Skip to main content

Posts

Eg síggi teg so illa í mjørka

Rættvísi sigur ein flokkur. Ófødda barnið í móðurlívi , sigur ein annar flokkur. Hetta eru topparnir, eg havi varnast í kjakinum, nú almenna rúmið er latið upp fyri flokkum, sum ætla sær á ting fyri løn, meðan aðrir flokkar fara í skúla at vinna sær lærdóm. Tey fyrru hava nógv at læra av teim seinnu. Hvør í ordiliga flokkinum, har 7000 ganga, gongur inn fyri órættvísi , og ber hetta orð sum skjaldramerki í floksstovuni til gerandis í skúlanum? Eg havi so ikki sæð tann flokkin í okkara mentanarhøpi og enn minni í happingarkanningini hjá Mentamálaráðnum. Og hvør er tann, sum ikki vil verja ófødda barnið í móðurlívi, sprotan til alla tilveru og samveruformar, íroknað hin samkynda, tá fostrið røkkur giftingarførum alduri? Skal lønta fólkavalda umsorganin halda uppat tá, og ístaðin fara at spreiða tann hatur, sum vit nú hoyra úr Miðsprekkuni, at Sea Shepherd er tað sama sum LGBT? Eg havi so ikki sæð tann flokkin í okkara mentanarhøpi, sum ikki vil verja ófødda barnið í móðurlívi, fyri

Laila um filmin Krossvegur

Mikukvøldið 19. august sýnir Filmsfelagið nýggja týska filmin Krossvegur (Kreuzweg, Dietrich Brüggemann 107 min 2014). Laila av Reyni, sunnudagsskúlalærari, fer at innleiða sýningina. Men her eru nøkur orð frá Lailu um filmin undan sýningini: - Filmurin Krossvegur byrjar við, at nakrir komandi konfirmantar sita og terpa tey 7 sakramentini. Tey læra millum annað, at eitt tað reinasta tú sum menniskja kann gera, er at temja tínar menniskjansligu driftir. Eitt nú nevnir presturin at tað, at smyrja sær, føra seg fram og royna at fáa onnur at tekkjast tær, er nakað óreint. Nakað ið ger, at tú ta løtuna gloymir, at tú er send á jørðina fyri at tæna harranum og ikki tær sjálvum, sigur Laila undan sýningini. - Sum ein góður tænari harrans ger tú tað tú kann, fyri at vísa næsta tínum á, hvør rætta leiðin er at ganga. Filmurin er uppdeildur sum líðingarsøga Jesusar. Høðusleikarin, Maria, er ímyndin av Jesus í filminum. Á leið síni ger hon seg klára til konfirmatiónina og harvið gerast f

Grøna bygdin á bláu stjørnuni

Um vikuskiftið var høvið at taka myndir í skiftandi summarljósinum heima á Sandi. Her ganga vit fram við einum stiki, píkatráði og rekaviði, niðanfyri nýggja barnaskúlan, har tey hava gjørt eina gongustjørnugøtu, nú sólarmyrking var. Og jú, vit eru á bláu Jørðini, sum er 3. gongustjørnan frá sólini. Men venda vit okkum við á grønu gøtuni á bláu stjørnuni, so síggja vit hetta gróðararmikla sýnið við eini eplaveltu mitt fyri. Skaddan dregur oman yvir bygdina, men longur uppi, mitt í bygdini, er marglitti Heimasandsvegur. Fyrst fyri er nummar 75, ein lág svørt lon við grønari tekju, síðan eini høg karry-litt hús við kvisti og myrkum vindskeiðum og taki, og aftast í myndini eru ein gul hús við reyðari tekju. Øll tey litførgru húsini eru nýmálað. Av Heimasandsvegi fara vit framvið gamla skúlanum, sum nú er ungdómshús. Hinumegin vegin, sum ber heitið undir Reynum, eru hesi hús hjá Hans Jákup Michelsen, ið hava fingið ísett eina so snøgga hitapumpu, at hon næstan ikki sæs

Í Andarisa og Ísansgarði

So er vikuskifti í Andarisa og í grannahúsunum í Ísansgarði á Sandi, sum Lis og Hans reka sum summarhús við 9 rúmum. Her eru útvið hálvthundrað fólk, sum øll eru úr hesum húsum, Andarisa, ið eru bygd í 1880'unum. Her er úr køkshorninum, sum er í originalum ljósabláum og myrkabrúnum liti og enn funktionelt í allar mátar. Tey áleið 130 ára gomlu húsini eru nýmálað. Og úr rúmi nummar trý í grannahúsunum, í Ísansgarði, sum vórðu bygd í 1922, síggjast øll í túninum, meðan sólin setur yvir bø og ong, og súpanarangin kemur upp úr køkinum í hjallaranum.