Teldutala
Seyðurin í grannalagnum hevur ongar trupulleikar at ganga í lendinum, hvussu bratt og illgongt tað er, her á lítla økinum niðanfyri Tórgarðstrøð, omanfyri vegin yviri við Strond.
Eitt hanagleiv longur heimi, har sum Hamarsgøta tekur seg niðan í brekkuna, er verri hjá humanu ættini at laga seg til lendið og tað á javngóðan hátt. Snøggu húsini til høgru standa sjáldsama væl, men mitt í brekkuni hinumegin vegin, hevur onkur bygt eini hús í einari hædd, sum ikki síggjast longur, og ivaleyst hava mist alt útsýnið yvir dýrdarfjørðin. Nú eru tey innibyrgd av tveimum kassum. Og hvør veit, um ikki tey grundstykki, sum enn eru eftir í brekkuni, eisini verða kassar, sum tá fara at taka sýnið frá teim húsum, vit nú síggja. Livst, so sæst.
Longur úti við Strond tykist vera bygt eftir lendinum, bæði høgt og lágt. Eingin tekur sýnið frá øðrum.
Men hyggja vit hinvegin, so síggja vit fyrst ultimativa vakurleikan, svartur við flagtekju og sprossavindeygum fremst fyri, og so the beast uppi á heygnum. Tveir lítið prýðiligir ídnaðarkassar á fyrstu parkett í Havn, sum taka sýnið frá teim íbúðum, sum Palli Gregoriussen hevur teknað fyri Búsetur, sum byggir fínar íbúðir í lagdini aftanfyri. Tá eg gangi hendan teinin, er tað mær hvørja ferð ein gáta, hví vinnan, sum bara er á hesum leiðum í arbeiðstíð, partú skal sleppa at seta seg á fyrstu parkett, meðan tey, sum berja seg fram til at seta búgva á hesum føgru leiðum, koma í aðru røð, í skugganum av vinnuni, sum aldri hevur havt estetiskan sans.
Tá er stillandi at hyggja burtur og síggja ærnar við lombunum niðanfyri vegin hesa ársins tíð. Tey eru ymisk á liti, og onkur tvílemba er eisini.
Á somu trøð við Válgaravík, sá eg sama dag í fjør, eitt lamb við sama høvuðhvíta liti, sum hetta nýlembda omanfyri. Gott, at náttúran hevur skil á sínum.