Skip to main content

Posts

Summarið komið

So kann eg telja summarið. Tað stendur á kampingplássinum, sum sæst úr køksvindeyganum. Húsvongar, bilar og tjøld, sum eru komin við Norrønu í nátt í størri tali enn higartil í ár. Halda tey somu rútmu, sum tá fyrsti bloggur varð skrivaður fyri átta árum síðani, fara tey víðari til Íslands mikudagin um nátturatíð. Okkurt summarið hava nógv fleiri vognar og tjøld, enn eg kundi telja í morgun, verið á økinum. Tá hevur hvør blettur verið tikin. Sumrini hava eisini verið rættuliga ymisk. Í ár hevur verið serstakliga kalt, við vátaslettingi um vikuskiftið. So meðan eg telji stop over touristar yviri við Strond, vóni eg, at fremmandu ferðafólkini gróðurseta eina varisliga vón um summar, nú tey steðga her í tríggjar dagar. Og tveir tímar seinni, tá kaffisteðgur er í Námi, tók starvsfelagin Sigrid hesa mynd, sum eg láni. Afturvið morgunbreyði syngja vit dagsaktuella sangin Nú summar er í dag úti á svalanum, saman við arbeiðsmonnum, ið umvæla veggin í Mentamálaráðnum. Ein sangur, sum

Mentanarnátt í Havn

Síðani 2001 hevur Mentanarnátt verið hildin fyrsta junifríggjadag í Havn, tó ikki Grundlógardag. Kunningarstovan hevur skipað fyri og seinastu árini hevur Mentanarnáttin savnað so nógv fólk, at tey lokalu havnarfólkini kalla dagin lítlu ólavsøku , tí tjóðarhátíðin er einasti dagur á árinum, ið savnar fleiri fólk. Í ár vóru fleiri grikkar at síggja í Havnargøtum, tí leygardagin kl 19:45 skal landsliðið spæla móti grikkum undir nýggjum lofti uppi í Gundadali, sum henda dag, leygardagin, kanska verður ein Gandadalur. Hvør sessur er seldur, ikki færri enn 4800. Omanfyri eru griksk viðhaldsfólk avmyndað framman fyri íslendsku sendistovuni í Gongini, sum bjóðaði spennandi bitar úr Íslandshavi. Grikkarnir eru komnir úr Klaksvík til Havnar at uppliva útiliv, tí tað er ikki til staðar í Klaksvík, har tey búgva. Nada, sum tey siga. Konstantin úr Sparta, sum sæst í ljósum jakka ytst til høgru sigur, at alt var útselt í Havn, tí endaðu tey í Klaksvík. - Hóast vit eru noydd at gista har, verða v

Føroyar í meldrinum

Í hesum døgum er altjóð fimleikarakapping í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har 600 ung úr 13 londum kappast um heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki. Sjónvarpið sendir beinleiðis og tey fleiri enn túsund áskoðaraplássini eru øll seld. Meðan Føroyar flagga fyri Verðini, seti eg í Miðvági mark fyri, hvussu langt eg fari í grind. Hertil og ikki longur. Suður úr Bøsdalafossi hevur Brimil funnið fyrstu grind í ár, 151 hval. Hon verður hildin til í bakandi sólini í Miðvági. Neyvan er nakað føroyskt myndaevni so mettað við drama, sum grindadráp. Ert tú ikki vaksin upp við tí, so skilir tú neyvan grindamenn og grindadráp, og at nakar kann fáa seg til at eta tvøst og spik, skorið við knívi úr Flipper, Willy og øðrum fittum Disneyhvalum. Hinvegin er grindadráp kanska einasta samband við gamla veiðimannasamfelagið á okkara leiðum. Men blóðreyða havið er helst ov mikið hjá teim flestu. Tey vilja ikki síggja blóð og slátur. Bara eta búffin úr Miklagarði. Og so eru tað stjørnur