Skip to main content

Posts

Alfabet ella atlas?

Mynd: VP Eftir at fyrrverandi mentanevndarformaðurin á tingi, sum gjørdi hol í Sjógv við at seta 56 spurningar um atlasið á tingsins røðarapalli, aftur var í Útvarpinum í kvøld, hevur formaðurin í Málfelagnum sent hesi fantastisku weekend-boð um alfabetið út til ødl førja følk: Fólk kunnu hjálpa okkum við at rætta feilin við í “ Ð-kassanum” at seta eina striku í lítla “d” og soleiðis fáa eitt brúkiligt lítla “đ”. Takk fyri hjálpina. Tað var týskvøldið 29. september í 2015 at Málfelagið, sum eisini hevur undursama titulin móðurmálinum at frama boðaði frá, at tey løgdu fram nýteknaða Móðurmálsalfabetið í Miðlahúsinum. Málfundurin boðaði frá hesi framløgu, sum byrjaði aftanfyri Nølsijar Podl klokkan átta: 1) Dan Reinert Petersen, formaður í Málfelagnum  hevur stutta kunning. 2) Jógvan í Lon Jacobsen, fyrrverandi formaður í Málnevndini, fer at tosa um teirra tilráðing um ikki at skerja tað vanliga latínska alfabetið. 3) Eivind Weyhe, limur í minnilutanum í Málráðnum, fer at tosa

Vit rópa okkum talgild, men enn sita vit við pappírinum

Skúlablaðið 5/2015 Magni á Lakjuni, ið er útbúgvin maskinsmiðjur og maskinmeistari, byrjaði sum undirvísari á maskindeildini á Tekniska skúla í 2000. Eftir fýra árum gjørdist hann annar av tveimum inspektørum, sum undirvístu hálva tíð og so sótu á kontóri, sum Magni sigur. Í fjør tók hann diplomútbúgving í leiðslu. Á skrivstovuni fyllir Times Square bakveggin. Umframt natúrligan útlongsul í einum oyggjasamfelag, hómi eg eitt greitt ynski um at knýta høvd og hendur saman frá niðast til ovast í skúlanum. So kemur kaffi á borðið. Undirvísingarleiðari Tá starvsfelagin fór at leiða Tórshavnar Kvøldskúla, varð Magni einsamallur undirvísingarleiðari við 300 næmingum og 70 starvsfólkum. - Síðstu árini hava vit gjørt tillagingar í skúlanum, so vit hava eina flatari skipan, har størri ábyrgd verður løgd út á deildirnar. Eg undirvísi nakað, og so er tað umsiting og námsfrøðilig ráðlegging. Og ikki minst skal eg síggja til, at øll, næmingar og starvsfólk, eru nøgd.  Tí førleikamenna

Landstýrið stuðlar fakligari undirgraving

Fyri altjóða eldradagin bar postmaðurin mær í dag eitt alternativt alfabet, sum nývaldir landstýrismenn, løgtingsmenn, fólkatingsmenn, og eisini nývrakaðir av sama slag, hava gjørt og fíggjað. Hesi fólksins umboð, summi við eini mánaðarløn, ið javnt og samt javnvigar omanfyri tær hundrað túsund, hava sett til viks, ikki bara eitt fakligt og lógliga valt ráð, men eisini eina langa røð av lærubókum, sum nágreiniliga eru lesiviðgjørdar av einum hópi av fakfólki, so tílíkar talvur kunnu verða munnrættar og brúkiligar til byrjunarundirvísing og ikki tað reina diletantarí sum hetta. Hartil eru allar hesar alment fíggjaðu bókaútgávur, plansjur, kort og talvur, sum stuðla upp undir etableraðu móðurmálsinnlæringina, teknaðar av fakliga útbúnum fólki á hægsta grafiska stigi. Tað má vera ein beiskur biti hjá teimum at síggja politikarar fíggja hetta ússaliga undirgravingarvirksemi. Við einum ónevndum pennastroki vilja hesi afturhaldsfólk seta til viks allan føroyskan fakkunnleika á sk

Altjóðagerð við handilsdiskin

Hetta havi eg ikki sæð fyrr í føroyskum handli. Kamelsteik úr Avstralia, pytonslanga úr Vjetnam og zebrasteik úr Suðurafrika. Millum alskyns fuglar, neyt, seyð, krokodillur, fisk og skeljadýr, fryst og feskt, var alt hetta at síggja í Miklagarði í dag. Men sami handil sleppur ikki at selja heimliga skinku og ost av Trøllanesi, sum síggjast á myndini niðanfyri. "Vit høvdu sjálvandi ynskt at kunna selt ost og skinku, sum eru turkað í Føroyum, men tað vísur seg at vera ein avbjóðing," sigur Regin W. Dalsgaard, sum er býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Í gjár hoyrdu vit annað føroyska fólkatingsumboðið siga frá um Føroyar á sponskum í Catalonia, og eitt løgtingsumboð siga frá um Obama og Putin í ST-bygninginum í New York. Samstundis lósu vit í størstu donsku avísini, at triðja hvørt skip hjá Maersk hevur ein føroying við róðrið, og at føroyingar flúgva heimsins størsta flogfar. Á mentanarøkinum hava vit vunnið virðisløn á eini filmstevnu, sum er millum tríggjar tær stør

