Mynd: VP Eftir at fyrrverandi mentanevndarformaðurin á tingi, sum gjørdi hol í Sjógv við at seta 56 spurningar um atlasið á tingsins røðarapalli, aftur var í Útvarpinum í kvøld, hevur formaðurin í Málfelagnum sent hesi fantastisku weekend-boð um alfabetið út til ødl førja følk: Fólk kunnu hjálpa okkum við at rætta feilin við í “ Ð-kassanum” at seta eina striku í lítla “d” og soleiðis fáa eitt brúkiligt lítla “đ”. Takk fyri hjálpina. Tað var týskvøldið 29. september í 2015 at Málfelagið, sum eisini hevur undursama titulin móðurmálinum at frama boðaði frá, at tey løgdu fram nýteknaða Móðurmálsalfabetið í Miðlahúsinum. Málfundurin boðaði frá hesi framløgu, sum byrjaði aftanfyri Nølsijar Podl klokkan átta: 1) Dan Reinert Petersen, formaður í Málfelagnum hevur stutta kunning. 2) Jógvan í Lon Jacobsen, fyrrverandi formaður í Málnevndini, fer at tosa um teirra tilráðing um ikki at skerja tað vanliga latínska alfabetið. 3) Eivind Weyhe, limur í minnilutanum í Málráðnum, fer at tosa