Skip to main content

Posts

Svetlana Aleksijevitj fær Nobelvirðislønina

Sara Danius , fyrsti kvinnuligi skrivari í Svenska Akademinum, hevur á middegi kunngjørt, at bókentavirðisløn Nobels 2015 verður latin 67 ára gomlu hvítarussisku Svetlanu Aleksijevitj, för hennes mångstämmiga verk, ett monument över lidande och mod i vår tid . Svetlana sæst omanfyri á mynd, sum Magnus Hallgren hevur tikið fyri svensku avísina Dagens Nyheter . Svetlana er journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað skaldsøgur á russiskum av dokumentarslagnum um Sovjetmenniskjað , sum sviar siga. Kendastar eru Bøn fyri Tjernobyl , Kríggið hevur einki kvinnuandlit og Tíðin second hand: endin á reyða menniskjanum . Týski P.E.N. felagsskapurin upplýsir, at síðan Lukasjenko kom til ræðið í 1998, hevur Svetlana verða bannað, eins og allar hennara bøkur hava verið bannaðar at lesa í Hvítarusslandi. Eina tíma undan hevði Svetlana sjálv longu tweeta úrslitið til allan heimin: Virðislønin, sum verður handað í Stockholm hin 10. desember, er 8 milliónir svenskar krónur, umframt

Hvør fær Bókmentavirðisløn Nobels í døgurðapottin í morgin?

Í morgin hósdagin 8. oktober á middegi okkara tíð verður kunngjørt, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum í 2015. Í fjør var tað franski Patrick Modiano, sum eg aldri havi lisið, ið vann. Bara kvalifiseraðir persónar, qualified persons only, sum heimasíðan hjá dynamittkonginum Nobel sigur, kunnu koma við uppskotum. Tey kunnu verða sprongd upp 50 ár seinni, uppskotini og grundgevingarnar altso. Tað eru limir í Svenska Akademinum , professorar í bókmentum og málfrøði, virðislønarmóttakarar higartil, og formenn og forkvinnur í rithøvundafeløgum, ið kunnu skjóta upp. Teir átjan limirnir í Svenska Akademinum hava ábyrgd av úrvalinum. Nobelnevndin í bókmentum , sum kunnu vera fýra ella fimm fólk, gera endaliga av. Við passaligari trygdarfrástøðu verður kunngjørda virðislønin handað í Stockholm hin 10. desember. Til ársins bókmentavirðisløn, sum er 8 mió svenskar krónur, hevur Svenska Akademiið fingið 259 uppskot. Eftir nevndarviðgerð standa 198 eftir. Millum hesi eru 36 nøvn, sum fyr

Montasja ella reportasja?

Í hesum døgum er kjak millum fólk um montasju , ljóðmynd, hoyrispøl, útvarpsleik og reportasju . Orsøkin er, at Linda Mortansdóttir í farnu viku frumsendi Føroya fyrsta útvarpsbiograf um tvíburðabróðurin Rasmus Rasmussen í Tjóðpallinum. Ikki sum sýning, men sum hoyring . Sigst, at sama montasja verður send í sínum natúrliga elementi, í Útvarpinum, komandi leygarkvøld. Í landinum eru vit vælsignað við orðabókum, sálmabókum og Bíblium. Men hvørki orðið montasja ella reportasja eru í Orðabókagrunninum. Tó, hyggja vit í orðabøkurnar hjá Sprotanum, so finna vit bæði orðini í donsk-føroysku og ensk-føroysku orðabókunum, soleiðis: DA-FØ: Montage : tilgerð, sam(an)seting, frásøgumynd (mynd, ið er samansett úr mongum smáum myndum, sum geva heildarmynd), montasja EN-FØ: ljósmyndasamanseting, montasja DA-FØ: Reportage : frásøgn, (beinleiðis) frásøga el. frágreiðing (ofta frá sjálvum hendingarstaðnum) EN-FØ: (forml.) tíðindaflutningur (hvussu fjølmiðlar lýsa tíðindi); frásøga Sum sæ

Fantastisk fiktión úr Noregi

Norðurlendskur filmur stendur sterkur í sjónvarpi í hesum døgum. Triði partur av svensk-donsku røðini Broen er júst byrjað, og í kvøld frumsýndi DR2 undir danska heitinum Den russiske ambassadør fyrsta part í spildurnýggju norsku sjónvarpsrøðini Okkupert . Sjónvarpssøgan, sum norska TV2 hevur gjørt, er í 10 pørtum og byggir á hugskot hjá kenda norska rithøvundanum Jo Nesbø. Søgan fer fram í eini ikki so fjarari framtíð, har USA er farið úr NATO, og samstundis finnur alla ta olju, tey hava brúk fyri í egnum landi. Borgarakríggj er á arabisku hálvoynni, so haðani kemur einki til Evropa. Sum í einum Dominospæli verður kreppa í Evropa. Tá søgan tekur við, seta øll á okkara leiðum álitið á ríka oljulandið Noreg, sum júst hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, Jesper Berge, sum sæst omanfyri. Beint móti øllum vónum, kunngerð hann, at Noreg steðgar allari oljuboring, og fer at útvinna thorium, tí hann tekur veðurlagsbroytingar í álvara. Hetta lata ES, russar og obskur vinnilívsáhugamál

