Skip to main content

Tá illusjónin við Oplev brast


Morten Kirkskov (f.1963), ið vit kenna sum skrivstovustjóra í Borgen, hevur skrivað søguna Kapgang, sum fer fram í lítla Suðurjútska býnum Sdr. Omme, har hann vaks upp, akkurát sum Martin, ið ikki bara er sonur elektrikaran, men eisini er 14 ára gamal í 1976. Villads Bøye úr Aalborg, har Kirkskov nú er sjónleikarastjóri, fekk høvuðsleiklutin, sum hann megnar perfekt. Harafturat hefti eg meg við, hvussu nógv hann í øllum vinklum líkist Roman Polanski. Hann sæst til høgru omanfyri og til vinstru niðanfyri. Í so máta er hann framtíðartryggjaður.


Verri er, at filmiska søgan leggur seg so tætt upp at samtíðarpoppi í hesum sama ári, sum skiltað verður við frá byrjan til enda – 1976. Tað er ein váðin gerð, at lata slagarar, sum ofta eru døgnflugur, spenna søguna so stramt upp á løriftið. Vit kenna til heiðurskrýndu søguna hjá Nick Hornby, High Fidelity, sum Stephen Frears gjørdi til film í 2000 og Breaking the Waves (1996), har Lars von Trier á sama hátt letur søguna strála upp úr tónleiki. Men í hesum filmi, Kapgang, ið sum áður nevnt upp í saman skiltar við árinum 1976, verður sentrala scenan, har teir tríggir høvuðsleikararnir, tveir dreingir og ein genta, við krossandi seksualiteti, sita á knallert, verður løtan baða í tónleiki frá The Knack, sum syngja og spæla My Sharona. Og 1976 var ikki árið, tá tann plátan hoyrdist. Minnist, at summarið 1979 keypti eg fyrstu ferð ein nýggjan bil, Datsun 140Y, sum eg sjálvurfjórði var í Skotlandi við, tá Smyril sigldi til Scrabster. Heimafturkomin í juli, hoyrdi Útvarpsstjórin meg tosa um skotska plátumarknaðin, sum var nógv størri, ódýrari og skjótari at koma til enn hin danski, sum øll brúktu. Hann spurdi, um eg var klárur at fara í morgin. Okay, segði eg eitt sindur foyur og lotur. Tá var sami sangur, My Sharona, nummar eitt um alla verðina, og tí keypti eg sjálvandi LP plátuna, sum kom út í juli 1979, heimaftur við til Føroya, eins og Oceans of Fantasy hjá Boney M, sum var nýggjasta nýggja akkurát tá. Tá eg í endanum á filminum Kapgang síggi, at ein tónleikaresearchari og -supervisor hevur verið knýttur at hesum gigastóra álvarsprojektið, ið skal endurspegla 1976 á bygd, fái eg alt í hálsin. Tú kanst ikki byggja ein film upp úr plátum, uttan at hava skil fyri plátum. Hvørki á bygd ella í býi. Tað gongur altso ikki. Tú ert dumpaður, hvussu góð søgan so er. Her er eingin náði. Og ITT Schaub Lorentz kasettubandupptakarin, sum høvuðsleikarin hevur á súkkluni, er ikki sannførandi. Soleiðis handfóru fólk ikki dýrar kasettubandupptakarar í 1976. Eg havi sjálvur verið har og minnist hvønn smálut í hasum kassettubandupptakaranum. At heingja hann á eitt súkkluróður, nei tað heldur ikki í tíðarmaskinuni. Illussjónin, sum allur filmur byggir á, er brostin. Tíanverri. Upplivingin at siggja Oplev stóð ikki mát á hesum sinni.