Skip to main content

Posts

Í Andarisa og Ísansgarði

So er vikuskifti í Andarisa og í grannahúsunum í Ísansgarði á Sandi, sum Lis og Hans reka sum summarhús við 9 rúmum. Her eru útvið hálvthundrað fólk, sum øll eru úr hesum húsum, Andarisa, ið eru bygd í 1880'unum. Her er úr køkshorninum, sum er í originalum ljósabláum og myrkabrúnum liti og enn funktionelt í allar mátar. Tey áleið 130 ára gomlu húsini eru nýmálað. Og úr rúmi nummar trý í grannahúsunum, í Ísansgarði, sum vórðu bygd í 1922, síggjast øll í túninum, meðan sólin setur yvir bø og ong, og súpanarangin kemur upp úr køkinum í hjallaranum.

Grafiskt løgtingsval í hondum

Framsókn er enn einsamalt í oddinum at definera grafiska valstríðið, nú løgtingsval verður týsdagin 1. september, tað er um góðar tvær vikur. Tað sæst á heimasíðuni hjá flokkinum og við vegjaðaran kring alt landið. Framtíðin er appilsingul, í hvussu er um tú velur F fyri Framsókn. Tó so, hin andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, hevur gjørt talmerkt prent í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Tróndur Patursson hevur gjørt reyðu grundina, og so hevur Carl Johan Jensen skrivað skaldaborin orð og setningar omaná. Við hond, og í elstu prenttøkni, sum til er á okkara leiðum, steinprenti. Minnist meg ikki hava sæð ein politiskan flokk, sum so beinleiðis og ítøkiligani knýtir politiskt samband við listina. Og tað riggar heilt væl á vegginum, eisini. Væl frágingin og funktionell valpropaganda í talmerktum sølueintøkum hjá lista E. Hin fremsti í bókstavaraðnum, listi A, sum mikið hóskiligani kallar seg A-liðið , hevur eins effektiva propagandatænastu, við góðum grafikki á øllum pallum, og hinir b

Hvussu smakkar tað reina føroyska summarið?

Hóast langt er til mikkjalsmessu, sum er 29. september, hevur myndamaðurin og rennarin, Absalon Hansen, júst nú flett lomb av Hósvíks- og Hvalvíksleiðini, har hann er bóndi. Lombini hava ongantíð fingið heilivág og eru tí vistfrøðilig í orðsins rætta týdningi. Kvøldi fyri Sjómannadagin , fríggjakvøldið 21. august, fer Áarstova at broðreiða við nýflettu summarlombunum hjá Absaloni bónda í Sundalagnum. Um tíðina, tá fjøllini verða gingin, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sum eisini hevur skrivað nógv um føroyskan mat, at “longu áðrenn skurðtíðina um mikkjalsmessuleitið, smakkaðu føroyingar lambskjøt, tí tað var vanligt at taka nøkur lomb til hoybaragildi og til fjalldagin. Tað vóru tey, sum næstan ikki blóðgaðu knívin, tess meira gleddu tey seg, sum sluppu í hoyberagildi. Fjallmenninir gleddu seg eisini til seyðarhøvdini fjalldagin.” Og so er ikki at gloyma summarseiðin, sum nógv fekst burturúr kring landið. Við støði í heimligum tilfeingi, rávørum og uppskrif

Paul Watson: 'I am a liar'

- Øll lúgva, segði Paul Watson fyri fýra árum síðani. Var tað ikki fyri Facebook, sum í dag minnir meg á hesa kreddu, trúarjáttan, hjá Paul Watson, so var hon farin í gloymskunnar hav. Minnið er ikki longur kollektivt, tað er talgilt á goymslu hjá Facebook. So ansið tykkum, hvønn tit samskifta við og hvønn tit hava í vinaskaranum. Men sjónarmiðið hjá Paul Watson er áhugavert at steðga við: Øll okkara mentan og tilvera byggir á lygn! Klikk á myndina omanfyri og les lívsmynd Watson's.

