Skip to main content

Lat tónleikin tala



Í kvøld spældi Blátt Gras úr Vágum í Reinsarínum í Havn. Ein væl uppløgd framførsla við fýra ovurfegnum vágamonnum, Richard Johansen, Terje Johannesen, Johan Mikkelsen og Gunnar Steintún, einum havnamanni, Ragnar Joensen, og tveimum stuðulsspælarum á fiól, Angelika Nielsen, og á dobro og steel, Jákup Zachariassen. Í løtum rættir hillbillies, sum vóru komnir beint oman úr Appallachunum at spæla í mánalýsinum afturvið kókaðum høsnarunga og slitnum bíblium mitt í túninum. Frálíkt.


- Tá vit møttu til venjing fyri fyrstu ferð, ánaði eingin at vit fóru at gera ein bólk. Vit høvdu allir ynskt tað í longri tíð, men vit spældu bara hvør sær til ymisk tiltøk. Vit elska tónleik og gleðin av at syngja og spæla lýsti ígjøgnum frá fyrstu venjing, siga teir á heimasíðuni bilett.fo, sum upplýsir um konsertir kring landið, nú nýggj fløga, Ávegis, sum er gjørd í Nashville, er komin út. - At navnið bleiv til Blátt Gras komst av tí, at vit nýttu ljóðføri og gjørdu løg, sum løgdu seg uppat Blue Grass stílinum, siga teir fimm í bólkinum.


Á Facebook vangamyndini greiða teir frá, at Blátt Gras bleiv til veturin 2012. - Løgini eru ein blandingur av inniligum kærleikssangum, og so glaðum Blue-Grass líknandi sangum, siga teir og leggja aftrat, at tekstirnir eru um kærleika, gerandislívi og um okkara Harra og frelsara, Jesus Kristus.

Í Reinsarínum í kvøld fekk hetta seinasta meg at hugsa um, at av øllum teim viðurskiftum, sum kunnu fáa meg at ilskast inn á tónleikaupplivingar, eru tvey, ið eru tey ringastu. Og tá telji eg ikki hurrandi kommunubilin við, sum stóð uttanfyri og blinkaði, meðan onkur hongdi jólapynt upp í mentunargøtuni, als ikki.

Annan vegin er tað, tá ið prædikur og ymsar tølandi frelsuroyndir verða knýttar at tónleiki, og hinvegin tá ið skandinaviskur dansbandatónleikur partú skal knýtast afturat countrytónleiki og gera hann til tað reina trallala.

Í kvøld ilskaðist eg ekstra nógv inn á salvandi frelsutalurnar, ið samstundis skuldu minna tey møttu á forsamlingskulturin í Lindini, Kelduni og Libanon. Eg komi eingi av hesum støðum. Ergo var eg gingin skeivt, nú eg kom inn á gólvið í Reinsarínum, at hoyra nakað so ópolitiskt og verðsligt, sum tónleik. Men aftur hinvegin. Hesin tónleikur var so fantastiskur, rútmiskur, harmoniskur og gleðistrálandi, at hann hevði staðið nógv betri á egnum beinum og uttan allar religiøsu tilsipingarnar.

Plagi at siga, at í mentunarkjaki, har mangar meinigheitir eru, har er avbjóðingin altíð at hava dirvið at prædika út um kórið. Aldri innaveggja og bara til kórið. Tey eru longu bæði frelst, nýfrelst og umafturfrelst og hava onga prædiku fyri neyðini. Avjóðingin er at sleppa gáttini, kórinum og øllum gyrðingum.

Tá tónleikurin er so góður, sum hjá Bláum Grasi, dregur tað bara niður, tá prædikast skal omaná tónleikin. Tað er í tónleikinum, at styrkin er. Ikki fátæka orðinum og verðsliga forsamlingskulturinum. Tónleikurin er nógv hægri. Lat hann arbeiða og frelsa sálir, um tað er tað, tú vilt. Ella bara at stytta um stundir, meðan vit enn ganga á foldum og fegnast um rútmur og samklang. Um tit bara lata tónleikin tala, so fara nógv at siga Halleluja!

Framhaldandi góða eydnu við tykkara gleðismittandi tónleiki!