Skip to main content

Posts

Bestu lýsingar

Trýst á hesa slóð og hoyr tekstin lisnan upp! Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins bestu lýsingar í Føroyum kosnar í Mettustovu fríggjakvøldið, 15. januar. Demokratia, Ferðslutrygd, Føroya Bjór, VisitFaroeIslands og Koks eiga ársins bestu lýsingar. Meira enn 1.400 Facebook brúkarar valdu at atkvøða í ársins kapping um bestu marknaðarføringina í Føroyum í 2015. Harumframt fekk matstovan Koks ársins herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi arbeiði innan føroyska marknaðarføring. Koks er flutt út úr Hotel Føroyum og fer seinni í ár at lata upp í Kirkjubø. Hvørt ár er ein gestarøðari. Her er røðan eg slapp at halda: Lýsingar og brúkarin Hvat skal man siga um eitt fakevni, sum man ikki hevur innlit í, við ein fólkaskara, sum livir av hesum sama fakevni, og sum eg onga binding havi til, men eri biðin um at siga nakað um? Helst hugsaðu Watergate-innbrotstjóvarnir so

Ein Ribbaldur

Hoyr tekstin lisnan her Eilif Mortansson hevði fylt hundrað, hevði hann livað. Helst er hann er mest lisni føroyski høvundur, og er eisini upphav til fyrstu lesiuppliving, sum eg minnist. Soleiðis frá permu til permu, púra uppslúktur. Ein Ribbaldur , sum hann skrivaði, og so kanska Vicke Viking , eru fyrstu bøkur eg minnist sum sjávstøðug lesiuppliving. Gluggan las eg eisini á tamb ta somu tíðina tíðina, og íslendska barnablað, Æskan , sum mostir ein floksfelaga plagdi at fáa. Seinni lósu vit Ousideren í sama flokki. Í morgin møtast vit aftur. Kemur ikki hol á, so eru bøkur tíðarlummar. Eins og plátur og filmar. Síggjast!

Sonur Saul er mín favorittur

Hoyr tekstin lisnan her Besti útlendski filmur skal í ár finnast millum fimm filmar, sum hava hesi ensku heiti: "Son of Saul," László Nemes úr Ungarn "A War," Tobias Lindholm úr Danmark "Embrace of the Serpent," Ciro Guerra úr Kolumbia "Mustang," Deniz Gamze Ergüven úr Fraklandi "Theeb," Naji Abu Nowar úr Jordan Oscarhandanin verða á 88. sinni hildin sunnudagin 28. februar í ár í the Dolby Theatre í Hollywood, og send beinleiðis við Chris Rock sum verti í ABC Television og í fleiri enn 225 londum. Bólkarnir, sum verða virðisløntir, eru 24.

Skúlakavi

Hoyr tekstin lisnan upp her So var skúlakavi aftur. Kalt og ein kontemplativ løta. Í stilla kuldanum at hugsa um minnismentan og nøvn, sum gjøgnum eitt heilt lív sleppa at gera okkum mun. Hví er tað so, at tað fjarasta kenna vit best? Er tað natúrliga perspektivið, ella er tað tí, at tann parturin av útinnandi føroyskari mentan, sum ikki er á fornminnissavni, er so tungur at reka, at einki annað er, enn tað útlendska, ið lættliga kann leggjast undir nálina, sæst og hoyrist aftur, á ein hátt, sum ger mun? Givið er, at flestu okkara kenna fleiri sangir hjá Bowie, enn tekstabrot hjá Heinesen og øllum hinum tilsamans. Ella eri tað bara eg, sum haldi tað? Haldi, at her er ein heimligur formidlingstrupulleiki, hóast nøkur eru, ið hvønn dag gera nógv, sum sæst aftur á føroyskum, Sprotin er tað navn, ið fyrst poppar upp í kavanum. Men við heiðurskrýnda mentanarfrámerkinum, andlát , eru ikki færri enn fýra uppsløg um Bowie á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Tað síggi eg á morgunfonini í ka

Falskar myndir

Hoyr tekstin lisnan her Í nærum eina øld hava vit sæð falskar myndir úr Russlandi, sum bleiv til Sovjetsamveldið í 1922. Tann, sum var vinur við Stalin, slapp við á myndirnar, og óvinir vórðu strikaðir so hvørt. Í nýggjari tíð hava vit fingið Photoshop, so til ber at gera tað sama sum Stalin. Omanfyri er ein gomul mynd úr stóra Getty myndasavninum, sum danski fotografurin Jørgen Angel (f. 1951) hevur tikið í 1972. Tá spældi Lemmy bassgittar í Hawkwind og sang Silver Machine . Á myndin sæst Lemmy saman eini franskari vinkonu hetta árið. Nú er David Bowie settur inn í gomlu myndina av Lemmy, so sum sæst niðanfyri. Falska myndin er rímiligvís attraktiv og ferðast tí á netinum í løtuni.

