Skip to main content

Japan í Norðurlandahúsinum


Norðurlandahúsið bjóðar til skemt, kærleika og karate í døgunum 5.-7. oktober. Tá vísa tey fimm japanskar filmar í samstarvi við japansku sendistovuna í Keypmannahavn. Tað er ókeypis atgongd til allar sýningar.

Japansku filmarnir í Norðurlandahúsinum eru hesir:

Mánadagin 5. oktober kl 17:00 Yokomichi Yonosuke (A Story of Yonosuke), sum Shuichi Okita hevur leikstjórnað.

Klokkan 20:10 sama kvøld verður sýndur Momoiro sora wo (About The Pink Sky), sum Keiichi Kobayashi hevur leikstjórnað.

Týsdagin 6. oktober kl 18:00 Ryu-kyu Battle Royale (Dancing Karate Kid), sum Tsukasa Kishimoto hevur leikstjórnað.

Klokkan 20:00 sama kvøld verður sýndur High Kick Angels, sum Kazuhiro Yokoyama hevur leikstjórnað.

Mikudagin 7. oktober kl 18:00 verður sýndur Tug of War, sum Nubuo Mizuta hevur leikstjórnað.