Filmsfelagið nýggja sýningarskrá

Í næstu viku byrjar nýtt skúlaár og nýggj sýningarskrá í Filmsfelagnum. Um eina viku, mikudagin 19. august kl 20, sýnir Filmsfelagið týska meistarverkið Krossvegur , sum vann Silvurbjørnina í Berlin í fjør. Í filminum, sum tekur støði í Matteus 27, lýsir leikstjórin Dietrich Brüggemann (f.1976) fjúrtan krossandi støð, sum var tað Jesu líðingarsøga langa fríggjadag. Teir fjúrtan krossvegirnir eru í gerandisdegnum hjá fjúrtan ára gomlu Mariu, sum skal konfirmerast í eini strangari katolskari kirkju. Í nútíðarsamfelagnum vil hon ofra alt fyri trúar sakir. Laila av Reyni, sunnudagsskúlalærari, innleiðir sýningina. Niðanfyri sæst filmsplakatin við innsettum ummælum úr donsku pressuni. Filmurin hevur 11 ára aldursmark og verður sýndur við donskum undirteksti. Virksemið hjá Filmsfelagnum sæst á heimasíðuni hjá Havnar Bio og á egnum Facebook profili . Í næsta mánaði eru Filmsdagar - í felag í Havnar Bio.

Heðin Kambsdal í Galerie Focus

Fríggjadagin letur Heðin Kambsdal (f. 1951) upp framsýning við 18 málningum í Galerie Focus í Lambagerði í Havn. Í tíðindaskrivi verður sagt, at tað, sum Heðin Kambsdal lýsir í sínum málningum, er samspælið millum tað heita og tað kalda í náttúruni. - Mann kann merkja eina fugu av Bach, sum sagt verður. Heðin Kambsdal er ein av teimum, ið dugir væl at spæla við skugga og ljósi. Hann minnir í summum av sínum málningum ikki sørt um kenda amerikanska listamálaran Edward Hopper, uttan at Heðin ger eftir. Hann er sín egin. Myndevnið er bygdin og tað mystiska ljósið, tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið úr erva, millum tey døkku høgu fjøllini, sum speglast í fjørðinum, og gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina, ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verðirnar? Kanska fólk eta nátturða, hyggja í sjónvarp ella sova. Tey síggjast ikki í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegunum.

Ein andlig reisubók

Bókaklubbin hjá Sprotanum boðar frá, at næsta bókin er nýggja samtíðarskaldsøgan hjá Carl Johan Jensen Bókin um tað góða . Longu í dag, mánadag 10. august, kemur hon í bókabúðirnar. Almenn framløga er í Gamla Reinsaríi í Tórsgøtu hósdagin 20. august. Í tíðindaskrivi undan útgávuni sigur forlagið turrisliga, at "ein maður doyr og eitt handrit liggur eftir hann. Hvat so?" Vit eru í prentaraumhvørvinum í Havn í 2011 og K., ið sigur frá, er uppsagdur bókhaldari í Prentskálanum við Karlamagnusarbreyt. Tað er í hesum umskiftiligu tíðum, at hann fær fremmanda handritið inn í telduna. Úr einum kjallarkamari ovast á Tinghúsvegnum, har høvuðspersónurin telur seinastu dagarnar, verða vit førd oman á Bakkhellu, har K. vaks upp, og niðan í Varðabú, har han til fyri stuttum livdi saman við Hildigarð, sum nú er flutt saman við Gunnhild á Berjabrekku. Hann flytir sær tríggja lønir, tekur eitt lán, ætlar ser á pílagrímsferð, men endar í Antwerpen. "Ein andlig reisubók", su

