Skip to main content

At sleppa sær sjálvum


Fríggjadagin bjóðaði Listasavn Føroya til framsýningina SPOR hjá 29 ára gamla Jóhan Martin Christiansen. Hann er úr Havn og hevur nomið sær útbúgving í Malmö.


Skráin byrjaði við at savnsstjórin, Nils Ohrt, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um listamannin og framsýningina, og hvussu framsýningarrúmið broyttist, og sannførdi tey, ið høvdu medvirkað at seta framsýningina upp, um júst sporini, ein framsýning setur sær fyri at vísa, og tey spor, hon setur á áskoðaran, sum letur seg nema og spormerkja. Síðan setti leikstjórin Christoffer Berdal framsýningina við eini persónligari røðu, og Andreas Tykjær Restorff og Torleik Mortensen spældu tónleik, sum fylti rúmið, onkuntíð friðsamt og harmoniskt og onkuntíð skurrandi øvugt og ófrættakent, sum var okkurt tekniskt sett skeivt saman.

Ein sjáldsom uppliving, at eingir konformir stólar eru at sita í, og einki klassiskt ljóðføri verður brúkt, meðan øll sita upp og niður í stívari flippu, og bara bíða til hesin torturur heldur uppat. Hesa løtu slapp framsýningin at fylla rúmið, frá listamanninum og út, meðan vit gingu runt og hoyrdu og sóu - og eisini lúrdu gjøgnum splittur í blæunum.   


Fyrsta orðið á framsýningini avnoktar alt. "Framsýningin líkist ikki nøkrum," sigur Jóhan Martin sjálvur á vegginum innanfyri hurðina. Hetta er støðið. Eitt slag av tabula rasa, sum fyllir áskoðaran, ið torir at sleppa sær sjálvum undir Jóhan Martinsa seglum í skiftandi veðri. Og tá eg gangi ein annan veg, eru seglini fjøll.


Í vár vitjaðu vit starvsfólk í Námi í húsunum hjá Janusi Kamban, har Jóhan Martin arbeiddi við framsýningini, sum nú letur upp. Sporin av grasi og húsahornum eru hiðani frá. Á heimasíðuni sigur Listasavnið, at "serframsýning SPOR er ein installatión, t.e. at hon er eitt listaligt rúm, sum vit á bestan hátt uppliva í rørslu. Her hittast veik litbrigdi við dramatisk yvirbragd og skapa ein pall til frásøgn. Installatiónin er tó meira enn ein pallur. Hon er eitt møti við ljósið og harvið eitt rúm fyri at sleppa sær sjálvum." Í innasta rúminum er ein videofilmur partur av framsýningini. Á fyrru myndin situr Petur og skoðar sonin, Búa, sum dansar.


Haldi ikki, at eg fyrr havi sæð eina framsýning, sum er so djørv, at hon letur fleiri av stóru tjóðarsavnsveggunum standa órørdar, tómar, berar og hvítar heilt til 8. januar næsta ár.


Jóhan Martin sigur, at "tilfarið er lítillátið, skapið er ræðandi. Grasstrá eru blandað uppí gipsið, og bummulsblæur eru vundnar á og festar við plaststrimlum. Alt hetta er sett rundan um eina jarnstong og ímyndar eitt skap, ið minnir um frumkend stammu- ella hernaðarmerki."


Og  undir øllum seglunum hjá Jóhan Martini ganga vit øll, vinfólk og fremmandafólk, ein fríggjadag seinrapart, og síggja ljósið skifta og tónar broytast. Eg kann illani hugsa mær framsýningina uttan fólk, nógv fólk, og við vituga og væltalandi upphavsmanninum í miðdeplinum. Til lukku við framsýningini!