Skip to main content

Posts

Tá illusjónin við Oplev brast

Morten Kirkskov (f.1963), ið vit kenna sum skrivstovustjóra í Borgen , hevur skrivað søguna Kapgang , sum fer fram í lítla Suðurjútska býnum Sdr. Omme, har hann vaks upp, akkurát sum Martin, ið ikki bara er sonur elektrikaran, men eisini er 14 ára gamal í 1976. Villads Bøye úr Aalborg, har Kirkskov nú er sjónleikarastjóri, fekk høvuðsleiklutin, sum hann megnar perfekt. Harafturat hefti eg meg við, hvussu nógv hann í øllum vinklum líkist Roman Polanski. Hann sæst til høgru omanfyri og til vinstru niðanfyri. Í so máta er hann framtíðartryggjaður. Verri er, at filmiska søgan leggur seg so tætt upp at samtíðarpoppi í hesum sama ári, sum skiltað verður við frá byrjan til enda – 1976. Tað er ein váðin gerð, at lata slagarar, sum ofta eru døgnflugur, spenna søguna so stramt upp á løriftið. Vit kenna til heiðurskrýndu søguna hjá Nick Hornby, High Fidelity , sum Stephen Frears gjørdi til film í 2000 og Breaking the Waves (1996), har Lars von Trier á sama hátt letur søguna strála upp úr

Opið í Dovregade

So er opið hjá Jógvan í Dovregade í eigarafelagnum Telemark á Amager. Hóast bygdar í 1927, eru íbúðirnar við teim norsku gøtunøvnunum sum nýggjar. Starvsfelagin heima í Námi, Wenche, sum er ættað úr Noregi, veit at siga, at Dovre hevur stóran tjóðskaparligan týdning har í landinum. Tað er fyrst og fremst í setninginum Enige og tro til Dovre faller , ella Einig og tru til Dovre fell, sum nýnorska orðingin sigur í Eidsvollseden, sum semja varð um fyri júst 200 árum síðani, tá norska grundlógin varð skrivað. Í Føroyum kenna vit eina líknandi vending, So leingi Beinisvørð stendur , hjá Poul F. Joensen. Dovregubben , fjallakongurin, er eisini kendur í norskum ævintýrum og í leikinum Peer Gynt hjá Ibsen við tónleiki eftir Grieg. - Her er lætt og luftigt, sum havnarmaðurin segði. Eingin tung ferðsla ella høgir bygningar, ið taka ljósið. Opið er til allar síður og Tanja Rau (f.1970) hevur við einfaldari striku málað gerandismyndir á veggirnar í næstu gøtu, sum er Kurlandsgade.

Hálvleikur

Nú er hálvleikur í sjónvarpinum. HB og KÍ spæla, siga búmerkini uppi í vinstra horni. Ikki hyggi eg ofta eftir fótbólti ella aðrari ítrótt yvirhøvur, men í dag varnaðist eg eina frálíka frásøgn frá kvinnufótbólti úr Gundadali í Havn. Finala, siga tey. Nógvir frálíkir vinklar, einki myndakiks, einki tøknikiks. Og í steðginum eru lýsingar og beinleiðis prát á vøllinum. Og mín sann, um ikki Høgni í Jákupsstovu er vertur í avbalanseraðum práti. Hansara besti leiklutir síðani, ja nokk so langt síðani. Og so lata vit hesa myndina standa eina løtu. Hetta er myndin hjá almenna Kringvarpinum frá sama dysti: So er public service givið upp til kjak á øllum Føroya vøllum. Tað er Rás1, sum Føroya Tele hjá okkum øllum føroyingum eigur, ið sendur sponsoreraða fótbóltin í hvørja stovu. Meðan myndirnar tala fyri seg, kann spyrjast: who is the public and what is the service? Gott, at bólturin er rundur.

Carl Jóhan leggur fram

Aldri áður hevur so nógv fólk verið savnað í Steinprenti sum fríggjakvøldið, tá Carl Jóhan Jensen legði fram nýggju skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik . Tað er aftur forlagið Sprotin í Vestmanna, sum gevur út. Sámal Blak hevur gjørt permuna og Sonja Kjølbro hevur umbrotið tekstin, sum er á 520 blaðsíðum. Seks teirra kunnu  lesast á heimasíðuni hjá Sprotanum, har bókin eisini fæst sum e-bók. Fyri níggju árum síðani hevði eg viðtal við Carl Jóhan um fyrru bókina, Ó - søgur um djevulskap,  sum undir yvirskriftini Millum trúboðarar og vampýrar   kom á forsíðuna á Dimmalætting 11. november í 2005. Tá segði Carl Jóhan: "Eg havi hvørki hug ella áneyðir at lifra fyri nøkrum. Og alraminst teimum longu rollum av tvætli, ið summi púra ósmæðið lata prenta eftir seg í bøkur og bløð. Tað nógva, sum rópar seg upp á skaldskap, er sjáldan nærri í ætt við bókmentir enn jarm er við operu. Um eg eri bangin fyri ummælum? Nei, eg kenni meg á toluliga tryggari