Í dag lat upp ein spennandi og fjølbroytt framsýning við 40 verkum eftir Rannvá Holm Mortensen í Galerie Focus. Heiti á framsýningini er Run og øll verkini síggjast á heimasíðuni hjá gallarínum . Samstundis læs ein framúr vælupplagdur Jóanes Nielsen nýggjar yrkingar, havlíknilsir , sum eru viðkomandi fyri temaið á framsýningini. Yrkingarnar vóru um upsa, kalva og um Hønuna . Galerie Focus sigur í innbjóðing til framsýningina, at Rannvá í fleiri ár hevur gjørt seg galdandi í listaheiminum við spennandi og fjølbroyttum myndum. Rannvá, sum er fødd á Tvøroyri í 1950, nýtir nógv ymisk tøkni og tilfar, og myndevnið er eisini øðrvísi, sæð í mun til, hvat vit eru von við. Hon hevur brúkt kollasjuformin við foto, grafikk, at mála, skrava, og líma. Rannvá brúkar eisini betong, leir, gips og jarn í listaverkunum. Tá hon hevði verið eitt ár í Barcelona á Metáfora International Workshop í 2014 fór hon eisini at gera videofilmar, installasjónir og skulpturar. Sum eksperi