omanfyri og til vinstru niðanfyri. Í so máta er hann framtíðartryggjaður. Verri er, at filmiska søgan leggur seg so tætt upp at samtíðarpoppi í hesum sama ári, sum skiltað verður við frá byrjan til enda – 1976. Tað er ein váðin gerð, at lata slagarar, sum ofta eru døgnflugur, spenna søguna so stramt upp á løriftið. Vit kenna til heiðurskrýndu søguna hjá Nick Hornby, High Fidelity , sum Stephen Frears gjørdi til film í 2000 og Breaking the Waves (1996), har Lars von Trier á sama hátt letur søguna strála upp úr