Skip to main content

Mentanarnátt í Havn


Síðani 2001 hevur Mentanarnátt verið hildin fyrsta junifríggjadag í Havn, tó ikki Grundlógardag. Kunningarstovan hevur skipað fyri og seinastu árini hevur Mentanarnáttin savnað so nógv fólk, at tey lokalu havnarfólkini kalla dagin lítlu ólavsøku, tí tjóðarhátíðin er einasti dagur á árinum, ið savnar fleiri fólk. Í ár vóru fleiri grikkar at síggja í Havnargøtum, tí leygardagin kl 19:45 skal landsliðið spæla móti grikkum undir nýggjum lofti uppi í Gundadali, sum henda dag, leygardagin, kanska verður ein Gandadalur. Hvør sessur er seldur, ikki færri enn 4800. Omanfyri eru griksk viðhaldsfólk avmyndað framman fyri íslendsku sendistovuni í Gongini, sum bjóðaði spennandi bitar úr Íslandshavi. Grikkarnir eru komnir úr Klaksvík til Havnar at uppliva útiliv, tí tað er ikki til staðar í Klaksvík, har tey búgva. Nada, sum tey siga. Konstantin úr Sparta, sum sæst í ljósum jakka ytst til høgru sigur, at alt var útselt í Havn, tí endaðu tey í Klaksvík. - Hóast vit eru noydd at gista har, verða vit ikki eitt kvøld afturat har. Har er púra steindeytt og einki hjá ferðafólki at gera ella uppliva. Men her í Havn er undurfult, sólin skínur, nógv er at síggja og fólk eru fyrikomandi. Einki av hesum undurfulla er har norðuri, sum vit sova. Nada. Tí vera vit her í Havn, og royna so at taka ein hýruvógn til Klaksvíkar á midnátt, líkamikið hvat hann so kostar, sigur Konstantin úr Sparta


Í Norðurlandahúsinum er drúgv seta, røður, sangur, tónleikur, og ikki minst smábarnagrátur, nú The Weather Diaries lata upp. Omanfyri er tað Sif Gunnarsdóttir, ið greiðir frá um framsýningina.



Vín og munnbitar standa á borðinum, meðan røður verða hildnar i uppdekkaðu Høllini. Smábørn renna runt, flenna og gráta, so tað er sum tá Oceanic Days hjá Sunleivi Rasmussen tilætlað varð framførd í umfarsljóði. Stuttlig ljóðmynd, men í dag var ov ofta vónleyst at konsentrera seg um ein ávísan part í senn.


Undurfulli sangbólkurin Kata syngur føroyskar vísur, skjaldur og kvæði við karelskum trýsti, sum hjá finsku Värttinä og einum farra av mystisku kórrøddunum úr Bulgaria. Og píkarill um ikki ein tunghoyrd kona er aftur har at siga frá, at hon hoyrir ikki. So skal alt gerast umaftur. Tungt er at liva í einum fólkaræðisligum samfelag, tá fyrireikandi inngangsskráin er so drúgv ein fríggjadag eftir arbeistíð, og tolið er lítið, nú Mentanarnáttin er í væntu.


So sleppa vit loksins úr Høllini og inn í Skálan, har framsýningin er. Ljóssetingin er eins fantastisk og framsettu lutirnir úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi.


Framsýningin er ikki bara í Skálanum, men í øllum hølunum í Norðurlandahúsinum.


Millum áskoðararnar eru eisini Ann Andreassen og gentur av barnaheiminum hjá henni í Uummannaq. Mitt í røðini er Rasmus Lyberth, sum er í Føroyum at spæla við í føroysku uppsetingini av danska filminum Festen hjá Thomas Vinterberg á Tjóðpallinum. Hann er 'nekarin' í leikinum, og fyri honum syngja tey um grønlendingin, hjá Páll Finnur Páll, hann, sum býr á Herberginum.


Tær báðar, sum skipa fyri The Weather Diaries í Norðurlandahúsinum, eru myndakvinnurnar Sarah Cooper úr USA og Nina Gorfer úr Eysturríki. Listanavnið er stytt til Cooper & Gorfer og tær búgva í Göteborg. Tær eru kendar fyri frásøgumyndir, sum vísa til mentanararv, søgu og klædnabúna í teim londum, tær vitja og arbeiða í. Við framsýningini The Weather Diaries vísa Cooper & Gorfer á tann týdning, sum móti og nútímans sniðgeving hava fyri mentanarsamleikan á okkara leiðum. Henda framsýningin byrjaði í Frankurt í mars í 2014. Umframt grønlendsku og íslendsku luttakararnar, eru Barbara í Gongini, Guðrun & Guðrun og Rammatik úr Føroyum við.


Niðri í býnum er framsýningin Grind í karry, har tað mentanarliga ríkidømið, sum tilflytarar bera við sær til Føroya, verður varpað upp á veggin í skapi av portrettmyndum í fotohølunum hjá Amy og Eydnu í Niels Finsens gøtu. Mouldi Manai úr Tunesia peikar á heimskortið, og niðanfyri sæst portrettmyndin í fjarum baksýni. Mouldi, sum byrjaði nútímas matstovuvinnu í miðbynum við Rio Bravo, havi eg kent sum ein góðan vin síðani miðskeiðis í 70'unum.


Í gongugøtuni og um allan miðbýin standa snøggu og hentu skrellispannirnar drop bucket hjá Heiðu G. Nolsøe og Mariu S. Berggren.


