Skip to main content

Livandi sendingar


Kári Sólstein avmyndaði teir báðar vertirnar, Høgna Djurhuus og Una Leitistein Hansen, sum við tveimum Jack Daniels sendu beinleiðis úr studio 5 í Útvarpinum í dag

Hoyr tekstin lisnan her

Í morgun varð fólksins rødd, Also, at hoyra í nýggjum hami. Roynt varð at senda beinleiðis, eins og sendingin higartil hevur lagt upp til - beinleiðis prát saman við lurtarum, innan klassisku leygarmorgunsendingina Rót & Rútmu, sum vælfyrireikað altíð er í eygnahædd við lurtaran.

Ikki tí, Also hevur í sínum uppleggi lætst at vera beinleiðis og óklipt. Tað er náttúran og styrkin í hesum formati, slagi av sendingum, at tær eru í beinleiðis sambandi við lurtaran in real time, her og nú.

Í morgun hepnaðist væl at rætta upp á henda miss ella skeivleika í sendingini, at fáa prógvaða lurtarakontakt, ið styrkir um sendingina og kanska krevur eitt vet meir at vertinum og innbodnu gestunum, at teir ikki fjanta ov nógv og blíva ov populistiskir. Tað er ábyrgdin hjá vertinum at byrgja upp fyri tí.

Tað kennist respektfult, at lurtarin verður so mikið virdur, at hann eisini sleppur uppí part, at hann kann viðmerkja á sms og beinanvegin fáa svar, sum bara styrkir um sendingina, um verturin dugir at lofta øllum bóltum, sum nú eru í luftini. Og tað dugdi hon væl, Elin, í morgun. Gamla formatið hevur fingið nýtt lív. Meir av tí, lívi og prógvaðari lurtarakontakt her og nú.

Petur Rouch er altíð góður, tí hann er so væl fyrireikaður at lýsa sjangruna, sum hann setir sær fyri, oftast við støði í blue collar stone country, hvítum amerikanskum arbeiðaratónleiki við støði í Hank Williams og fram eftir. Jú betur countrytónleikur verður borin fram og presenteraður í útvarpi, jú stuttligari haldi eg tað vera, at hoyra havnarfólk happa henda tónleik, sum tey ikki hava forstand uppá, tí hann varð aldri praktiseraður í jazz-Danmark, har tey hava lisið og nú eru komin aftur frá. Aðrastaðni hava tey ikki verið. Stuttligt, at havnarfólk avdúka seg sum happandi heimføðingar, tá tey lurta eftir country. Meir av tí. Tað styrkir um sjangruna og minnir okkum á stættarsamfelagið og teir høgu bøgarðar, sum ikki bara eru í drekakvæðunum, men altíð eru um allar býir í Havn.


Í tíðindunum er prát við føroyingar í Egyptalandi, og klokkan eitt hertaka teir báðir, Høgni og Uni, útvarpsskránna og senda í tveir tímar um Lemmy, fornreliktið, sum var so ólátaður og skrálandi, at hann neyvan hevði sloppið inn um gáttina í nøkrum egningarskúri í landinum.

Tí var avbjóðingin stór, at seta hetta á skrá fyri almenninginum, Í ervi hjá Lemmy.

Hetta við rock og elli er ein anakronisma, sum bara blívur størri og størri, so leingi lív er lagað. Pete Townshend, sum nú er 70, skrivaði í My Generation fyri 50 árum síðani I Hope I Die Before I Get Too Old.

Heiður til teir báðar, Høgna og Una, at fáa eina so livandi sending um ein so deyðan mann í luftina. Hetta er útvarp. Meir av tí, og stuttligt at hoyra Høgna brúka vit vinklingarnar, vit móti hinum. Beinleiðis revolterandi útvarp, sum hevur eitt ektað støði, og sum púra ótilgjørt við autentiskum kønkum og øllum, vil mær nakað, tí tað í fyrsta lagi hevur nakað uppá hjartað, leygardagsútvarpið.

Livandi seinrapartssendingin, sum slettis ikki var sponsorerað av Rúsuni, fær meg at hugsa tann ófyrigeviliga tanka, at útvarpið veruliga hevur verið deytt, nú tað bráddliga fatast sum uppafturstaðið.

Og takk til Kára Sólstein fyri at taka myndirnar beinleiðis av livandi sendingini í útvarpinum. Ein sending, sum vónandi leggur lunnar undir eina nýggja byrjan við livandi og beinleiðis rocksendingum við kanti og altjóða substansi. Alt ov nógv gott, sum aldri verður spælt, kemur út, men bara brennur inni. Tað er mítt ynski í nýggja útvarpsárinum. Tveir innlitsfullar rocktímar leygardag seinrapart. Bring it on!

Og so er tað skønsangur fyri tey fínu í kvøld, innan Jákup aftur fer at venda plátum, og einsamallur leiður tjóðina inn í náttina.

Takk fyri sjáldsama gott Útvarp higartil í dag!