Post-faktuella samfelagið

Á heimasíðuni hjá fremsta stjórnarflokkinum er teigurin Væl vald orð . Í dag eru hesi vælvaldu orð at lesa: Besti hátturin at spáa um framtíðina er at skapa hana sjálvur Ja, eg eri so púra samdur. Men eg siti ikki í stjórn, eri ikki limur í stjórnarflokkinum ella nøkrum øðrum flokki. Var tað ikki fyri eitt tíðindaskriv, sum sami stjórnarflokkur hevur sent út í dag, so kundi tað verið mær líka mikið. Tí her er tíðindaskrivið: Fyrsta, eg hugsaði, vóru orðini hjá Erhard Jacobsen: Det har jeg aldrig sagt. Hann livdi frá 1917 til 2002, danski fólkatingslimurin. Og nú á døgum er tað so, at internetið kann leiða okkum aftur til enn eldri danskar fólkatingslimir, til dømis til Søren Kjær (1827-1893), sum segði: Hvis det er Fakta, saa benægter a Fakta. Í 1945 skal danski forsætisráðharrin, Knud Kristensen (1880-1962), hava sagt tað sama. Perlan í so máta, tá umræður at avnokta veruleikan, er nývaldi limurin í Liberal Alliance, sosiologurin Henrik Dahl (f.1960). Í einum blaðkjakið h

Úr sortanum

Lukas, ikki hann sum syngur í Klaksvík í kvøld, men hin bíbilski, sigur: Tí at hvat gagnar tað at hava vunnið allan heimin, men hava mist seg sjálvan? Kom í tankar um hesi áminnandi orð úr kapitalistisku handbókini eftir at hava sæð ein spildurnýggjan film, sum sannførdi meg um, at ein Netflixkonsert er nógv frægari, enn eg helt. Prógvið er hugvekjandi heimildarfilminum What Happened, Miss Simone? , sum Liz Garbus hevur gjørt um svørtu amerikansku soul sangarinnuna Ninu Simone. Í filminum, sum er gjørdur fyri Netflix og bara verður vístur har, eydnast sjáldsama væl at lýsa Simone úr óvæntaðum vinklum. Úr Útvarpinum kenni eg Ninu Simone, sum hana, ið sang My Baby Just Cares For Me . Altíð afturvið einum eyðkendum klaveri, sum sjálv spældi á við eini sensitivari kraft, ið bar boð um klassiska útbúgving, og eins stórar kenslur fyri blues og Bach. Millum sentimentalitet og stórlætisørskap. Filmurin hjá Netflix sigur okkum, at hon var fødd í Tryon í North Carolina í 1933 og

Meira av tí góða

Meira av tí góða . Tað var heitið á bók, sum Helgi Jacobsen skrivaði um hotel- og matstovuvinnu í Føroyum í tvær øldir. Ja, ein skrivað bók á prentaðum pappíri, innbundin í permu og seld yvir diskin. Eg fari at loyva mær at brúka hetta heitið, Meira av tí góða , fyrst sum eina áheitan og síðan sum eina viðurkenning. Í báðum førum er adressan Kringvarp Føroya og tær summarsendingarnar, sum har eru, fyrrapart og seinrapart beint nú og ikki fyrr í summar. Tær havi eg ikki hoyrt. Í morgun var telefonprát við unga eiðismannin, sum hevur skrivað eina danska og enska  viðmerking til Sea Shephard um grindadráp . Finasta slag, men tøkniliga eru telefonprát altíð trupul og í ljóði beinleiðis vánalig. Plagi at siga, at einasta grundgeving fyri telefonpráti í einum respekteraðum almannamiðili á okkara leiðum er eitt forsetadráp beint nú. Tey amerikansku revolvaradrápini eru vanligast, og føroyingar ferðast nógv har. Ring til onkran, næstu ferð tað hendur. Ikki annars. Skjót heldur lurtartel

Fram úr mjørkanum

Nú mjørkin legðist yvir Havnina, er Framsókn enn einasti politiski flokkur, sum er sjónligur á hvørjum lyktapela í Havn. Sá kvikar ungar menn við stiga og effum í R.C. Effersøesgøtu leygarkvøldið og ætlaði at fotografera teir. Men teir vóru so skjótir og effektivir, at tá eg hevði verið heima eftir myndatólinum og vendi aftur til ástaðin, vóru teir lidnir og burtur. Aftanfyri Effo var brandgula sólin farin niður yvir einum sjáldsama einføldum búmerki - hvíta effið á brandgulari bakgrund. So er at bíða eftir næsta flokki, sum tekur sær signalplássið á pelunum í Havn - undir Pól’sa effi .

Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum

Fitt av fólki møtti til fernisering hjá Zachariasi Heinesen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík dag. Hetta er søluframsýning við 26 verkum, flestu oljumálningar, og nakrar akvarelmyndir, sum hanga uppi í august. Zacharias er føddur í 1936 í Havn og tók listarliga útbúgving í Reykjavík og í Keypmannahavn. Í 2006 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Zacharias er millum tey listafólk, ið fáa Sømdargávu Landsins. Hetta er sjeynda framsýningin, sum Gamla Seglhúsið skipar fyri í ár. "Sum heild hava tær eydnast væl í hesum søguligu hølum, sum eru meir enn hundrað ára gomul, og umframt framsýningarhøli eisini hýsa skeiðshølum og reklamuvirkinum Grafia,” sigur Símun Gullaksen í fundarhølunum niðriundir, har akvarellmyndirnar hanga. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt røðu og setti framsýningina. Hann segði Gamla Seglhúsið verða ein spennandi listadepil í býnum. “Í einum gomlum og sjarmerandi umhvørvi hava vit fingið eitt spírandi umhvørvi við framsýningum av dygdargóðari før

Slowsól

Summar er sparitíð. Sjálvt spariperur, ið einki brúka, nýtast ikki at verða tendraðar á okkara leiðum. NRK, sum vit síggja á tveimum rásum í okkara býlingi, vísa slowtv við hurtigrutuni , minutt fyri minutt. Hevði tað verið installasjónslist við kurateraðari superrealismu, so hevði eg skilt tað. Men nei. Í morgun vísa báðar rásirnar upptøkur úr Egersund við óforpliktandi práti í summarsól afturvið harmoniku. Og so grína tey býtt og skútan skúmar longur fram á leið. Nordahl Grieg er ikki umborð. Stavnhaldið er ein havn onkustaðni fyri framman, men málið fyri siglandi norska almannamiðilin er einki. Í hvussu er ikki hjá mær at síggja. Sjálvstýrarin er settur til, akkurát sum hjá okkum og hjá DR um summarið. Feriuavloysarar hava Sommeråbent og skipa Ferðalið , sum tosar óforpliktandi snakk við bøndur á bygd um seyðar og lívið fyrr enn nú. Uttan nærveru. Tað kann jú blíva forpliktandi og beinleiðis óbehagiligt at nema við nútíðina. Summar er ikki bara góða gamla agurkutíðin. Nú er ta

Once in a Blue Moon

Í nátt er fullmáni, full sól, av tí bláa slagnum, Blue Moon , sum Connee Boswell og onnur hava sungið um heilt síðan millumkrígsárini. Henda dag og hesa nátt skal ein ansa sær, siga søgurnar. Once in a Blue Moon kann merkja sjáldsamt hepni, men eisini tað beint øvugta. Men hetta við bláa mánanum er kanska ein misskiljing, ið stavar frá amerikanskum bóndum, sum 1932-1957 prentaðu ein álmanakka, Main Farmer’s Almanac. Har varð mánin fyrstu ferð lýstur sum bláur. Longu í 1934 høvdu Richard Rodgers og Lorenz Hart skrivað sangin Blue Moon fyri filmsfelagið MGM. Hann varð royndur í ymsum filmum, íalt sjey higar til dags, og eftir eina romantiska umskriving fór ein útvarpsstøð at brúka hann sum eyðkennislag í 1935. Billy Eckstine og Mel Tormé sungu báðir um bláa mánan í 1949, og í 1961 bleiv hann kendur um allan heim við The Marcels. Bæði Sinatra og Elvis hava sungið um Blue Moon og eitt brot var við í sangleikinum Grease . Í dag er hann millum kendastu standards í øllum tónleikasjan