Uppihaldstrappan, sum Andrias Berg ger, er í fullsving. Hon skal vera brúkilig til konsertina Voxbotn og endaliga liðug til ólavsøku. Ovast uppi, har Perlan stóð, sæst portrið inn í Boysensgarð og Gamla bókahandil. Tað man hereftir verða til Perluportrið, sum øll í Havn skjótt kunnu ganga um.


Á Vaglinum hevur vestmenningurin, Jonhard Mikkelsen, sett Mentanarnáttina við eini bjartari og vónríkari Havnarrøðu. Á aðru hædd hjá Öström á Skálatrøð eru 12 spennandi sofur settar fram. Hóast ymiskar í útsjónd, hevur útgangsstøðið verið tað sama hjá øllum. Tekniski Skúli í Havn hevur gjørt eitt sofastell, eina madrass til botn og tvær pútur til rygg, og Johannes Bláfoss hevur gjørt fjaðrabotn og lag teim 12 lag á.


Síðani hava 12 sniðgevarar, sum dagliga fáast við glas, leir, klæði, leður, veving og binding, fingið til uppgávu at geva eini sofu egið lív og úttrykk. Sofurnar, sum standa frammi í tvær vikur, eru flest allar til sølu, men ikki hendan svarta hjá Maluni Fosaa. Kanska er hon tann, ið eg helst vildi keypt, sofan hjá Maluni, sum eitir Landslag. Malan hevur brúkt kópaskinn og leður, og knapparnir eru úr fiskaskræðu.


Her er sofan við pútum og lampu hjá Shisa Brand, sum er Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, ið eisini ger tær vælumtóktu taskurnar við nummarplátum. She's a Sofa er heitið.


Hetta er softan hjá sniðgevanum og tóvirkiskvinnuni Johannu av Steinum, sum stendur fyri merkinum STEINUM. Seyðasmærusofa er heitið.


Poulina er navnið á virkinum, sum Poulinu Olsen rekur úti í Grønlandi í Havn, har mangt forvitnisligt er at fáa. Nú eisini sofur í reyðum og gráum við heitinum Retro.


Elin Lindenskov hevur sniðgivið hesa snøggu leðursofu í brúnum við lilla knappum, sum vóru tað mintbomm úr sjokulátu. Kærleiki er sofaheitið.


Mikkalina Norðberg, ið hevur gjørt litføgur listaverk úr glasi á Vertshúsinum, hevur sniðgivið hesa sjáldsamu sofu við knappum, sum - sjálvandi - eru úr glasi og kallast PrikkaLina.


Ann Højgaard stendur fyri tekstilvirkinum við tí sjaldsama vælvalda navninum Heimkaer, ið eg fati sum eins norskt og føroyskt. Her er hennara spennandi Heimkaer sofa við samnevndum pútum.


Jórun Høgnesen, sum eisini arbeiðir í handlinum hjá Öström, hevur sniðgivið hesa sjarmerandi sofu, Bjarta, við innbundnum steinum, ið hon heldur í hondini og hevur lagt til høgru á sofuna.


No 10 er heitið á hesi sofuni. Handan heitið eru móðir og dóttir, Kára Gunna Óladóttir og Óluva Johannessen, sum reka virki og handil í Lucas Debesar gøtu 10. Stand in fyri Óluvu, sum er farin til kaffi, er maður Káru, Sonne Smith. Tær báðar hava eisini gjørt keramisku lampuna til høgru.


Marjun Heimá hevur gjørt hesa reyðu sofu, Mirjam, sum var hin seinasta eg avmyndaði. Lampuskermurin er ur russiskum turriklæði.

Martha er heitið á sofuni hjá Erlu Matras Jensen. Sofan er føroysk ull og kálvaskinn. Eina inspiratiónin er eitt hosuband. 

Næmingar á Tekniska Skúla í Havn hava gjørt hesa sofu, Linda. Næmingarnir eru Klædnaatstøðingar.

Á parkeringsplássinum í Tórsgøtu, millum Sjómansheimið og Posthúsið, er søgulig bensinosandi sniðgeving fyri gamlar menn. Her er ein hvítur Toyota Crown frá fyrst í 70'unum, tá teir høvdu long og breið bakljós um alla reyvina, og eitt enn eldri Mustang merki á Shelby-strípu.


Av altanuni hjá Klubbanum er frítt útsýni yvir summarkøldu Havnina. Við dómkirkjuni sum miðdepli móti gamla Bacalao og skipasmiðjuni Mest, og móti Vesturbýnum við Vesturkirkjuni mitt fyri.


Á Hvonn spælir Uni Reinert Debess blues fyri fulsettum høli.


Undir Tinghúsinum á Vaglinum syngja íslendsku tenorskemtararnir Davíð Ólafsson og Stefán Helgi Stefánnsson vælvaldar veitslusangir frá Abba og Queen til operaariur og íslendskar fosturlandsangir.


Eftir ein bagel á Kaspar, møti eg Bárði Dam í Baiansstovu, sum er formaður í Listasambandinum. Hann stendur í durinum á Gallerí 14 niðri á Áarvegnum, har Rannvá Holm Mortensen sýnir fram fólk og fiskar. Bárður hevur júst vitjað í Amtmansgarðinum hinumegin Áarvegin. Men hann hevur eisini keypt sær ein Riddarakross frá punkrockbólkinum 200, nú so nógvir kandidatar siga seg fara at bidda frá Danaveldi. Meðan hann í kvøldarmyrkrinum festir sær í eitt ball, skifta vit orð um mentan og gita, at framyvir fer krossurin ivaleyst at eita Biddarakorssur heldur enn Riddarakrossur. Livst, so spyrst. Nú fari eg heim.