Ikki er tað lætt at vera konufólk á tingi. Í hvussu er, tá persónliga hugsjónin av onkrari orsøk ikki fæst at sampakka við floksapparatið, sum valevnið hevur stríðst fyri og selt sína sál til. Hvør skal siga, tú kundi bara valt ein annan flokk, um tað ikki gongst eftir vild. Ella hildið teg burtur, tí her eru bara menn. Ordiligir menn, ið standa við teirra mótigu meiningar, hóast vit vita, hvørjir vingluskøltar teir altíð eru, tá atkvøðast skal. Tað er sjón fyri søgn. Men her eru eisini menn, sum føra satirupennin, stjórna bløðum og miðlum, og sita í formansessinum í Demokratia. Uttan undantak hava allir hesir menn til felags, at teir fara í skøkjuorðabókina at finna orð og evni, ið lýsa ótrúgvu kvinnuna, tá hon skiftir flokk, ella - eins og maðurin, ið altíð sleppur snikkaleysur - skiftir meining, og atkvøður annarleiðis, enn vit høvdu væntað. Tá verður sagt, at hon tekur lakktaskuna, og ger seg til at tøla impotent mannfólk, ið langt síðani eru farin um pensiónsaldur. Í dagsins te