Skip to main content

Posts

Ólavsøkuklárt

So er ólavsøkuklárt í gamla Skipshandlinum , sum hevur fingið eitt ordiligt feyslift við handlinum Bob and Marylin's Suitcase . Rani Isaksen, sum býr í London, hevur teknað búmerkið, sum Brian Hansen peikar á. Í durinum stendur Bartal Hjartvarðsson Hermansen, sum er úr Hósvík, og hevur lært til kokk hjá Leif Sørensen. Innan vit fara út um, er vert at leggja til merkis plátuspælaran á handilsdiskinum, og Lagerfeld merkið frammanfyri stóra speglinum við úthurðina. Bartal pussar og skúrar til teir lata upp á middegi í dag, og skeltið closed kann takast burtur. Eg vóni veruliga at hetta flotta handilsátak fer at rigga, tí hetta er stórheitsplássið hjá gamla Skipshandlinum, sum í langa tíð hevur ligið deytt, hóast her er møguleiki fyri einum sjáldsama góðum og ásjónligum vakstrarøki í miðbýnum, sum umframt at blása lív í ein deyðan býarpart, eisini kann taka ímóti ferðafólki av havnarlagnum. Og í morgin verður tónleikur uttanfyri nýpussaða handilin. Góða eydnu! Uppi á

Tríggjar stórbøkur til summarið

Við bókini Marius Olsen / Prent 1980-2016 , ið hevur nett somu stødd sum ein LP-plátuhúsi, hevur eitt tað virknasta forlagið í landinum eftir stuttari tíð givið út tríggjar stórbøkur. Eina um Seyðahald og eina um William Heinesen og nú hesa. Lítið prangandi finni eg nýggju kvadratisku prentlistaligu bókina við 400 blaðsíðum um Marius Olsen undir yvirskriftini pappírsbók í útgávuskránni hjá Sprotanum. Tað er nokkso stuttligt. Pappírsbók í talgilda meldrinum. Og tað innbundin í stívari permu og stórum broti. Ótroyttiliga drívmegin í Sprotanum er Jonhard Mikkelsen, sum her sæst í Reinsarínum í sambandi við hóskvøldstiltakið Orð og Tónar . Niðara myndin er av Hotel Føroyum, tá russiski høvundin Mikhail Sjisjkin vitjaði í 2012 og Sprotin gav út Brævabókina . Kanska var tað við bókini um KOKS , at forlagið Sprotin legði seg eftir tí slagnum av bókum, sum úti í heimi verða kallaðar coffee-table books , og í ensk-føroysku orðabókini hjá sama forlag verður lýst sum "ein st

Edvard við nýggjari fotobók um samkynd

"Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt?" spyr Edvard Nyholm Debes við nýggju bókini Teir og Tær framman fyri sær. Mánadagin leggur hann eina nýggja bók afturat tí sjáldsama lítla varðanum, sum kallast fotolist. Tónleikarin Edvard Nyholm Debess er í størri mun blivin fotografur. Í tvey ár hevur hann eygleitt gerandisdagin hjá samkyndum pørum, og nú verður úrslitið lagt fram í Norðurlandahúsinum mánadagin kl 17:00, har Bogi Davidsen, sum er við í fotobókini, eisini fer at greiða frá. Longu í kolofonini sæst at Edvard er Leicamaður. Umframt Edvard hava Lisa Nyholm Debes og Jóhan Martin Christiansen ritstjórnað fotobókina, sum Ingi Joensen hevur sniðgivið. Hann starvast á Føroyaprenti, sum aftur hevur prentað. Bókin, sum er svørt hvít, málar 25 x 23 cm og kundi verið eitt vet størri, so hon lá betri á kaffiborðinum. Tí einki er a

Sunnudagur í Nólsoy

At síggja av dekkinum á Ternuni, man hetta vera besta morgunmatarborð í Havn í dag. Tað er umborð á niðurlendska seglbátinum Thor, sum er úr Rotterdam. Í dag liggur hann við Bursatanga inn móti Kongabrúnni, við útsýni niðan eftir Áarvegnum. Ternan tendrar motorarnar og leggur frá uttaru síðu á Bursatanga. Hurðarnar til brúnna standa opnar og ferðafólkini forvitnast, meðan ferjan snarar sum ein knarvi í hesum lítla býi, ið sær út sum eitt gluggatjald í eini Disneyferð. Breiddin í úrvalinum gongur upp fyri tær, tá tú í sama eygnabragdi sært frámerki sum Murmansk og Selatrað og enn ikki hevur slept Havnini. Uttan fyri Molan sæst Havnin í dag við konteynarum fremst fyri. Frá hesari síðu er einki meira sjálvsagt enn tað. Bingjukonteynarar fremst fyri í eini havn, har arbeiði er til allar hendur. Tjúgu minuttir seinni eru vit komin um fjørðin og leggja at í litríku Nólsoyarbygd, har eg uppdagi, at gult er dagsins fokuslitur. Tá eg gangi framvið neystaveggjunum at f