Skip to main content

Posts

Lat tónleikin tala

Í kvøld spældi Blátt Gras úr Vágum í Reinsarínum í Havn. Ein væl uppløgd framførsla við fýra ovurfegnum vágamonnum, Richard Johansen, Terje Johannesen, Johan Mikkelsen og Gunnar Steintún, einum havnamanni, Ragnar Joensen, og tveimum stuðulsspælarum á fiól, Angelika Nielsen, og á dobro og steel, Jákup Zachariassen. Í løtum rættir hillbillies, sum vóru komnir beint oman úr Appallachunum at spæla í mánalýsinum afturvið kókaðum høsnarunga og slitnum bíblium mitt í túninum. Frálíkt. - Tá vit møttu til venjing fyri fyrstu ferð, ánaði eingin at vit fóru at gera ein bólk. Vit høvdu allir ynskt tað í longri tíð, men vit spældu bara hvør sær til ymisk tiltøk. Vit elska tónleik og gleðin av at syngja og spæla lýsti ígjøgnum frá fyrstu venjing, siga teir á heimasíðuni bilett.fo , sum upplýsir um konsertir kring landið, nú nýggj fløga, Ávegis , sum er gjørd í Nashville, er komin út. - At navnið bleiv til Blátt Gras komst av tí, at vit nýttu ljóðføri og gjørdu løg, sum løgdu seg uppat B

Minni frá Múrinum

Her er eitt minni, ein souvenir , frá tónleikafestivalinum Við Múrin í 2009 . Nú hoyrist, at aðrir eigarar, men undir sama navni, bjóða somu uppliving á sama stað, uttandura tónleik á bønum í Kirkjubø. Karmarnir eru upplagdir og nærmast sjálvsagdir, fæst loyvi til endamálið. Hvussu innihaldið og upplivingin fer at verða, man bara tíðin fara at vísa. Á heimasíðini siga teir báðir, Rói B. Poulsen og Helgi D. Michelsen, at tað var ikki av tilvild, at valið fall á Kirkjubø. - Vit vita frá øðrum festivali, ið áður hevur verið, og, sum ber sama heiti, at staðið er sera væl egnað til festival. Hóast Við Múrin 2015 ber sama sama heiti og fer fram í sama staði, er talan um ein annan festival, við øðrvísi konsepti og øðrum fyriskiparum, siga teir baðir. - At savna føroyingar á einum søguligum stað til ein føroyskan tónleika- og mentanarfestival er bara “spot on “. Føroyska náttúran og umhvørvið í Kirkjubø skapar hugna millum fólk, siga Rói og Helgi. Og er veðri við teimum, so hava t

Løgmaður sum tilvitin borgari

Í middagstíðindunum í dag var telefonprát við Kaj Leo Holm Joannesen, løgmann, um havnaútbyggingina kring Skansan í Havn. Ikki tí hann er blivin havnafúti, kommunlimur í høvuðstaðnum og so slettis ikki løgmaður. Nei, hetta var hin samvitskufulli og tilvitaði borgarin, the conscious citizen, sum tosar beint fram uttan spuna og heilivágsframleiddan boðskap. Persónliga niðurstøðan er, at hann vil ikki síggja uppá eina stóra bingjuhavn restina av lívinum. Og so dittar hann sær at nevna undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna og møguleikarnar beint á miðleingjuni í nýggju Sentralføroyum. Hetta er greið tala, borgarans vegna, nú havnin í Havn er farin at liva sítt egna innkrevjingarlív. Gott, harra løgmaður! Myndina omanfyri tók eg av nýggjárstaluni hjá løgmanni fyri tveimum árum síðani, sama ár, sum eg tók havnalagsmyndina niðanfyri í Listaskálanum.

Color Me Country

Onkuntíð plaga tey at siga dagur í viku . Eg havi hug at víðka hugtakið til vika í ári . Hesa vikuna kom nýggja atlasið hjá Námi og sama dag, sum tað varð lagt fram, var ársfundur í smápartafelagnum Kúfóðuri  úti í Mattalág hjá Jóhan á Plógv. Ikki so galið. Og heitið á dagsins bloggi opinberast longur niðri. Tí Verðin hevur ymsar litir. Omanfyri er Erla Olsen, ið týddi atlasið úr enskum, avmyndað saman við undirritaða, sum í hálvtfjórða ár hevur havt ta náði at ritstjórna skúlaútgávuna hjá Námi, sum 47 navnsnevnd fólk hava staðið saman um. Niðanfyri sæst kvøldverturin í Mattalág, Jóhan á Plógv, Ragnar í Vík við gittara og fremst fyri er Oddbjørn Vágslíð, sum dagin fyri fylti 70. Bókaleygardagurin í Norðurlandahúsinum byrjaði við eini víðfevndari, undirhaldandi og perspektiverandi setanarrøðu frá Jóanesi Nielsen . Ein herrlig røða, sum við eini sjáldsama vælupplagdari ervafrásjón gjørdi vart við æviga dynamikkin í plátuvinyli, hesuferð Beggars Banquet (1968) hjá Rolling Sto

Morgunsól í Havn

Í morgun fóru flestu út í tún við myndatóli at goyma løtuna, tá sólin reis úr Nólsoynni millum Skúvafjall og Líðarfjall, og skein á alla verðina. Í hvussu er verðina í Havn í morgun.

Miðvikumentan

Í dag var dagur í viku, mitt í Havn. Tað var miðvikumentan. Ikki tí at kommunalið hevur steðgað Skansaætlanini, nei tú, tað er miðvikumentan, har fólkið savnast til upplivingar á óvæntaðum støðum. Í Steinprenti eru vestmenningurin Jonhard Mikkelsen og tey á Sprotanum komin til Havnar við tveimum feskum yrkingasøvnum. Meðan Hanni Bjartalíð og Tóroddur Poulsen standa frammi, greiðir Jonhard frá um søvnini Opus 6 hjá Peturi Pólson og Oktoberbløð í fallandi sól hjá Oddfríða Marna Rasmussen. Fyrst spælir og syngur Benjamin Petersen, meðan Petur og vit onnur lurta við andakt í hvíttaðu hølunum hjá Østrøm. Áðrenn teir lósu úr hvør sínum nýggja savni, dystaðust teir lystiliga við at lesa úr eldri søvnum hjá hvørjum øðrum, og at hugleiða um vátligar løtur í Mimir og øðrum ørminniligum støðum. Stuttlig framløga og ikki sørt av einum ertandi duelli eisini. Petur hevði elektro fylgispæl afturvið dramatiska upplestrinum úr gjøgnumkomponeraðu æðrasymfoniini Opus 6 . Umframt