Í morgun kundi Útvarpið siga okkum um ein eld í Alberta í Kanada, sum herjaði á einum økið, ið var á stødd við Bornholm. Ikki nakra aðra geografiska eind í allari verðini, bara Bornholm sum námsfrøðiligt amboð at læra okkum fatan av Norðuramerikanskari stødd hinumegin Atlantshav. Interessant. Guvide, hvat Patursson hevði sagt um dagsins samanbering í Útvarpinum. Tí í dag eru 150 ár síðan hann varð føddur, bóndin Jóannes Patursson í Kirkjubø. Tí var tað stundvíst hepni, at Sjónvarpið eydnaðist at seta eina sending um hann á skránna longu í gjárkvøldið. Samanlagt ein fín sending við góðum samrøðum, hóast eg ikki fekk familjusambandið hjá øllum við. Mátti eisini venja meg við, at sendingin varð so nógv bundin at vertinum og frásøgumanninum, Høgna Reistrup, sum hevði skrivað og lagt alt til rættis, meðan hann gekk inn og út úr sendingini. Men tað hepnaðist stak væl og stóð eftir sum eitt gott dømi um, at til ber at gera eina einfalda sending um eitt stórt evni, sæð úr sjó