Japan í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið bjóðar til skemt, kærleika og karate í døgunum 5.-7. oktober. Tá vísa tey fimm japanskar filmar í samstarvi við japansku sendistovuna í Keypmannahavn. Tað er ókeypis atgongd til allar sýningar. Japansku filmarnir í Norðurlandahúsinum eru hesir: Mánadagin 5. oktober kl 17:00 Yokomichi Yonosuke (A Story of Yonosuke), sum Shuichi Okita hevur leikstjórnað. Klokkan 20:10 sama kvøld verður sýndur Momoiro sora wo (About The Pink Sky), sum Keiichi Kobayashi hevur leikstjórnað. Týsdagin 6. oktober kl 18:00 Ryu-kyu Battle Royale (Dancing Karate Kid), sum Tsukasa Kishimoto hevur leikstjórnað. Klokkan 20:00 sama kvøld verður sýndur High Kick Angels , sum Kazuhiro Yokoyama hevur leikstjórnað. Mikudagin 7. oktober kl 18:00 verður sýndur Tug of War , sum Nubuo Mizuta hevur leikstjórnað.

Fríggjadagur í Eysturoynni

Sólin rísur yvir Nólsoynna. Tað er fríggjadagur og trivnaðartoymið bjóðar morgunmat á arbeiðsplássinum. Lis, Hendrik og Maria hava lagt til rættis eina samansjóðandi útferð inn í Eysturoynna. Soleiðis siga tey, inn í Eysturoynna. Og frá morgunstundini er veðrið til vildar. Døggin perlar í órørda morgungrasinum, meðan nýggja ímyndin av ótamdari kapitalismu osar og minnir okkum á, at alt eigur ein loynikrók, eisini tangaskip í fullum dagsljósi fyri øllum køksvindeygum mitt á fjørðinum. Náttúra og ónáttúra. Eitt spennandi myndaevni, sum tó gerst nakað leiðiligt at síggja hvønn dag. Bussurin, sum skal koyra okkum inn í Eysturoynna, er komin. Í Sundalagnum skiftir veðrið, og á brúnni um Streymin er tað sum um vit koyra inn í eitt annað land, har ljósið stríðist við myrkrið, sum í einum Kingosálmi. Millum Fjarða er oysandi regn. Eins bráddliga slítir í, og við Toftavtan, har vit steðga, er morgunsólin aftur frammi. Grannakomunurnar fóru í 2008 undir at gera gøtu

Havsins fruktir eitt heystkvøld

Fríggjakvøldið vóru havsins fruktir, Fruits de Mer , kjakevni í køkinum í Barbara Fish House í Gongini Heima í Havn. Tað kendist sum vart tú mitt í París. Her var rátt, her varð stokt, her varð kókað. Umframt fryntligu borðternurnar, vóru kokkarnir Jákup Sumberg, Johan Joensen, Kári Kristiansen, Karl Aage Hansen og Jaspur Svabo Jørgensen til arbeiðis hetta fulsetta fríggjakvøld mitt í Havn. Á matskránni hetta dýrdarkvøld var alt samalt av føroyskum grunni, skeljafiskur og kúfiskur, veitt og lagt upp sama fríggjadag, uttan franska ostran. John Mikkelsen heldur á øllum teymunum og kemur við fyrsta rætti, sum er einasta innflutta matvøra hetta kvøld. Tað er franska ostran av slagnum bretagne , sum er tikin í Olonne sur Mer í landspartinum Pays de la Loire út móti Biskaiavíkini. Havi ikki sæð henda sjáldsama brellbita á føroyskari matstovu áður, hóast eg veit, at Hotel Føroyar kundi borðreiða við ostru á Kongabrúnni fyri hálvari øld síðani. Hon er opnað, so ostran

Kommunan bøtir um útsýnið

Nú sæst Nólsoyarfjørður frá Kaffivognin undir Krákusteini í Havn. Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur valt eina nýggja tilgongd, nú tikið verður av Skansanum. Útsýnið hjá Havnarborgarum skal verður betur. Sigst, at kontraktaði rennigravarin fær trífalda løn fyri hvønn arbeiðstíma frá lønjavningarstjóranum. Eina løn fyri útsikt, eina løn fyri at taka av Skansanum, og eina løn fyri at víðka um rundkoyringina, so havnatreylarar sleppa av økinum uttan at koyra inn í pylsuvognin. Soleiðis verður alt javnað borgarum til tað besta. Í hvussu er í Havn.