Sá næstseinasta partin av donsku sjónvarpsrøðini Rigsfællesskabets historie hjá danska Martin Breum í donskum sjónvarpi í Danmark í kvøld. Hinar partarnar havi eg sæð heima í Føroyum, lagaðar til ein føroyskan áskoðaraskara.
Tað er eitt frálíkt átak at tillaga, ella versjonera, sjónvarpstilfar í øllum heimsins londum, eisini í Føroyum.
Men tá evnið er vit sjálvi, Føroyar og føroyingar, sædd við donsku eygunum hjá Breum, og so Grønland og grønlendingar forrestin eisini, so verður samansetingin og formidlingin trupul longu í føðingini.
Sum tá føroyskt sjónvarp varð sett í verðina, tvørt fyri á danskari føðistovu í TV býnum. Alt verður øvugt, og kann ikki gerast umaftur. Tað er líkasum keisarasnittið í føroyskari sjónvarpssøgu. Vit mugu liva við tí, sum undanfarna sjónvarps- og politikaraættarlið hava setti út í kortið.
Í Danmark riggar skúlasendingin um ríkisfelagsskapin fínt. Hon avdúkar ein manglandi, ella í hvussu er fráverandi, og ikki á nakran hátt brúktan, eginleika at samansjóða teir tríggjar partarnar í Ríkinum, har hin einaráðandi parturin er suðuri í Keypmannahavn. Tað er skakandi, so lítið er gjørt at sameina og menna kongaríkið.
Uttan kjak aftaná sendingina, har øll tosaðu danskt, var júst hetta fremsti lærdómur. Og tað var ikki so lítið.
Danskar brillur eru hvørki føroyskar ella grønlendskar, hvussu vit umseta, tillaga og versjonera.