Husk du er en dødelig

Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu, við at trýsta á hesa slóð Soleiðis segði søgulærarin fyri fjøruti árum síðani. Husk, du er en dødelig . Hann var føddur í eini tíð, tá skúlakommisjónin var nærri Gudi enn í dag. Einki kann sum bráðkomin stjørnudeyði fáa okkum at minnast tyktandi orðini hjá gamla læraranum Husk du er en dødelig . Soleiðis teskaði trælurin í oyrað á kappanum, sum í sigursrúsi reið inn í Forum Romanum. Husk du er en dødelig . Frá skúlaborðinum sá eg teir fyri mær á sandinum, reiðmannin og trælin, í gylta himmalvogninum, meðan brúgvin um Streymin enn var í gerð. Husk du er en dødelig skrivaði hann í sandin hesumegin. Hinumegin regnaði. Lukkutíð eru tey ættarlið, ið vuksu upp við rockstjørnum, sloppin fram at mikrofonunum í almannavarpinum. Tað hoyrdist um vikuskiftið, tá Lemmy og Bowie vórði mintir. Hóast ein privatur blaðstjóri í dag kunngerð, at hann vil aftur til andlátini, sum livandi pennar skriva til sín sjálvs, og hansara egna blað kroysti seinasta b

Livandi sendingar

Kári Sólstein avmyndaði teir báðar vertirnar, Høgna Djurhuus og Una Leitistein Hansen, sum við tveimum Jack Daniels sendu beinleiðis úr studio 5 í Útvarpinum í dag Hoyr tekstin lisnan her Í morgun varð fólksins rødd, Also , at hoyra í nýggjum hami. Roynt varð at senda beinleiðis, eins og sendingin higartil hevur lagt upp til - beinleiðis prát saman við lurtarum, innan klassisku leygarmorgunsendingina Rót & Rútmu , sum vælfyrireikað altíð er í eygnahædd við lurtaran. Ikki tí, Also hevur í sínum uppleggi lætst at vera beinleiðis og óklipt. Tað er náttúran og styrkin í hesum formati, slagi av sendingum, at tær eru í beinleiðis sambandi við lurtaran in real time , her og nú. Í morgun hepnaðist væl at rætta upp á henda miss ella skeivleika í sendingini, at fáa prógvaða lurtarakontakt, ið styrkir um sendingina og kanska krevur eitt vet meir at vertinum og innbodnu gestunum, at teir ikki fjanta ov nógv og blíva ov populistiskir. Tað er ábyrgdin hjá vertinum at byrgja upp f

Í skotskum mjørka og amerikanskum kava

Hoyr tekstin lisnan her Í gjárkvøldið sá eg Shakespearefilmin Macbeth í nýggjari uppseting hjá avstralska Justin Kurzel. Fullur av orðum, sum meistarliga gleppa leikarum av munni, og bora seg inn í skotskar fjallamyndir, meðan tokan dregur fyri og stingur døkka sinnið, sum skorpiónir, blendað av makt. Fullur biografsalur. Fantastiskt. Fyri minni enn hálvtómum sali sá eg í kvøld ótolandi orðastreymin hjá Tarantino í nýggja kovboyfilminum The Hateful Eight . Orð og aftur orð, og innilæstar uppsetingar, meðan tað kavar uttanfyri. Orð og aftur orð. Ein søga so tunn, at tú ynskir at Tarantino fór at gera orðaleysar filmar, tí myndirnar og fokuseringarnar eru so endaleyst vakrar, at orðini bara órógva. Og so hin kuli tónleikurin, sum hann altíð finnur, hin føddi plátuvendarin Tarantino. Men einki er tað uttan pastisjur og sipingar til aðrar filmar. Tim Roth er hin mest komiski, sum førir okkum beint í føvningin á bretsku Monty Python , so eru vit í krimigátuni Ten Little Niggers , so