Skip to main content

Hvør fær Bókmentavirðisløn Nobels í døgurðapottin í morgin?


Í morgin hósdagin 8. oktober á middegi okkara tíð verður kunngjørt, hvør fær Nobelvirðislønina í bókmentum í 2015. Í fjør var tað franski Patrick Modiano, sum eg aldri havi lisið, ið vann. Bara kvalifiseraðir persónar, qualified persons only, sum heimasíðan hjá dynamittkonginum Nobel sigur, kunnu koma við uppskotum. Tey kunnu verða sprongd upp 50 ár seinni, uppskotini og grundgevingarnar altso. Tað eru limir í Svenska Akademinum, professorar í bókmentum og málfrøði, virðislønarmóttakarar higartil, og formenn og forkvinnur í rithøvundafeløgum, ið kunnu skjóta upp. Teir átjan limirnir í Svenska Akademinum hava ábyrgd av úrvalinum. Nobelnevndin í bókmentum, sum kunnu vera fýra ella fimm fólk, gera endaliga av. Við passaligari trygdarfrástøðu verður kunngjørda virðislønin handað í Stockholm hin 10. desember.

Til ársins bókmentavirðisløn, sum er 8 mió svenskar krónur, hevur Svenska Akademiið fingið 259 uppskot. Eftir nevndarviðgerð standa 198 eftir. Millum hesi eru 36 nøvn, sum fyrstu ferð eru á listanum. Á middegi í morgin verður peikað á eitt av teim 198 uppskotunum, sum so endaliga fær Nobelvirðislønina í bókmentum í 2015.

Tíðindabløð kring allan heim hava spurt veddingafeløg og funnið fram til ymisk nøvn, sum javnan er frammi í tílíkum føri. 67 ára gamla hvítarussiska Svetlana Aleksijevitsj er ovast, sigur Ladbrokes í dag. Næstur á listanum er 66 ára gamli japanski Haruki Murakami, sum Pauli Nielsen hevur týtt til føroyskt, Sunnan fyri markið. Á fimta plássi er 82 ára gamli amerikanski Philip Roth.

Bretska avísin The Guardian hevur gjørt ein top 10 lista, har lesarar kunnu atkvøða um vinnaran. Givin eru tíggju nøvn og fremstur í løtuni er Philip Roth og honum á baki Murakami. Einasti norðurlendski rithøvundur, sum er á hesum stutta atkvøðulista hjá The Guardian, er 56 ára gamli norðmaðurin Jon Fosse, sum Marna Jacobsen týddi í fyrrárið, Morgun og kvøld.

Á samlaða veddingarlistanum hjá Ladbrokes er 46 ára gamli norðmaðurin Karl Ove Knausård á einum 51. plássi. Men longu á einum 26. plássi finna vit navnið Bob Dylan. Hann er 74, og eigur um nakar í mínari verð at fáa Bókmentavirðisløn Nobels ongantíð ov skjótt. That would be a Shot of Love!

Vit hoyra á middegi í morgin, hvør verður áttafaldaður bókmentamillióningur á jólum!