Skip to main content

Laila um filmin Krossvegur


Mikukvøldið 19. august sýnir Filmsfelagið nýggja týska filmin Krossvegur (Kreuzweg, Dietrich Brüggemann 107 min 2014). Laila av Reyni, sunnudagsskúlalærari, fer at innleiða sýningina. Men her eru nøkur orð frá Lailu um filmin undan sýningini:

- Filmurin Krossvegur byrjar við, at nakrir komandi konfirmantar sita og terpa tey 7 sakramentini. Tey læra millum annað, at eitt tað reinasta tú sum menniskja kann gera, er at temja tínar menniskjansligu driftir. Eitt nú nevnir presturin at tað, at smyrja sær, føra seg fram og royna at fáa onnur at tekkjast tær, er nakað óreint. Nakað ið ger, at tú ta løtuna gloymir, at tú er send á jørðina fyri at tæna harranum og ikki tær sjálvum, sigur Laila undan sýningini.

- Sum ein góður tænari harrans ger tú tað tú kann, fyri at vísa næsta tínum á, hvør rætta leiðin er at ganga. Filmurin er uppdeildur sum líðingarsøga Jesusar. Høðusleikarin, Maria, er ímyndin av Jesus í filminum. Á leið síni ger hon seg klára til konfirmatiónina og harvið gerast fullkomni tænari Guds. Hon offrar tað, ið er henni givið at njóta, til Gud. Hon setir spurning við, hví summi børn gerast ólekjandi sjúk og doyggja og fær tað svar, at Guð hevur latið teimum ta gávuna, soleðis at tey í síni líðing kunnu koma nærri honum, fyri síðani at búgva hjá honum í himni. Beiggi Mariu hevur autismu. Hetta ger, at hon fer at hugsa meiri og meiri um, hvussu hon kann offra seg og sítt lív, fyri at beiggin skal gerast frískur. Hon gevst at eta, letur seg úr klæðunum í kuldanum við tí fyri eyga, at gerast sjúk. Tað einasta hon livir fyri, er at offra seg sjálva. SO er spurningurin bara um hon røkkir sínum máli...

Sí meir á Facebook profilinum hjá Filmsfelagnum