Ein Skansamúrur í Havn

Hesa myndina hevur Dánjal Højgaard tikið úr stovuvindeyganum á Hellutúni 6 í Eysturbýnum í Havn. Múrurin fremst fyri er ikki ein konsertkulissa til The Wall , ella ein endurskapan av tí múrinum, sum Pink Floyd ynsktu eins langt niður og norður, sum Ronald Reagan, tá hann á 750 ára degnum í Berlin í 1987 bað Mikhail Gorbatsjov um at 'Tear down this Wall'. Tað hendi. Og kanska skulu ganga 300 ár til hesin ræðandi múrur omanfyri verður tikin niður. Tí Skansin í Havn er enn bara 435 ára gamal. So eftir hesa arkitektonisku skarnsagerð, ger nú helst einki, hvussu Skansin verður innrammaður og viðfarin hinumegin, frá sjósíðuni. Má siga, at estetikkurin í Havn hevur tað ikki gott. Hvat munnu grannarnir siga, at fáa henda vegg upp fyri stovuvindeygað? "Tear down that wall, Mister Mortensen, freistast skansabørn at siga", sigur Dánjal Højgaard, sum tók myndina. "Minnir kanska eitt sindur um tann hjá Roger Waters. Men ei dáni í, um Skansin kennir seg álopnan fr

Taraseyður í Áarstovu í desember

North Ronaldsay er hin norðasta av Orknoyum. Har búgva í dag 72 fólk sambært National Records of Scotland (august 2013). Fólk hava búð í Orknoyum seinastu 6.000 árini og hava altíð havt seyð. - Kanska hava fyrstu niðursetufólk havt sama seyðin við, til tann seinasti varð skotin í Lítlu Dimun, siga Jóhan Mortensen, Johan Mikkelsen og Jóhan Joensen, sum nú fara á gastronomiska ferð at kanna taraseyðin fyri matstovuna Áarstovu í Havn. Í jólamánaðinum verður taraseyður á heimligu matskránni í Áarstovu, saman við Scapa Whisky og øli frá Orkney Brewery. Tað er Jóhan Mortensen, sum er vælkendur í Orknoyggjum og limur í hugsanartoyminum hjá Áarstovu, sum skipar fyri ferðini. Føroyska Wikipedia sigur um North Ronaldsay , at gamla norrøna navnið er Rínansey ella Rínarsey. Sagt verður um hesa oynna, at “hóast ta ábarnu støðu millum Atlantshavið og Norðsjógvin, so er veðurlagið milt, og jørðin er eftir umstøðunum fruktagóð. Vegna Golfstreymin er kavi sjáldan at síggja”. Mest áhugaver

At vera borgari í Havn

Tað er fríggjamorgun og seinasti arbeiðsdagur í vikuni. Sólin rísur yvir Nólsoynni og rakar enn ikki Skansan hjá Havnarborgarum í øllum Føroyum. Kommunan er farin at taka av honum, so rundkoyringin verður rúmligari. Í Havn er neyðugt, at lastbilar, treylarar og bingjur hava tað gott. Tað hevur borgarstjórin og hansara breiða samgonga gjørt av. Ja, hann er farin heilt yvir um gøtuna og inn í tingið at mótmæla, at undirsjóvartunnil verður gjørdur undir Tangafjørð og inn í Eysturoynna. Her, sum vit nú hyggja, skal alt miðsavnast og byggjast uppfyri, allan vegin út við Strond. Her er Petur við allari verðini og hundinum Bob Dylan á telefonini. Saman við starvsfeløgunum í skúlanum á Giljanesi er hann komin til Havnar at hoyra, hvat tilfar og hvørja ráðgeving vit í Námi hava at bjóða. Tá eg sjálvur skal siga tað, er tað ikki so lítið. Frá rokning og byrjunarundurvísing í móðurmálinum, til teldtøkar temasíður á undirvísingarportalinum Snar. Hetta er nýggjasta temasíðan á Snar. Ho

Á volapykk eitir landið Cilän

Rolf Guttesen, geografur, og framcøgumaður í Málfelagnum, sum varð stovnað í 1938, cigur at Málráðið mistekur ceg, tá eitt land í Cuðuramerika verður kallað og stavað Kili á føroyskum. Á volapykk eitir tað Cilän. Men tað kann hann co fara í kríggj við Málráðið um, á cyklu um hann leggur í. Men at ciga at áðurnevnda land eitir tað cama, sum danskarir ciga, er ein cannleiki við modifikkasjónum (har rakk sejið ikki til). Á íslendskum eitir landið til dømis soleiðis: Á italskum eitir landið soleiðis: Á fronskum eitir landið soleiðis: Á katalanskum eitir landið soleiðis: Á føroyskum eitir landið sambært almenna Málráðnum soleiðis: - men á donskum eitir sama Suðuramerikanska land soleiðis: Tí skal Málráðið bakka fyri omanfyrinevnda geografi, sum er ekspertur í málvísindum, alfabetum, atlasum og øðrum líknandi stavindum, og stava og skriva sum har Nirri, sunnanfyri Norra: Chile. Sami persónur varð boðin at gera Føroya fyrsta atlas, men leveraði ikki. Tjúgu ár