Skip to main content

Ólavsøkuklárt


So er ólavsøkuklárt í gamla Skipshandlinum, sum hevur fingið eitt ordiligt feyslift við handlinum Bob and Marylin's Suitcase. Rani Isaksen, sum býr í London, hevur teknað búmerkið, sum Brian Hansen peikar á. Í durinum stendur Bartal Hjartvarðsson Hermansen, sum er úr Hósvík, og hevur lært til kokk hjá Leif Sørensen. Innan vit fara út um, er vert at leggja til merkis plátuspælaran á handilsdiskinum, og Lagerfeld merkið frammanfyri stóra speglinum við úthurðina.


Bartal pussar og skúrar til teir lata upp á middegi í dag, og skeltið closed kann takast burtur.


Eg vóni veruliga at hetta flotta handilsátak fer at rigga, tí hetta er stórheitsplássið hjá gamla Skipshandlinum, sum í langa tíð hevur ligið deytt, hóast her er møguleiki fyri einum sjáldsama góðum og ásjónligum vakstrarøki í miðbýnum, sum umframt at blása lív í ein deyðan býarpart, eisini kann taka ímóti ferðafólki av havnarlagnum. Og í morgin verður tónleikur uttanfyri nýpussaða handilin. Góða eydnu!


Uppi á Áarvegnum verða skeltini hjá Hotel Hafnia eisini pussaði til ólavsøkuna. Tað er nákvæmisarbeiði, sum orðabókin sigur.


Í nýgbygdu húsunum, har jólamaður hjá Katrinu Christiansen plagdi at sita, er nú gjørd ein pengaautomat hjá Bank Nordik, so laga manni er at sjoppa á høvuðsgøtuni, eitt nú í Etika, sum umframt sushi og áminningina um at havið er fult av smakki, eisini selur grønt Kusmi té at hava heim við.


Men hvør er hasin skeggjuti maðurin, ið savnar gamlan við og breið bretti úr gamla hjallinum, sum arbeiðsmenn hava rivið niður í túninum hjá Katrinu á Húsabrúgv?


Hann heilsar kurteisliga og eg skilji, at hatta er ikki ein kanadiskur skóghøggari, men Sverri Steinhólm, sum er sjúkrahús- og sóknarprestur, og býr í søguliga prestagarðinum í Sandágerði.


Sverri fortelur mær eldhugaður um abban, sum var systkinabarn Katrinu, sum handilin aftanfyri er uppkallaður eftir, og um at goyma søgulig bretti, sum hesi. Sverri savnar viðin og koyrir hann norður til Viðareiðis, har hann og ein góður timburmaður uttan fasta tíðar- og fíggjarætlan ætla at byggja ein búðarhjall á adressuni Heygavegur 10. Her eru prestur og bilur ferðabúgvin á Húsabrúgv. Góða eydnu við hesi hugtakandi ætlan millum handans og andans megi.


Aftanfyri Gamla Bókahandil, sum eisini hýsur Kunningarstovuni, er sjálvt køsturin málaður. Her er hvør fjøl klár til ólavsøku.


Týska Mein Schiff nummar fýra, sum er skrásett í Valetta, fjalir mest sum allan molan í Havnartokuni. Myndin er tikin niðast av Hoyvíksvegnum omanfyri Krókabrekkuna. Meðan eg taki niðaru myndina, har vit eisini síggja Skansan til vinstru, skjýtur ein klasvíkingur, sum er á veg heim til døgurða í Kontórshavn, upp, at hetta var akkurát nakað fyri Heðin. Eitt ellisheim við 3500 plássum, klárt at flyta inn í, uttan at tað gognur út yvir Skansan. Skemt er, eisini í mjørka upp undir ólavsøku. Men perspektivið er stuttligt.


Nakað er um tað. Ferðamannaskipið er stórt, og sæst aftur allastani í Havn. Her er myndin tikin á Kongabrúnni innast á Eysturvág, meðan Ternan, sum siglur til Nólsoyar, liggur við Bursatanga til vinstru í myndini.


Og so er skipsperspektivið flutt út á Ískajuna á Eystaru bryggju. Longst burturi, undir gronini á Mein Schiff 4, sæst Ternan, sum fyrr var álitið hjá 4.958 klaksvíkingum, men nú serviserar 225 nólsoyingum. Soleiðis flytast perspektiv fyri linsuni í mjørka millum ár og dag.


Og eitt annað perspektiv og undrunarmál er, um meistarligi arkitekturin, Gunnar Hoydal, mundi hugsa um Tinganes og húsini úti á Reyni, tá hann skapti rútmuna og sniðið á teim 36 húsunum í Tórsbyrgi, sum í morgin halda 40 ára føðingardag. Vit lata hesa mynd av Reyni í toku standa klára eina løtu.


Uppi á Halsi standa tvey ross, annað hvítt og hitt svart. Hugtakandi eru tey í mjørkanum eina viku undan ólavsøku.