Teldutala Hjá Beintu og Shane á Islands Brygge mála tey páskaregg í dag. Úr køksvindeyganum síggja vit tólv hartkókaði páskaregg við Minion, Ironman, Spiderman og fleiri litríkum films- og tekniseriufigurum á. Men at rulla páskaregg er í dag ein burturgloymdur siður í øllum okkara grannalondum, um hann nakrantíð var har, og stendur tí eftir sum ein serføroyskur siður, ið enn savnar tjóðina. Tað er neyvan galdandi í nøkrum øðrum landi í Heiminum. So langt burturi sum í Póllandi rulla tey tó eisini egg í hvørjari brekku á páskum, og týska páskaharan er ikki ókend í grannalandinum fyri norðan, Danmark. Her niðri, í USA og Avstralia við, sigur Shane, krógva tey málaðu eggini innan eitt avtalað øki á spæliplássinum. Og eina løtu seinni hevur Ramiro hjá Rakul og Boga funnið øll tólv eggini. So verða eggini rullað og blakað eftir bønum og upp í loft, til tey detta sundur og fara í smildur. Hóast onnur eru í garðinum er eingin annar, ið rullar, blakar ella krógvar páskaregg. Tá