Skip to main content

Posts

Kreppukøkur - Crisis Cuisine

Í dag møtti eg Abraham, Osman og Major úr Eritrea. Osman, sum er 66, kom til Norðurlond í sjeytiárunum, men nú býr hann í Lübeck og hevur arbeitt við Airbus flogførum í Hamburg. - Ich bein ein Lübecker, sigur hann smílandi, og spyr um Føroyar og flóttafólk. Eg sigi honum um uttan- og innanríkismál, og hann nikkar siðiliga og sigur á skúlaðum enskum, at soleiðis er politikkur. Skrivstovur bíða eftir skrivstovum. Teir báðir ungu Abraham og Major komu sum flóttar úr Eritrea til Lübeck fyri fýra mánaðum síðani. Sjeytúsund kilometrar í loftlinju, rokna teir út, meðan eg smakki heitt myntute. Vit eru í einum niðurlagdum svimjihyli við ánna, mitt í býnum. Á middegi borðreiða flóttafólk við suppu og breyði úr teirra heimlandi. Í dag er tað Eritrea, í gjár var tað Rumenia og í morgin er tað Afganistan. Á týskum verður sagt soleðis um tiltakið, sum hevur fingið so góða undirtøku, at alt er útselt: An drei Tagen zur Mittagszeit lädt Crisis Cuisine zum gemeinsamen Essen mit Menschen au

Veðrar løgdu fyri

So er fyrsti filmsdagurin í Lübeck farin aftur um  bak. Filmurin, sum opnaði 57. Norðurlendsku filmsstevnuna í týska Hansabýnum, var íslendski Veðrar , á íslendskum Hrútar,  á týskum Sture Böcke og sum altjóða plakatin sigur: Rams Og gamli filmurin Bye Bye Bluebird hjá Katrin Ottarsdóttir verður eisini sýndur saman við Rams hesar dagar. Íslendski veðrafilmurin er um aldrandi brøðurnar Gummi (Sigurður Sigurjónsson) og Kiddi (Theodór Júlíusson), sum báðir vóru millum festivalgestirnar. Hin bulmikli Gunnar Jónsson er Grímur, men spælir eisini Fúsi í nýggja virðislønta filminum Virgin Mountain , sum eg vónandi síggi í morgin. Her eru teir allir avmydaðir í biograffoyérini. Annars búgvi eg á somu hædd sum Theodór Júliusson, og havi júst heilsa uppá hann í hvítum kimono. Stuttligur maður. Í filminum Veðrar eru Gummi og Kiddi grannar, og hava arvað seyð og bóndagarð, men tosa ikki saman. Tað hava teir ikki gjørt í fjøruti ár. Teir hava bara seyð at ganga upp

Kona donsku gentuna

Eitt danskt par, sum er tvørkynt og tvíkynt, fer til París at liva dreymin, ein føroyskur nasistur, ið er óður um list í Politiken í 1907, og so komandi stórfilmurin The Danish Girl , eru naglarnir í eini sjáldsama spennandi myndlistaframsýning við  Gerdu Wegener , sum leygardagin letur upp í Arken í Ishøj í Danmark - Tað er fyrstu ferð, at eitt listasavn hýsir eini framsýning við henni, sigur Andrea Rygg Karberg, ið er savnsleiðari í Arken, har Gerda Wegener er evnið. - Hetta er fyrsta listaframsýning, har málarin er kvinna, og listardísin, musan, er tvørkynd. Øll málari, har kvinnan Lili, sum í veruleikanum er maðurin og landslagsmálarin Einar, hevur sitið modell, eru frá tíðini innan kynsbroytandi skurðviðgerðina, sigur Andrea. Týsdagin slapp eg at síggja savnsvørðarnar til arbeiðis. - Sum listakvinna er Gerda Wegener, ið er útbúgvin á Kunstakademinum, týðuliga undirmett, sigur savnsstjórin og vísur runt. Her er ein sjálvsmynd við blýanti frá 1905 og niðanfyri ein po

Heystleyv, polkaprikkar og elgskálvar

Heyst er í Danmark. Tað staðfesti myndatólið undur gulgrøna leyvinum og reyðu berunum í felagsgarðinum í Dovregade á Amager. Og norðuri í Louisiana stendur eitt polaprikkut grasker fyri durinum. Listasavnið Louisiana í Humlebæk á Norðursælandi sýnir í hesum døgum retrospektiv og eisini spildurnýggj verk hjá 86 ára gomlu japonsku Yayoi Kusama , sum skrivar og málar í Tokyo og í dag er heimsins fremsta Instagramstjørna. Tað er fyrstu ferð at Kusama sýnir fram í einum Norðurlandi. Næsta ár fer framsýningin til Oslo, Stockholm og Helsingfors. Tað er The Japan Foundation frá 1972, sum skipar fyri. Hóast retrospektiv, eru eisini spildurnýggj verk á framsýningini. Litríka frisan niðanfyri er My Eternal Soul , sum Kusama fór undir í 2009. Hon setti sær fyri at mála hundrað, men nú er málið tíggjutúsund málningar. Risastóru reyðu og gulu mynsturverkini frá 1960 eru ein avbjóðing at fotografera, ella yvirhøvur at endurgeva á nakran hátt. Tey mugu upplivast, so sum tey eru