Í kvøld spældi Blátt Gras úr Vágum í Reinsarínum í Havn. Ein væl uppløgd framførsla við fýra ovurfegnum vágamonnum, Richard Johansen, Terje Johannesen, Johan Mikkelsen og Gunnar Steintún, einum havnamanni, Ragnar Joensen, og tveimum stuðulsspælarum á fiól, Angelika Nielsen, og á dobro og steel, Jákup Zachariassen. Í løtum rættir hillbillies, sum vóru komnir beint oman úr Appallachunum at spæla í mánalýsinum afturvið kókaðum høsnarunga og slitnum bíblium mitt í túninum. Frálíkt. - Tá vit møttu til venjing fyri fyrstu ferð, ánaði eingin at vit fóru at gera ein bólk. Vit høvdu allir ynskt tað í longri tíð, men vit spældu bara hvør sær til ymisk tiltøk. Vit elska tónleik og gleðin av at syngja og spæla lýsti ígjøgnum frá fyrstu venjing, siga teir á heimasíðuni bilett.fo , sum upplýsir um konsertir kring landið, nú nýggj fløga, Ávegis , sum er gjørd í Nashville, er komin út. - At navnið bleiv til Blátt Gras komst av tí, at vit nýttu ljóðføri og gjørdu løg, sum løgdu seg uppat B